skuldini eiga vit føroyingar heilt og fult. Finnbogi Ísakson fær tað til tað beint mótsatta, at jú meira ófræls vit eru fíggjarliga, jú lættari er tað at realisera loysingina. Annað er so, at eisini onkur hevur [...] pengar skyldaðu, og tað er tað mest paradoksala við uppskotinum. Men tá Finnbogi Ísakson verður konfronteraður við hetta, so er svarið bert, at hetta er ikki veruleikin, ella sigur hann tað, sum nú er vorðið [...] lítil, men eingin hevur verið grammari at tikið blokkstuðulin inn í umfar í føroyska samfelagnum enn júst somu flokkar. Og nær er tað, at teir taka henda spurning fram. Jú, tað gera teir bara, tá teir
føroyingar annars vita, eru nógv orð umborð á skipi tikin beinleiðis úr enskum máli. Hetta hevur serliga verið galdandi fyri sluppir og trolarar (t.d. »skailett« »stima«, »veirar« »sjorast« osfr.). Men Tórður [...] fingið lániorð frá fremmandum sjófólki og øðrum vitjandi. Tí hevur nevndin fyri Felagið Høganes hildið tað vera spennandi at hoyra nærri um forvitnisligu úrslitini hjá Tórða. Vit hava í samráð við Tórða mett [...] verður høvi at keypa ritgerðina hjá Tórða »English loanwords in Faroese«, og at fáa hana signeraða, um tað er ynskiligt. Henda bók er júst útkomin, og kemur ein føroysk umseting einaferð í vetur. Felagið Høganes
og Føroya Fiskavirking. Og tað hevur sum kunnugt onki við »markedsøkonomi« at gera. Eitt danskt orðatak sigur: »at hensigten helliger midlet«. Hetta orðatakið hevur helst verið slagorðið hjá »færøgruppen« [...] óhugnalig donsk ráðagerð« skrivaði eg grein í hesum teigi næstseinasta týsdag. Í greinini segði eg, at alt tað, sum hendi í Føroyum frá 1992 og frameftir, var væl og virðiliga lagt til rættis frammanundan, og at [...] lógin um vinnuligan fiskiskap. Her varð kravt at vit bygdu lóggávuna á marknaðarbúskaparligar treytir. Tað merkti, at vit skuldu hava eina kvotaskipan, og at talan skuldi verða um frítt umsetiligar handilskvotur
andaligu, vuksu gjøgnum øldirnar; men tað lív, íð var livað á bø og við strond, tað er ein óskrivað søga um tey fólkini, sum skaptu føroyska samfelagið, og tey gjørdu tað undir samfelagsligum kørmum, sum vóru [...] Æðuvík vera okkum ein fyrimynd. Tey fóru hagar, sum oyði og óbygt var. Tað hevur verið ført fram, at tilvildin átti sín lut í at tað júst bleiv Æðuvík sum bleiv vald. Eg fari at loyva mær at halda, at aftanfyri [...] og lætt - er tað ógvuliga trupult at ímynda sær hvussu tað mundi vera fyri eini ung hjún at seta búgv á einum staði sum her - tá eingin fyrireiking var gjørd frammanundan - annað enn tað sum skaparin hevði
fyritøkur sum eitt nú Mærsk Contractors eru kappingarførar. Tað verður ikki talan um nakra preferansustøðu, og tað eigur tað heldur ikki. -Nú hevur tað verið frammi í Føroyum, at orsøkin til at Mærsk Contractors [...] hann hevur verið ómetaliga glaður fyri at havt Føroyar sum arbeiðsøki, og tað er heldur ikki av tilvild, at júst Føroyar eru fyrsta staðið hann vísir eftirmanni sínum. Teir báðir hava júst verið á vitjan [...] boripallum eru í nýtslu í dag, so tað er ikki nógv orka tøk sum er. Tað verða tó bygdir nógvir nýggir boripallar og fer Mærsk eisini at byggja boripallar. Bjarne Hansen sigur, at tað sjálvandi er fyrst og fremst
broytt, og hví skuldi ein tað. Soleiðis er tað í forrætningsverðini. -Men tit vilja vera við í eini oljumenning við Føroyar, og tað eru teir føroyingar sum halda, at tit áttu at verið meira opnir enn tit eru [...] opnum kortum enn tit gera tað í dag! -Tað eru fá pláss í heiminum, har ein upplivir, at kortini verða hildin tættari til kroppin enn júst í oljuvinnuni. Men lat meg undirstrika, at tað verður ikki Mærsk Contactors [...] lítið opnir fyri tí samfelag, sum tit arbeiða í! -Eg haldi tað er skeivt at siga, at vit í AP Møller eru ikki nóg opin. Men fyritøkan hevur tað grundsjónarmið, at tá tú livir í eini fríari kapping, so skal
Hervør hevur ikki áður framsýnt í Havn, men hevur tó verið við í framsýning á Vestanstevnuni. Sólmundur var við á ólavsøkuframsýningini seinast, og tað var fyrstu ferð hann hevur framsýnt. Arngerð Joensen [...] málninga- og teknilist. Í løtuni undirvísir hon í Kvøldskúlanum í Havn. Á framsýningini eru 35 myndir, og tað er nóg mikið til at prýða báðar hæddirnar í Smiðjuni. Talan er um ymisk sløg av myndlist, frá acryl-
umsitir málsøkir, og tað skapar trupulleikar, heldur Annfinn V. Hansen. - Tað, at løgmaður umsitir málsøkir ger hann til ein part av skipanini á hædd við landsstýrismenninir. - Tað merkir, at eingin kann [...] arbeiðinum, sigur Annfinn V. Hansen. Hann ásannar at hóast samskiftið ikki er gott - og tað kundu vit verið fyri uttan - so er tað eingin vanlukka fyri samfelagið. Menniskjansligi faktorurin havast í huga Annfinn [...] løgmann í nýggu stýrisskipani. Tað vísir eitt nú vánaliga samskiftið hansara við tingið og í samgonguna. - Sambært nýggu skipanini skuldi løgmaður ikki umsita málsøkir, men tað hava teir í Tinganesi tulkað
okkum á, at tað yvirhøvur letur seg gera, at politikkarar frá tingsins røðarapalli kunnu spilla fólk út og koma við grovum ábreiðslum um ódugnaskap. Vit halda, at eitt víst álit helst skuldi verið millum [...] kollveltur, so tey sum eru selvforskyldt fáa meir, tí tølini á fíggjarlógini eru óhugnaliga stór, tá tað kemur til forsorg. Grundgevingin fyri at hetta fer fram er, at tey sum arbeiða inni á Almannastovuni [...] selvforskyldt í sínari støðu og misbrúka almannaskipanina. Hetta mugu tit trý definera og um so er, at tað finnast fólk, sum eru óverdugt trongjandi, hvat skal so henda teimum? Sagt verður eisini, at tølini
viðkomandi ikki er tað, tí eg haldi at tað almenna best røkir sínar egnu uppgávur. Greiður skilnaður skal verða millum tann almenna og privata ognarrættin eins og tað privata ger, so eigur tað almenna at endurskoða [...] ein partafelagslíknandi bygnað. Tað almenna røkir best sínar uppgávur Og hóast almennir stovnar ella fyritøkur fáa ein partafelagslíknandi bygnað, so verður tað framvegis tað almenna, sum eigur partafelagið [...] politiskur og ymiskar uppfatanir eru. Aðrastaðni hevur verið rættiliga vanligt at útlisitera og at gera almennar stovnar/fyritøkur til partafeløg, har tað almenna sum oftast eigur 100% av partapeninginum ella