stúrt fyri, at øll ferðafólkini eru deyð, varð sagt. Orsøkin til vanlukkuna er enn ókend. Tyrlan var á veg aftur frá eini vitjan við markið til Aserbajdsjan sum partur av einum fylgi við trimum tyrlum. /ritzau/ [...] upplýsir ein ónavngivin iranskum embætismaður fyri tíðindastovuni Reuters tíðliga í morgun. Longu fyrr á náttini boðaði iranskur embætismaður frá, at tey stúrdu fyri, at øll ferðafólkini vóru deyð. – Eldur
an tá lið teirra, Thisted vann á heimavølli ein sera týðandi sigur í niðurflytingarstríðnum í niðara endaspælinum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini. Thisted vann 1-0 á HIK. Norski, Oliver Thomassen skoraði [...] tríggjar av hesum. Samstundis mugu úrslitini hjá hinum liðunum fella teirra veg. Komandi leygardag klokkan 13 spælir Thisted á útivølli móti gamla føroyingaliðnum, Fremad Amager.
ríkissjónvarpið. Vanlukkan er í landspartinum Eysturaserbajdsjan í ringum veðri. Bjargingarlið eru á veg á vanlukkustaðið fyri at finna hann og embætismenn, sum vóru við tyrluni. Hossein Amir-Abdollahian [...] Eysturaserbajdsjan er ein av teimum 31 landspørtunum í Iran og liggur útnyrðingspartinum av landinum á markinum til millum annað Aserbajdsjan. Vanlukkan hendi í einum fjallaríkum skógarøki, sum eitur Dizmar [...] konvoj við trimum tyrlum. Hinar báðar komu fram í øllum góðum. Fyrr í dag vitjaði Raisi eina byrging á markinum til Aserbajdsjan. Eisini forsetin í Aserbajdsjan, Ilham Aliyev, var við byrgingina. Raisi hevur
væl hjá FC Hoyvík, sum hevði vitjan av AB, sum í fjør flutti niður úr bestu deildini. Argjamenn eru á veg út aftur um brúnna, og í viðførinum hava teir trivaligan 5-0 sigur. AB skoraði beinanvegin tvey mál [...] harvið var undirmannað í 70 minuttir. Fyri tveimum vikum síðani var tað stórt vónbrot hjá AB, tá ið tað á útivølli endaði við 1-0 tapi ímóti FC Hoyvík, sum tá vann fyrsta og higartil einasta sigurin. Í kvøld [...] fyrra málið átti vongverjin í høgru Hjalti Reinert Olsen, sum sær út til at hava vunnið fast pláss á liðnum, og uppleggið til seinna málið átti vongverjin í vinstru Beinir Ellefsen. 23 ára gamli Jóhannes
Tað sigur Føroya Arbeiðarafelag í eini áheitan á limirnar. – Ein rúgva av fakfeløgum hava heitt á sínar limir um ikki at gera verkfalsrakt arbeiði. Millum feløgini eru øll handverkarafeløgini, pedagogarnir [...] HVAT ER VERKFALSRAKT ARBEIÐI? Verkfalsrakt arbeiði fevnir til dømis um alla reingerð, arbeiðsfólk á fiska-, uppisjóvar- og alivirkjum, arbeiðsfólk í byggivinnu, bussførarar, lossing og landing, jørð- [...] betongarbeiði, reinhald og ruskinnsavnan, rottangabilaførarar, lastbila-, trailara- og tangabilaførarar, veg og asfaltarbeiðarar, havna- og tunnilsarbeiðarar, heilsølu- og lagurarbeiðarar, hotell- og matstovuvinna
ið TB var á Sandi. Fyri einum góðum mánað síðani, 13. apríl og í fimta umfari, var úrslitið málleysur javnleikur. Í dag var TB aftur á Sandi, og í dag var úrslitið 1-1. Hetta var triðja ferðin á rað, at [...] uttan at hava vunnið fulla úrtøku. TB vann síðst 4-0 á heimavølli ímóti HB, og næstsíðst endaði tað 2-2 á útivølli ímóti oddaliðnum B36. Í dag setti TB hol á beinanvegin. Málskjútti var veteranurin Aron Sørensen [...] umfør 14 stig, og B71 hevur 18 stig. Hjá sandoyingum eru tað góð tíðindi, at ein gamal kenningur er á veg aftur í felagið. Jónas Warner, sum í vetur flutti úr B71 og til B68, har hann gavst fyri einum stórum
talan er um, kann sláa upp á https://www.facebook.com/jod.dali Verður nú tikið undir við hesum uppskoti ber til í 2028, um fýra ár, at koyra úr Tórshavn til Tvøroyri upp á 50 minuttir. Zakarias Wang [...] Djurhuus, Eirikur Lindenskov og Jákup Símun Simonsen skrivaðu um Sandoyartunnilin var serliga áhugaverd. Teir tóku nevliga Hest við. Vón okkara var at tá tíðindini um hetta veldiga framstig kom [...] langan tunnil við ongum rýmingarvegi, einans fyri at umganga, at Skúvoy og Stóra Dímun sleppa upp í vegasambandið, er ein ófyrigevilig dáragerð, sum tey sum sita eftir eftir eldsbrunan og eftirkomarar
føra kjarnorkukríggj ímóti Vesturheiminum – annaðhvørt við at leypa á fyrst ella við hevndarálopum eftir vesturlendsk álop á Russland. »Tú kanst jú biða lesarar tínar granska kortið yvir havøkini [...] Evenes-loftstøðina nærindis Lofoten, ein kavbátastøð við Tromsø á Andøya sum nevnt á markinum millum Norðuratlantshav og Barentshavið. Á Andøya verður Andøya Space Center bygt út til støð til langt [...] verður dubbað á báðum síðum. Amerikanskir hermenn hava verið á longum venjingarlegum í Norðurnoreg, eitt mynstur, sum nú breiðir seg til Finnlands og Svøríkis, sum eisini hava sett ávikavist
flyta samfelagið ein ávísan veg. Tað gevur eisini stóra ábyrgd. Tí hevur tað sjálvsagt týdning, at lønin er nøktandi og sambærilig við starvið sum tingfólk. Tær báðar vísa á, at til seinastu samráðingar
at Hav Atlantic og Hav Nes eru á veg inn á Sund, verða limir í arbeiðarafeløgunum biðin um at møta inni á Sundi frá kl 16:00. Soleiðis skrivar Føroya Arbeiðarafelag á Facebook. Talan er um Hav Atlantic [...] eftir ætlan skuldi vera á Sundi kllokkan 17:00 og Hav Nes, sum eftir ætlan verður á Sundi kl 18:00. Enn er tó einki skip komið. Sambært marinetraffic.com liggur Hav Atlantic inni á Kalbaksfirði út fyri Sandvíkum