framføra á Neshamri, og eftir framførsluna verður nátturði í gamla prestagarðinum. Klokkan 17 mikudagin verður ókeypis altjóða tiltak í kirkjukjallaranum í Fríðrikskirkjuni við smakkiroyndum frá ymiskum matmentanum [...] ókeypis fyrilestur á Bókasavninum um ymisk vøtn í Føroyum. Jens Dalsgaard og Asfinn Sigvardsen fara at siga frá um vøtnini. Mikukvøldið verður kvinnukvøld í Tofta skúla við mótasýning, hugleiðingum við Steintóru [...] morgunkafé’in í Missiónshúsinum, sum nú endar hetta vetrarhálvárið, til ókeypis døgurða. Neyðugt er við tilmelding. Ókeypis B68-dagur verður á Svangaskarði hósdagin klokkan 16 fyri børnum í øllum aldri,
Margretha býr í Danmark, hinar búðu í Føroyum. Eftir skúlan fór Jógvan Sundstein í læru í Sjóvinnubankanum. Seinni tók hann HD í roknskapi í Keypmannahavn og seinni grannskoðaraprógv. Í 1963 varð [...] ravirki í 1964. Eitt skifti var hann saman við Paula Ellefsen. Jógvan er giftur Lydiu fødd Marstein og ættað úr Klaksvík. Tey búðu í mong ár á Skákinum í sonevnda »Kardamummbýnum« úti í Grønlandi [...] var vikin í politikki frá 1970, tá hann varð valdur tingmaður fyri Fólkaflokkin í Eysturoyar valdømi til 1994, tá hann ikki stillaði uppaftur. Frá 1978 umboðaði hann Fólkaflokkin í Suðurst
landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, undirtøku fyri at fara undir arbeiðið at fáa gjørt nýggja heildarverkætlan um harðskap í parlagi og nærsambondum. Tað skrivar Almanna- og mentamálaráðið. Í februar mánað [...] nýtt í talgildum harðskapi og í tráelting (stalking). Afturat hesum hevur sálarligur harðskapur veruliga vundið uppá seg og vit síggja, at londini uttanum okkum hava fingið hendan partin innbygdan í revsilógina [...] verður somuleiðis eitt mál í nýggju heildarætlanini. Harðskapur er í dag eisini vísindaligt fakøki. Hendan tilgongdin er skipað bæði á deplum, har dagliga arbeiðið verður gjørt, og í einum samstarvi við un
Gunnleygsdóttur. Hon vísri á, at fyrsta undirgrundarbreytin varð gjørd í London í 1863. – So nú er kanska tíð uppá, at vit í Føroyum, 160 ár seinni, fáa eina undirsjóvarbreyt, eina metro, sigur Elsebeth [...] (metro)? Í fyrsta umfari kundi farvegurin til Nólsoynna verið ein byrjan? 2. Hvat kosta undirsjóvarbreytir (metroir) og viðlíkahald og rakstur av teimum í mun til aðrar samferðslumøguleikar? Í viðmerking [...] á útoyggj og bert hava fáar minuttir til arbeiðis, sigur hon. Hon vísir á, at metro er í dag í flestu størru býum í Europa, og er hetta ein burðardygg samferðsluloysn. – Nú stórt fokus er á CO2 útlát, so
Kroatia vann 2-0. Í triðja dystinum í EM-undankappingini var mótstøðulandið Armenia, og nú bragdaði hjá føroyska liðnum. Úrslitið gjørdist 3-2 til Føroyar, eftir at armenar vóru á odda 1-0 í hálvleikinum. [...] seinkað í meir enn eitt samdøgur, og tað hevði við sær, at ferðalagið ikki kom upp á pláss fyrr enn seint kvøldið fyri sjálvan dystin, sum byrjaði longu klokkan hálvgum tólv dagin eftir. – Úr Føroyum til Edinburgh [...] noyddust vit at bíða á flogvøllinum í nakrar tímar, áðrenn vit sluppu á hotel. Svøvnurin var stuttur, og so avstað aftur. Tað darvaði sjálvandi fyrireikingunum, men í hesum føri vil eg aftur rósa okkara
sínar dystir. Sum liður í fyrireikingunum til EM-undankappingina, sum verður í mars, og EM-endaspælið, sum verður í Føroyum í mai, hevur U17-landsliðið við gentum verið á venjingarlegu í Reykjavík um vikuskiftið [...] hava U16- og U17-landsliðini við gentum verið á venjingarlegu í Íslandi, har venjingardystir vórðu spældir í Miðgarði í Reykjavík, og í Fífuni í Kópavági, skrivar Fótbóltssambandið. U16 landsliðið hevði ilt [...] vórðu spældir í Fífuni í Kópavági, endaðu við 2-1 sigri til Føroyar. Sara Benjaminsen skoraði bæði málini í fyrra dystinum, meðan Kára Sigurðsson og Klára Døgg Edvardsdóttir stóðu fyri málunum í seinni dystinum
sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, tá vit spyrja hana um støðuna, sum ferðafólkini við flogfarinum til Kastrup í nátt komu í. Ferðafólk bíðaðu eftir bagasju í samfullar tríggjar tímar – frá [...] ikki, sambært stjóranum. – Í Føroyum verður bagasjan avgreidd, uttan mun til hvør tíðin á samdøgrinum er. Og vit hava verið í tí góðu trúgv, at soleiðis ger man eisini niðri í Kastrup. Men tey hava ikki [...] av bagasjuni í Kastrup – hin er SAS Ground Handling, sum Atlantic annars brúkti fyri nøkrum árum síðani. – Tað er eitt duopol, tá man skal velja ímillum tveir veitarar. Vit eru eitt sindur í dýrastu neyð
Japan vil hava 73 ára gamla Watson útflýggjaðan við støði í eini hending í Antarktis í 2010, har japanskir hvalaveiðumenn vóru í ferð við at fanga og drepa hval. Úr einum lastbili ljóðar: "Danmark: Lat [...] vitjar New York í USA í hesum døgum, kanst tú leggja til merkis tríggjar svartar lastbilar, sum rópa eftir Danmark um at sleppa umhvørvisaktivistinum Paul Watson leysum. Tað upplýsir stjórin í felagsskapinum [...] hann. Paul Watson varð varðhaldsfongslaður á vitjan í Grønlandi 21. juli við støði í einum handtøkuboðum úr Japan. Tann 20. august avgjørdi landsrætturin í Grønlandi, at Watson skuldi varðhaldsfongslast. Japan
tað stóran týdning at fylgja við í, hvat rørir seg í Føroyum, eisini kommunalpolitiskt, sigur hon. Kommunuvalið á stórskíggja er annars ikki einasta tiltak í Føroyahúsinum í kvøld. Tí eisini verður skipað [...] m. Valkvøldini í Føroyahúsinum hava verið og eru samskipað í samstarvi við MFS. – Hetta samstarvið eru vit sera glað fyri. MFS hevur sæti í Føroyahúsinum, eins og so nógv onnur feløg í Keypmannnahavn, [...] Í sambandi við kommunuvalið í kvøld skipar Føroyahúsið fyri valkvøldi, soleiðis at føroyskir útisetar kunnu savnast fyri at fylgja við. – Vit leggja stóran dent á at varpa ljós á ymisk viðurskifti í føroyska
Kringvarpið hevur í heyst sett seg í samband við Studna fyri at fáa tøl fyri føroysk lesandi í Danmark. Svarið frá Studna var, at tey hava ikki hagtøl fyri, hvussu nógvir føroyingar eru lesandi í Danmark. Hagtølini [...] Føroyar yvir longri tíð mist fimta hvønn í hvørjum árgangi. Hagstovan lýsir tað soleiðis 6. mars á heimasíðu sínari: “Í tjúgu ára aldri flyta umleið 40 prosent í hvørjum ættarliði av landinum. Bara helvtin [...] helvtin av hesum flytur heimaftur, tá tey gerast eldri. Tað merkir, at fimti hvør í hvørjum ættarliði býr ikki longur í Føroyum.” Vert er eisini at nevna her, at fyrr hevur høga burðartalið virkað sum mótvekt