torført at koma í jólahýr í hesum veðrinum, og løgið er at fara í sandalum í býin at keypa jólatræ. Jólakavi ella ikki: Heima hjá okkum stendur ein kavamaður úr plastikki og sveittar í sólskininum úti [...] høgtíðina, tí í Ameriku, og serliga her í Los Angeles, eru sera nógv ymisk fólkasløg savnað, og sostatt eisini nógvar religiónir. Tí eru eisini nógv, ið als ikki halda jól. Í Westwood, her vit búgva, og í Beverly [...] handilsmenninar í Havn til reinar einglar, sum einans hugsa um gleðiboðskapin í hesum døgum, men her í Ameriku eru jólini, eins og allar aðrar høgtíðir, ómetaliga handilsligar. Fórt tú t.d. inn í ta størstu
eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 2850 gr. 13. des. fingu Elinborg og Michael Kærsgaard, Hoyvík, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4250 gr. 13. des. fingu Jónvør Svartá, Hvalvík og Rúni [...] Jákup Neshamar, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði 4120 gr. 18. des. fingu Maiken J. í Innistovu og Rúnálvur Poulsen, Tórshavn, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4575 gr. 18. des [...] Tórshavn, ein son. Hann var 58 cm. langur og vigaði 4500 gr. 24. des. fingu Alexia og Jógvan Hentze, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 4100 gr. 25. des. fingu Eyðna og Poli Joensen, Tórshavn
eldri fólk í grannabygdunum vilja komast betri við, hvør hon er, tá vit nevna hana Ebba suðuri í Túni. Hon hevur alla sína tíð búð á Kirkju í Fugloy. Eg spyrji Ommediddu, um hon ofta var í Havn í sínum yngru [...] sleppa í fartin við honum. Í Lorvík lógu vit so nátt, og har gistu vit hjá Ólavi á Toftanesi. Har var ein sovorðin rúgva av konufólki saman komið, tríggjar konur vóru í húsinum, og kona læraran í Klakksvík [...] báðar búðu í Lorvík. Dagin eftir fóru vit til gongu um Lorvíksfjall. Ein arbeiðskona har í húsinum fylgdi okkum upp á, og so gingu vit einsamallar. Í Norðragøtu vóru vit ongastaðni inni, men í Syðrugøtu
hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla læraraíbúðin). AA-fundir í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt hóskvøld og leygarkvøld kl. 19.00 [...] eftirviðgerð í Losjuni á Eiði annaðhvørt týskvøld kl. 20. Meira fæst at vita á tlf. 315575. Frá felagnum Pinkubarnadeyði Vit hittast 2. leygardag í hvørjum mánað í Jákupsstovu í J. Patursonargøtu 24 í Havn. Nærri [...] krókur í Tilhaldinum ? um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomin. AA-fundir í Havn Reinsaríið, Tórsgøta 5: Roykfríur fundur í morgun kl. 9-10. Fundur verður í kvøld
skurðdeildini stúrir fyri í grein aðrastaðni í blaðnum í dag. Hon vil ikki gera stórvegis viðmerkingar til sjónarmiðini hjá Jóan Petur Davidsen, fyrrenn hon hevur lisið greinina. ? Men í stuttari viðmerking [...] Landssjúkrahúsið ein álvarsligan trupulleika. Marin Vang, røktarfakligur leiðari á Landssjúkrahúsinum, heldur ikki, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum er í ferð við at missa tamarhaldið á støðuni, soleiðis [...] ikki meiri enn helvtin av tí, tær kravdu upprunaliga. Marin Vang leggur eisini dent á, at tað 1,8 starvið, sum er sett afturat á B 6, er einans sett í eitt hálvt ár. ? Tí er tað ikki heilt rætt at siga,
hondbóltsár varð løgd í fjør summar, var ein av fortreytunum fyri hesari, at nýggja høllin í Hoyvík stóð klár eftir ársskiftið. Sum kunnugt varð hetta tó av ongum, og saman við hálvfinalunum í Coca-Cola kappingini [...] dystirnir í teimum báðum fremstu hondbóltsdeildunum verða leiktir fram til hálvan februar. Av yvirlitinum framgongur annars, at HSF vónar, at høllin í Hoyvík verður tøk til dystir tíðliga í februar, og [...] og um so er, verður fyrsti fyrstudeildardysturin í nýggju høllini hin 3 februar, tá VÍF kemur á vitjan. dagf. kl. heimalið - útilið deild --------------------------------------------- 05/01/02 16:00 Sóljan
verða fyrsti landskappingardysturin í bestu mansdeildini, sum varð leiktur í nýggju høllini í Hoyvík, men soleiðis verður ikki, og ístaðin verður dysturin leiktur í Høllini á Hálsi. Hetta fær tó á ongan [...] heiðursmerki í ár, og samstundis er hetta eisini eitt slag av forsmakki upp á hálvfinalurnar í Coca-Cola kappingini, sum liðini skulu avgreiða seinni í hesum mánaðinum. Einki er at ivast í, at Neistin er [...] Tjaldri Seinasti dysturin verður í Runavík, har føroyameistararnir úr VÍF koma á vitjan. Í grundspælinum vann VÍF trygt í tilsvarandi dystinum, men sum Tjaldur hevur leikt í ár, skal ein ongan tíð kenna seg
aftur at búsetast í Føroyum eftir útlegd í nógv ár. Saman við Árna Olsen komu vit upp í norrøna felagsskapin N.F.P.U. og fingu sjálvstøðuga umboðan í 1975, har eisini Árni Olsen var við í fyrstu føroysku [...] úr Árnastovu í Kunoy giftist við Elisabeth Clementsen av Granda í Húsavík. Og skyldskapurin ímillum Granda og Skumpitoft hevur verið tvinnaður saman í fleiri ættarlið. Tá Elisabeth var í Danmark og fekk [...] at búgva, og Árni Olsen var settur yvirlækni í psykiatri. Men hann hevði ikki bert serútbúgving í psykiatri, men eisini í neurologi. Sjúkrahúsbyggingin fór í gongd oman fyri vegin, og vit fingu tær psykiatrisku
Argjum og Sp/f Búsetur stovnin í Hoyvík. Jógvan Arge mælir til, at tikið verður av tilboðnum frá Sp/f Búsetur í báðum førum, bæði á Hamrinum á Argjum og við Løgmannabreyt í Hoyvík. Metingarbólkurin, sum býráðið [...] mentamálanevndini fer nú til viðgerðar í fíggjarnevndini, sum hevur fund í morgin - hósdagin. Ætlandi kemur málið til endaliga avgerð á stongdum og opnum býráðsfundi í morgin kl. 17.00 og 17.30.
Arge, ið situr í minniluta í Mentamálanevndini. Hann sigur á heimasíðu sínari, at hann er skelkaður av støðuni hjá meirilutanum, og at nevndin hevur tikið atlit, ið ikki seta brúkaran í fremstu røð. Hann [...] Býráðið bað um tilboð um bygging av tveimum barnagørðum í Havn. Ein skal byggjast á Hamrinum á Argjum og hin skal vera á Løgmannabreyt í Hoyvík. Pláss skal vera fyri 36 barnagarðsbørnum og 24 vøggustovubørnum [...] lidnir um eitt gott ár. Í dag standa 347 børn, ið eru eldri enn hálvt ár, á bíðilista til ansingarpláss í Tórshavnar kommunu. Tey flestu av hesum eru tilflytarar, sum ikki eru fødd í Havn, men ið eru flutt