Ólavur Tausen 70 ár

Leygardagin 27. apríl verða 70 ár síðani, at Ólavur Tausen á Toftum varð borin í heim. Ólavur hoyrir so avgjørt til tey stillu í landinum. Hann er trúfastur í samkomuni Nebo, og føðingardagurin verður hildin í Nebo, har øll eru hjartaliga væl komin millum klokkan 10 og 14 leygardagin.
Vøggan stóð í Runavík. Omman og abbin, Halda og Hans Tausen, vóru millum tey fyrstu, sum settu seg í Runavík. Tey fingu tólv børn, og millum teirra var Jaspur, pápi Ólav. Jaspur fann sær konu í Rituvík. Helena var ættað av Miðjuni, dóttir Marin og Benadiktus vanliga nevndur Diktus. Hann var sonur Magnus í Rituvík, og konan var ættað úr Hjøllum á Toftum.
Helena og Jaspur búðu fyrru árini í Runavík. Helena átti fjúrtan børn. Tvey doyðu bara nakrar vikur gomul. Hini eru Hans (1940-1968) sigldi sum skipsførari og druknaði í Spania. Frida (1941) í Runavík, Ólavur (1943), Hilma (1944) í Haslev, Maja (1945-2003) í Hundested, Birtha (1947) í Havn, Ruth (1949) í Aalborg, Rúnur (1951-2003) í Sorø, Hjaltur (1952) í Runavík, Bergur (1954) í Paamiut, Regin (1956) í Havn og Yasmin (1958-1992) í Havn.
Foreldrini fluttu til Grønlands at búgva, og í 1956, tá ið Ólavur var trettan ár, flutti hann yvir til Nuuk, har hann gekk síðstu mánaðirnar í skúla.
Tá var føroyska virksemið stórt í Føroyingahavnini. Ólavur var í Føroyingarhavnini fram í seksti árini, og tað var í Føroyingahavnini, at hann í 1962 hitti Guðruna Thorkildshøj av Nesi. Hetta sama heystið flutti Ólavur til Føroya og búsettist í Havn. Fyrstu tíðina arbeiddi hann á Tunnuvirkinum, seinni arbeiddi hann hjá Peturi í Gong, og í eina tíð arbeiddu teir báðir, André Hentze, sáli, og Ólavur fyri seg sjálvar. Teir sprongdu fyri grundstykkjum og lagaðu garðar.
Guðrun og Ólavur giftust í 1964. Tá ið Ólavur fekk tilboð frá Waagstein um arbeiði í sambandi við, at Rókakaiin í Runavík varð gjørd, flutti familjan í januar mánað 1967 inn á Skálafjørðin at búgva. Eftir eitt ár á Nesi búðu tey mitt á Toftum, og tá ið útstykkingin undir Nesinum varð gjørd miðskeiðis í áttati árunum, vóru Guðrun og Ólavur millum tey fyrstu, sum bygdu har.
Í fleiri ár var Ólavur oljufýrsservicemaður hjá Statoil, og síðstu arbeiðsárini arbeiddi hann hjá beiggjanum Hjalturi í Føroya Betongsaging.
Guðrun og Ólavur eiga trý børn: Oddmar, Jaspur og Olivia. Fleiri eru komin aftrat í næstu ættarliðnum, og Ólavur er langabbi at lítlu Rebekku í Aarhus.
Í Nebo samkomuni hava Guðrun og Ólavur og øll teirra sína dagligu gongd. Í síni tíð var Ólavur sunnudagsskúlalærari í mong ár, og hann var ein av teimum, ið mannaðu Miðnáttarsangbólkin, sum var nógv at hoyra í sjeyti árunum. Tey góvu fleiri bond út. Sangir av hesum bondum eru framvegis at hoyra av og á, og skíriskvøld sungu tey aftur í Nebo.
Hjartaliga til lukku á 70 ára føðingardegnum Ólavur!
----
Jóannes Hansen