Godtfred Joensen í Miðvági, stóra trolaran sum fekk navnið V. U. Hammershaimb, og var útgjørdur til rækjuveiðu. Atli var tá bert 24 ára gamal, og hann og faðirin skiftust at føra skipið í tey 5 árini [...] øðrum skipum leys, sum vóru blivin føst í ísinum, ella at sleipa skip við maskinbreki í fleiri dagar til nærmastu havn. Í 1993 byrjaði eitt nýtt kapitull í føroyskari rækjusøgu, tá rækjuveiða tók [...] og sjóvinnu í móðirætt hjá Atla. Tann kendi Suðuroyar-Dánjal (1787-1874), sum kom til Sandavágs fyri umleið 200 árum síðani, var við til áhaldandi royndir við skipsfiskiskapi og var stigtakari
tað kann og skal blíva enn betri í Føroyum tí okkara mál er altíð at fáa øll við og at øll fáa lut í tí framgongd, sum er í samfelagnum. Frælsu Føroyar skulu vera trygga heimið hjá øllum, sum búgva her tí [...] nýgg fólk í landsstýrið og kortini eru í veruleikanum blandað av nýggjum. Alt hetta er gjørt fyri at fáa alt landið við. Okkum tørvar undirtøku í hvørjari bygd og at fáa alt fólki við okkum. So í løtuni eru [...] gera sítt til at røkka málinum. Í løtuni eru vit eisini í tí góðu støðu, at vit høvdu eitt sera gott býráðsval við framgongd fleiri staðni. Í løtuni hava vit leiðsluna í fleiri kommunum. Og eisini har tey
búskaparvøkstrinum í Danmark og teirra sterka búskapi gjøgnum nógvu árini kann forklárast við leypandi reformum í eini 30 ár (reformpolitikkur) - nakað, sum nærmast er ikkieksisterandi í Føroyum, sigur hann. [...] ætlan um at gera tað? 5. Nær metir landsstýrið, at ætlaða hækkingin í pensjónsaldrinum til 70 ella 72 ár fær fullan virknað, og hvussu stórar upphæddir er talan um at spara í pensjónum? 6. Hvussu ætlar [...] at leggja verandi kommunur saman í størri eindir? Í viðmerking til spurningin vísir løgtingsmaðurin á, at tað longu nú er greitt – við tí búskaparstøðu, sum vit standa í og við teimum útlitum sum eru -
gjørt mótstøðu í bygdini Tantura nær við Haifa, men høvdu lagt vápnini, og givið seg upp í hendurnar á ísraelsmonnum. Hetta var í 1948, tá ið ísraelsmenn róku palestinar úr bygdum sínum í sambandi við at [...] Segal, ph.d í fólkamorði og undirvísari á Stockton universiteti í New Jersey í USA, skrivaði longu 13. oktober 2023 í jødiska online-tíðarritinum Jewish Currents, at ísraelska hernaðarátakið í Gasa ikki [...] staðfesti í einari drúgvari kanning, ið varð almannakunngjørd 4. desember í fjør, at Ísrael fremur fólkamorð. Gerðirnar hjá Ísrael í Gasa frá 7. oktober 2023 til fyrst í juli 2024 vórðu kannaðar út í æsir.
fagnaðurin var stórur í føroysku leguni. Bæði tí hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at tað í tíggjundu royndini eydnaðist Føroyum at fá bóltin í kekkiska málið, og ikki minni tí støðan nú var 1-1. So luktaði [...] Justinussen var sera gott, so tað var bara hjá mær at seta pannuna á. Men tíverri var tað ikki nóg mikið til at fáa stig, sigur Gunnar Vatnhamar, sum í kvøld var málskjútti fyri triðju ferð í sínum 46. [...] fjarstøðu drønstútaði Gunnar Vatnhamar bóltin í málið. Hetta var 10. dysturin ímóti Kekkoslavakia (2) og Kekkia (8), og hetta var fyrsta málið hjá Føroyum í hesum uppgerðunum. Tá restaðu tað sjey minuttir
at farið verður undir at bora? Í viðmerking til spurningin vísir Terji Beder á, at teinurin millum Skálafjørð og Gøtudal er ein tann ferðslutyngsti teinurin í Føroyum. – Í miðal koyra eini 6.000 akfør um [...] Landsverk, handaði í 2019 eina Samferðsluætlan, sum kortlegði allar tunnils- og vegakervisverkætlanir, sum skuldu gerast í tíðini frá 2018 til 2030. Hendan ætlanin setti verkætlanirnar í ein væl grundaðan [...] Norðragøtu til tunnilsmunnan á Saltnesi. – Í svari frá undanfarna landsstýrismanni í samferðslumálum, Dennis Holm, hevur Gøtudalstunnilin verið planlagdur í mong ár, og er ein høvuðsleið til og frá Ey
nevndina í SEV enn í dag. Vit hava ómetaliga nógv dugnalig og væl skikkaði fólk í Føroyum við neyðugum royndum, sum kundu manna nevndina í SEV, og sum á besta hátt kundu røkt áhugamálini hjá eigarunum í SEV [...] búskaparliga og tøkniliga fyri allar borgarar og vinnuna í Føroyum. Týdningurin fyri framtíðar menningina á flest øllum økjum í Føroyum er ógvuliga nær tengdur at, hvørjar framtíðarætlanir SEV hevur og hvussu [...] býráðs-/bygdaráðslimir beinleiðis inn í nevndina í SEV, uttan at vit kunnu hava nakra trygd fyri at hetta verður ein betur loysn enn áðrenn. Á býráðsfundi í Tórshavnar býráð í gjárkvøldi gjørdi eg mína støðu
kendur prædikumaður í Brøðrasamkomuni í 1938 var logandi nazistur og tilbað Adolf Hitler, var mikil øsing um hesa turru og sakligu upplýsing. Kjarnin í hesum máli var, at eisini í okkara lítla landi [...] fyri einum ári síðani í tí franska bókhandlinum í Fiolstræde miðskeiðis í Keypmannahavn, stutt frá Nørreport. Í gøtuni ýðir í bókhandlum, og tann forvitni kennir í nasunum angan av [...] nýskornum korni. Í tí rómverska ríkinum var fasces ímynd av myndugleika og varð tá brúkt í sambandi við, at fólk vórðu avrættað. Orðið bleiv í 1920 kent víðahvar sum fascisma, sum var heitið á tí rørslu
siga sína hugsan. Hildigarð hevur í áravís tryggjað sær, at ÍF altíð var ein góður vertur, at dómararnir vóru í lagi og at okkurt altíð var til matna - sama um talan var um 8 ára gomul ella tey á bestu liðunum [...] kenna okkum vælkomin í B36-húsið. Súsanna byrjaði í B36 sum smágenta. Hon hevur t.d. verið liðskipari hjá besta kvinnuliðnum og millum berandi kreftirnar, og síðani hon í 2022 kom í nevndina hevur hon eisini [...] heppar øll í felagnum og fær øll at vilja og geva til felagsskapin, í viðgongd og mótgongd og teir vanligu dagarnar ímillum. Súsanna er smílið í B36. Marlon Kjærbo, Susvim Marlon hevur verið virkin í Suðuroyar
skipanina í verk í m.a. Svøríki og Finnlandi, sigur landsstýrismaðurin. Vipps arbeiðir saman við Talgildu Føroyum at fáa skipanina setta í verk í Føroyum. Í løtuni verður arbeitt við at knýta í tøkniliga [...] brúka Mobilepay við føroyskari bankakontu í dag? Landsstýrismaðurin staðfestir í svarinum, at eingin løgfrøðilig forðing er fyri at brúka MobilePay-skipanina í Føroyum. – Føroyskir peningastovnar arbeiddu fyri [...] varð ikki á mál. Ein týðandi tøknilig forðing var, at skipanin var knýtt at donskum telefonnumrum, og at tað ikki uttan víðari bar til at seta skipanina í verk í øðrum londum, sigur Høgni Hoydal. – Síðani