framvegis livir sterkt í Estlandi, Lettlandi og Litava, og at søgan hevur lært fólkið har, at frælsi ikki er nakað, sum kann takast fyri givið. Frá Sovjetsamveldinum til ES og NATO Løkke vísir eisini á stóru [...] teirra frælsi er ein fortreyt fyri okkara. Tað skilti Uffe Ellemann fyri 35 árum síðani. Og tað er líka satt í dag.
sum í løtuni spælir á Svangaskarði. Tað sigur ikki so lítið um dystargongdina, at HB vann 12 hornaspørk, meðan 07 Vestur vann tvey hornaspørk. Men tað var ikki so stórur munur, tá ið talan var um upplagdar [...] vitjan av 07 Vestur. Í dag var Sámal á Steig millum stólparnar hjá 07 Vestur, meðan Sebastian Wille sat á beinkinum. Hetta var onnur ferðin í ár, at 19 ára gamli Sámal á Steig var í 07 Vestur málinum. Fyrra
tykist kanska ikki, sum stórvegis tíðindavirði er í, men eitt sum allir útlendskir miðlar hava á breddanum í dag, eru tíðindini um, at Erling Braut Haalnd hevur klipt sær, so langa hárið nú er heilt stutt. Haaland [...] burtur. Og hetta er farið sum rótasúpan í útlendskum miðlum. Hárfagra norska fótbóltstjørnan, ið nú ikki er so hárføgur, skrivar í samband við myndina av stutta hárinum, at nú er nýtt kappingarár fyri framman
krímið, sum hevur argað síðan 1. etapu. Vinnur hann tann dystin, so er ikki óhugsandi, at samlaða støðan kann broytast. Súkkling er ikki bara at traðka og venja, tað er eisini taktikkur. Meðan Bergtór er úr [...] Kostas javnan saman í súkklufelagnum í Eysturoy, Troy. Ynskir Troy at fáa bæði í posa og sekk, so er ikki óhugsandi at finalan í morgin verður koyrd taktiskt. Livst so spyrst. 4. etapa 4. etapa var úr Kambsdali [...] minutt aftur til kappingarneytarnar. - Eg setti tempo tá brekkan niðan til Hústoft byrjaði. Komin heilt niðan úr grótbrotinum, hevði eg umleið 25 sekund aftur til Bergtór og Kostas. Løtu seinni tók eg tíð
Norðragøtu í dag kemst av, at arbeiðið at leggja nýtt graslíki á vøllin í Fløtugerði í Fuglafirði er ikki heilt liðugt enn. Tað gongur rætta vegin, og tað verður vónað, at ÍF fer at spæla í Fuglafirði um tvær [...] uppleggið, og í triðja førinum var tað Ruben Møller-Nielsen, sum legði upp. So sá tað út til at verða heilt ljótt hjá B36. Men síðsta stóra hálva tíman skoraði B36 trý mál, og ÍF vann 9-3. Stefan Djumic minkaði
útskrivað, os harvið datt uppskotið burtur. Soleiðis sum eg kendi Hildigarð, var hon ikki ein ið gav upp, um nakað ikki gekk sum ætla, so við hennara stóra stuðuli fóru vit undir aftur, at arbeiða við politisku [...] Eftir hana standa varðar, ið hon hevur verið við til at byggja. Hon var nakað heilt serligt, og er tað løgi, at mann ikki longur kann ringja til hana og fáa eitt prát um verðins situatiónina. Saman við [...] Løgi at hugsa sær, at Hildgarð ikki er ímillum okkum longur. Kom at kenna Hildigarð gjøgnum nevndararbeiði í nevndini í Heilsuhjálparafelag Føroya í 1990 unum. Hildigarð hevði álitisstarv sum skrivari
Íslandi. Eftir vitjanina í Havn gongur leiðin víðari til Lerwick, Kirkwall og Edinburgh. Evrima er ikki eitt vanligt stórt ferðamannaskip. Ritz-Carlton nevnir hana eina yacht, og hóast hon er 190 metrar [...] Hetta merkir, at tað næstan er eitt starvsfólk fyri hvørt ferðafólk umborð, og skipið er sostatt í tí heilt dýra og eksklusiva endanum av ferðamannavinnuni. Evrima fór sína fyrstu ferð í oktober 2022 og var
bjargaði Heini Vatnsdal á málstrikuni. Eftir steðgin var B36 betri við í spælinum, og tá vóru onkrar heilt góðar støður í brotsteiginum hjá Víkingi. Tann størsta møguleikan hevði álopsspælarin William Rygaard [...] var Aron Benjaminsen leikbannaður, og tað sást aftur í tyngdini og broddinum í álopsspælinum, sum ikki var, sum tað plagar at vera, tá ið Aron Benjaminsen bjóðar av. Víkingarnir royndu seg við uppspæli [...] vongverjan og miðverjan. Fleiri ferðir rann Ingi Jonhardsson seg leysan, men undir málinum eydnaðist tað ikki eftir flatt innlegg at stýra bóltin í málið. Fram ímóti dystarloki tók Ingi søkina í egnar hendur
Spencer. Hann vónar eisini, at yngri fólk, sum ikki sjálvi minnast Dianu, eftir bókina fara at skilja, hvør hon veruliga var. Hann lýsir systur sína sum eitt heilt serligt og livandi menniskja – við kærleika [...] »Duch« og »Carlos«, spældu saman á familjugarðinum og hjálptu hvørjum øðrum ígjøgnum truplar tíðir, ikki minst tá foreldrini skiltust. Lívið broyttist grundleggjandi, tá Diana giftist Charles prinsi í 1981
kvøldið. Soleiðis bleiv kortini ikki, eingin flúgvari fór avstað tað kvøldið, og tí noyddist Johanna avstað beinanvegin. Hon náddi ikki at taka nakað við sær, og hon hevði ikki tíð at siga børnunum frá. Katrina [...] vísa barn sítt fram, men í okkara støðu bleiv tað so, at vit noyddust at biða fólk um ikki at koma ov nær, og ikki røra við. Merkti einki lív í búkinum Í 2015 var Johanna Lindenskov Joensen við barn, hon [...] Eg las eina rúgvu av bókum, tí tú kanst ikki gera nógv annað enn at liggja. Katrina tók væl uppá, og tá tær komu heim høvdu tær ilt fløskur við, men tað var ikki brúk fyri teimum, tí hon kláraði at anda