Sum vanligt er, byrja várdagar við ruddingardegi, sum var seinasta leygardag. Hesa vikuna halda várdagar fram við nógvum ymiskum tiltøkum. Teir stóru dagarnir, har mest er á skrá, eru týsdagurin, mikudagurin og hósdagurin.
Í dag, mánadagin 1. mai, hevur verið almenn ókeypis svimjing, almennur linedansur og fyrilestur um matvanar.
Týsdagin verða tríggir slupptúrar við Norðlýsinum, og hesir byrja ávikavist klokkan 10, 12.30 og 15, og sagt verður á Toftum, at nøkur pláss eru eftir á túrinum klokkan 15. Hinir báðir fyrru eru fullteknaðir.
Hin fyrsti túrurin í morgin verður fyri innbodnum úr Undirhúsinum, Tilhaldinum og øðrum, og her fara Janus Jensen og Ólavur Magnussen at greiða frá um staðarnøvn. Tey, sum eru við, fáa ein drekkamunn umborð.
Teir báðir næstu túrarnir við Norðlýsinum, ávikavist klokkan 12.30 og 15, eru ókeypis túrar, men neyðugt er við tilmelding. Aftur her fara Janus Jensen og Ólavur Magnussen at greiða frá um staðarnøvn.
Týsdagin klokkan 17.30 fer Kim Hansen at framføra á Neshamri, og eftir framførsluna verður nátturði í gamla prestagarðinum.
Klokkan 17 mikudagin verður ókeypis altjóða tiltak í kirkjukjallaranum í Fríðrikskirkjuni við smakkiroyndum frá ymiskum matmentanum, og kommunan bjóðar eisini ábit, og klokkan 19 verður integratiónsgudstænasta við Marjun Lómaklett.
Klokkan 19 verður eisini ókeypis fyrilestur á Bókasavninum um ymisk vøtn í Føroyum. Jens Dalsgaard og Asfinn Sigvardsen fara at siga frá um vøtnini.
Mikukvøldið verður kvinnukvøld í Tofta skúla við mótasýning, hugleiðingum við Steintóru E. Gleðisheygg og framførslu við Guðrið Hansdóttir. Tiltakið kostar 100 krónur.
Hósdagin verður eisini nógv ymiskt á skránni. Klokkan 11 til 13 bjóðar morgunkafé’in í Missiónshúsinum, sum nú endar hetta vetrarhálvárið, til ókeypis døgurða. Neyðugt er við tilmelding.
Ókeypis B68-dagur verður á Svangaskarði hósdagin klokkan 16 fyri børnum í øllum aldri, og her verður suppa. Klokkan 17 hósdagin verður plantuskeið á Bókasavninum, og klokkan 19 verður bindiskeið í Navia.
Várdagar byrja so smátt at hæsa av, tá vikuskiftið kemur, og bátafestivalurin stundar til. Fríggjakvøldið klokkan 21 fer Blái Krossur at skipa fyri sang-og hugnaløtu í tjaldinum við ymiskum sangkreftum og suppu.
Seinasta á skránni á várdøgum verður klokkan 10 leygarmorgunin, tá Nebo bjóðar morgunkaffi fyri monnum. At enda bjóðar Nes kommuna – eins og fleiri aðrar dagar í vikuni – til almenna og ókeypis svimjing í heitum hyli.