Nú tríggir kommunulæknar hava valt at siga seg úr starvi, hevur rok tikið seg upp. Danjál Petur Højgaard og Kaj Kallsberg í Havn og Jaspur Petersen í Klaksvík fara allir úr kommunulæknastarvinum 1. januar komandi ár.
Ov stór arbeiðsbyrða er orsøkin til Jaspur Petersen og Dánjal Petur Højgaard hava boðað Bill Justinussen frá, at teir ikki ynskja at halda fram í starvinum. Kaj Kallsberg er hinvegin ónøgdur við, at eingin endaliga loysn er funnin á, hvørja telduskipan, kommunulæknarnir í Havn skulu nýta.
Stríðið um telduskipanina snýr seg um, hvørt kommunulæknarnir skulu hava íslendsku SAGA-skipanina ella donsku Med-Wind skipanina. Átta av tíggju kommunulæknum ynskja íslendsku skipanina, meðan Dánjal Petur Højgaard og Annika Olsen vilja nýta donsku skipanina. Tórshavnar býrað, sum eigur endaligu avgerðina í málinum, hevur boðað teimum átta kommunulæknunum, at íslendska skipanin er best egnað til kommunulæknarnar í Havn.
Í blaðnum í gjár vísti ein rættiliga avgjørdur Kári Jacobsen, ið starvast sum kommunulækni í Havn, at teir átta kommunulæknarnir ikki fara at boyggja seg fyri ynskjunum hjá Tórshavnar býráð um at nýta donsku Med-Wind telduskipanina. Hann greiddi frá á, at teldan er týdningarmesta arbeiðstólið hjá einum lækna í dag, og at tað er stak óheppið, at kommunulæknar í Havn sita uttan haldgóð tól.
Støðan er í løtuni, at Tórshavnar býráð ynskir, at kommunulæknarnir fáa sær íslendsku telduskipanina, meðan átta av tíggju kommunulæknum vilja ikki síggja nakað til skipanina, og ynskja tí donsku.
Í bakgrundini er ein lítil dystum millum stóru føroysku EDV-fyritøkurnar Formula og Farodane, sum ávikavist umboða íslendsku og donsku telduskipanina, um hvør fær uppgávuna at veita kommunulæknunum í Havn.
Endaliga er tað Tórshavnar býráð, ið ger av, hvørja telduskipan kommunulæknarnar í Havn skulu nýta, men sum skilst verður tað ikki uttan svørðsslag, tí kommunulæknarnir vilja ikki geva seg.
Átala at verða lagdir undir lobbyarbeiði
Kári Jacobsen, kommunulækni, varð í gjár spurdur, um kommunulæknarnir ikki vistu betur enn Tórshavnar býráð, hvør telduskipan var tann betra. Hann svaraði, at ein trupulleiki er, at fólk á trivnaðardeildini á býráðnum hava lurtað ov nógv eftir einum ávísum virki á Velbastaðvegnum, sum hevði gjørt lobbyarbeiði fyri teirra skipan.
Millum linjurnar er lætt at staðfesta, at Kári Jacobsen heldur, at teldufyritøkan Formula hevur kannað sær arbeiðið til kommunulæknarnar gjøgnum áhaldandi lobbyvirksemi. Á Formula standa teg fullkomiliga spyrjandi, eftir viðmerkingarnar hjá Kára Jacobsen, og átala at verða løgd undir lobbyvirksemi.
? Formula fekk eftir áheitan frá Tórshavnar kommunu latið eitt uppskot til sáttmála um nýtslu og viðlíkahald av eini læknaskipan. Hetta er gjørt til avvarðandi embætisfólk í kommununi, og umframt at svara spurningunum viðvíkjandi loysnini, hevur einki samskifti verið við býráðið, hvørki embætisfólk ella politikarar um málið. Tí standa vit spyrjandi um viðmerkingarnar hjá Kára Jacobsen í Sosialinum í gjár, tí motivið er ógrundað, sigur Torkil Holm Petersen, annar av stjórunum á Formula.
Liðug á vári 2000
Torkil Holm Petersen greiðir frá, at verkætlanin við at menna skipanina til kommunulæknarnar endaði á vári 2000. Skipanin var sostatt fult liðug fyri trimum árum síðan, og seinastu trý árini hevur hon verið royndarkoyrd av tveimum kommunulæknum(Annika Olsen og Petur Højgaard blðm.) í Havn.
Hann leggur dent á, at teir báðir kommunulæknarnir, ið hava roynt skipanina og framvegis nýta hana eru stak væl nøgdir og hava mælt hinum læknunum at taka hana í nýtslu, men hetta fekk onga undirtøku.
Teir átta kommunulæknarnir, ið ikki ynskja skipanina, hava ført fram, at íslendska skipanina, ið Formula hevur ment til føroysk viðurskifti, ikki kann samskifta við aðrar partar av føroyska heilsuverkinum. Hesum vísir Torkil Holm Petersen staðiliga aftur, og sigur, at tað er júst grundleggjandi hugskotið aftanfyri skipanina, at partarnir í heilsuverkinum kunnu samskifta elektroniskt.
? Júst tað elektroniska samskiftið er áhugavert, tí tað gevur betri, skjótari og samanhangandi viðgerð av sjúklingunum. Tað má tí vera ein misskiljing, tá ið ført verður fram, at skipanin ikki kann samskifta, sigur Torkil Holm Petersen.
Sundhedsstyrelsen góðkennir ikki telduskipanir
Í brævaskifti við Tórshavnar býráð hava teir átta kommunulæknarnir sent eitt skriv, har teir vísa á tíggju orsøkir til Tórshavnar býráð ikki skal velja SAGA-skipanina.
Vit hava valt at taka nøkur punkt úr rúgvuni, og spyrja Torkil Holm Petersen um uppáhaldini hjá kommunulæknunum. Millum annað verður ført fram, at skipanin hjá Formula er ikki liðuggjørd til nýtsluna hjá kommunulæknunum.
Stjórin á Formula svarar, at Saga-skipanin var liðug á vári 2000, og síðan hevur fyritøkan ikki mett, at tað hevur verið ráðiligt at nýta meira pening á verkætlanina, tí tað hevur verið óvist, hvat fer at henda við málinum.
Eitt annað uppáhald hjá kommunulæknunum er, at íslendska skipanin er ikki góðkend av Sundhedsstyrelsen og Praktiserende Lægers organisation í Danmark. Torkil vísir á, at tað er ikki uppgávan hjá Sundhedsstyrelsen og Praktiserende Læger at góðkenna telduforrit, tí teir hava ikki neyðuga kunnleikan. ? Vit hava heldur ikki søkt teirra góðkenning um okkara telduskipan, sigur hann.
Kommunulæknarnir vísa á eisini á í einum punkti, at Laboratoriið á Landssjúkrahúsinum longu hevur uppgivið at nýta SAGA-skipanina. Hetta sigur Torkil Holm Petersen seg ikki kenna nakað til, og sigur, at SAGA-skipanin er ikki ein laboratoriið skipan. Hann fortelur, at Formula sjálvt hevur rátt Laborartoriinum til at nýta ein svenska telduskipan, sum er ein heilt øðrvísi skipan enn ein kommunulæknaskipan.
Ikki fornermaðir
Torkil Holm Petersen leggur dent á, at Formula ikki er partur av málinum. Teir bjóða seg fram sum veitarar av eini skipan, sum teir standa fult inni fyri, bæði hvat viðvíkur tí tøkniliga og búskaparliga. Kundin er Tórshavnar kommuna, ið hevur biðið um eitt tilboð, og verður ikki tikið av tilboðnum hjá Formula, so tað er í ordan. ? Vit verða ikki fornermaðir, um vit ikki fáa arbeiðið, og vit fara framvegis at hava áhuga í at verða veitarar fyri læknar í Føroyum, sigur Torkil Holm Petersen.
Spurdur um ikki nógvur peningur verður mistur, tí hóast alt eru trý ár nýtt um at menna skipanina, svarar Torkil Holm Petersen, at tað verður eingin sum helst trupulleiki. ? Fáa vit ikki tilboðið, so mugu vit rapportera til NORA, sum hevur fíggjað ein part av verkætlanini, men tað verður eingin økonomiskur trupulleiki, tí vit hava fyri langari tíð avskrivað tað, so tað ávirkar ikki núverandi roknskap, greiðir Torkil Holm Petersen frá.
Tó er lítið at ivast í, at um Formula endaliga fær uppgávuna at veita kommunulæknunum í Tórshavnar kommunu við telduskipanini SAGA, so verður talan um eina stóra uppgáva, sum fer at hava stórar inntøkur við sær.