Samgongulimirnir Heðin Mortensen, Bjarti Mohr og Beate L. Samuelsen mæla til, at Sp/f Høgni Mikkelsen sleppur at byggja stovnin á Argjum og Sp/f Búsetur stovnin í Hoyvík.
Jógvan Arge mælir til, at tikið verður av tilboðnum frá Sp/f Búsetur í báðum førum, bæði á Hamrinum á Argjum og við Løgmannabreyt í Hoyvík.
Metingarbólkurin, sum býráðið setti, mælti mentamálanevndini til at taka av tilboðunum frá Sp/f Búsetur upp á báðar stovnarnar.
Bólkurin segði, at hesi tilboð vóru munandi betri enn nøkur av hinum tilboðunum, og at uppskotini hjá Sp/f Búsetur sum heild vóru besta loysnin fyri kommununa.
?Eg eri skelkaður av støðuni hjá meirilutanum. Her tykjast verða tikin atlit, sum ikki seta brúkararnar fremst?, sigur Jógvan Arge.
Tilráðingin hjá mentamálanevndini fer nú til viðgerðar í fíggjarnevndini, sum hevur fund í morgin - hósdagin. Ætlandi kemur málið til endaliga avgerð á stongdum og opnum býráðsfundi í morgin kl. 17.00 og 17.30.










