Christian Hué, franskur konsul í Danmark handaði fyrr í dag Honnu Jensen franska riddarakrossin. Hetta hendi í Hornahúsinum í Havn. Hanna Jensen, sum býr í Norðragøtu er franskur konsul í Føroyum.
Í dag hevur hugnalig samkoma verið á Vinnuháskúlanum í Havn. Samkoman var í samband við, at Sofus Johannessen fekk handað prógv sum maskinmeistari. Hesum boðar Vinnuháskúlin frá í tíðindaskrivi í dag.
býrað, sum eigur endaligu avgerðina í málinum, hevur boðað teimum átta kommunulæknunum, at íslendska skipanin er best egnað til kommunulæknarnar í Havn. Í blaðnum í gjár vísti ein rættiliga avgjørdur Kári [...] teldan er týdningarmesta arbeiðstólið hjá einum lækna í dag, og at tað er stak óheppið, at kommunulæknar í Havn sita uttan haldgóð tól. Støðan er í løtuni, at Tórshavnar býráð ynskir, at kommunulæknarnir [...] ina, um hvør fær uppgávuna at veita kommunulæknunum í Havn. Endaliga er tað Tórshavnar býráð, ið ger av, hvørja telduskipan kommunulæknarnar í Havn skulu nýta, men sum skilst verður tað ikki uttan svørðsslag
Eingin konsert við Una Arge verður í miðbýnum í dag Konsertin við Una Arge ið skuldi vera í miðbýnum kl. 18.00 er tíverri avlýst vegna veður, upplýsir Kunningarstovan í Havn.
Í morgin verður árliga kvinnurenningin í Havn. 1420 kvinnur hava teknað seg. Møguleiki er at heinta gávuposar og renninummar til Kvinnurenningina í dag. Sjálv renningin byrjar á Tórsbreyt klokkan 15.00
Í dag var kapping fyri seyðahundar á Frælsinum í Havn. 14 hundar luttóku í kappingini, sum er partur av Føroyaleikum. Niðanfyri ber til at síggja video-innslag frá kappingini. ##med2##
Aftur í gjárkvøldið varð eldur settur í á í barnagarðinum, Lítlaskógi, í Djóna í Geilsgøtu, í eysturbýnum í Havn. Løgreglan sigur, at tað var klokkan 22.20 í gjárkvøldið, at ein granni ringdi til løgregluna [...] løgregluna at boða frá, at hann sá onkran inni í barnagarðinum. Løgreglan er beint í grannalagnum, so tey vóru rættiliga skjót á staðið, men tá hevði viðkomandi longu tikið til rýmingar, so barnagarðurin var [...] helst varð roynt at seta eld á í fleiri støðum. Løgreglan sigur, at enn hava tey ikki nakað serligt av upplýsingum, tí málið er so nýtt, men neyvari kanningar verða gjørdar í dag og samstundis verður serfrøðingur
druknaði í Spania. Frida (1941) í Runavík, Ólavur (1943), Hilma (1944) í Haslev, Maja (1945-2003) í Hundested, Birtha (1947) í Havn, Ruth (1949) í Aalborg, Rúnur (1951-2003) í Sorø, Hjaltur (1952) í Runavík [...] Runavík, Bergur (1954) í Paamiut, Regin (1956) í Havn og Yasmin (1958-1992) í Havn. Foreldrini fluttu til Grønlands at búgva, og í 1956, tá ið Ólavur var trettan ár, flutti hann yvir til Nuuk, har hann gekk [...] gekk síðstu mánaðirnar í skúla. Tá var føroyska virksemið stórt í Føroyingahavnini. Ólavur var í Føroyingarhavnini fram í seksti árini, og tað var í Føroyingahavnini, at hann í 1962 hitti Guðruna Thorkildshøj
Beint nú frættist, at ein bátur er koppaður uttan fyri molan í Havn. Lív er júst farin út, men veit ikki meira í løtuni. Meira verður at frætta um málið seinni..
Fríggjakvøldið um tíggjutíðina tók løgreglan tveir mans, ið framdu herverk í badmintonhøllini í Havn. Tá løgreglan kom á støðina við monnunum, vórðu 1,6 gramm av hashi funnin uppi á teimum.