kjuni í Klaksvík. Á veg út í Grøv steðgaði stóra fylgið uttan fyri barndómsheim hennara og sang eitt sálmaørindi. Heimið, sum Anna var so góð við, og sum hon tosaði so nógv um. Úti á Grøv royndu pollamjørkin [...] duga at lesa. Tú hevði lisið so nógv og sett teg so væl inn í hetta evnið. Við góðum úrsliti arbeiddi tú nógv við hesum. Tað vóru tung spor í Klaksvík henda dagin. At fólk høvdu stóra virðing fyri tær, vísti [...] pollamjørkin og sólin at vinna á hvørjum øðrum, og meðan tindarnir á Hálgafelli og Háfjalli komu so vakrir undan mjørkanum, søgdu familjan, starvsfelagar, næmingar, vinir og kenningar seinastu ferð farvæl við
taktiska. ? Vit eru væl fyri til dystirnar, og nú fáa vit so at síggja hvussu langt tað røkkur, sigur Ingi Olsen. Og tað skal nógv til fyri at fáa gott úrslit, tí mótstøðuliðið telist millum tey sterkastu [...] hava selt fleiri hundrað atgongumerki til hvønn dystin, men enn er ikki útselt, siga tey. Um 1000 fólk sleppa til hvønn dystin. Eru nú klárir Seinastu nógvu vikurnar hava vestmenningar vant miðvíst fram [...] ferðina fyri at royna nakað av tí, sum vit hava vant seinastu tíðina. Vit løgdu ikki so stóra áherðslu á úrslitini, men at tey vóru góð, er bara hugaligt, sigur Ingi Olsen, sum saman við Kára Durhuus venur
Arbeiðaraflokkurin við Thorbjørn Jagland á odda og Kristiligi Fólkaflokkurin við Kjell Magne Bondevik á odda gerast vinnarar í Stórtingsvalinum mánadagin. Framsóknarflokkurin og Carl I. Hagen fáa eisini [...] iet, við Johan J. Jakobsen og Anne Enger Lahnstein á odda, sær valið út til at gerast ein rein vanlukka. Miðflokkurin er í dag næststørsti flokkur á Stórtinginum við 16,9 prosent av atkvøðunum. Veljar [...] Nú hevur Carl I Hagen mist flogið, og fólk vilja neyvan velja hansara hálvrasistiska flokk, men hann gerst møguliga størsti borgarligi flokkurin. Møguligt er at fólk eru farin at hugsa um at tað neyvan letur
Bergur Dam vil ikki nærri inn á, hvussu felagið hevur ætlað, at uppstillingin skal vera, men nevndin í felagnum kundi hugsað sær eina aðra skipan - sum víkjur rættuliga nógv frá verandi skipan. Afturat hesum [...] Suðurstreymoyar Javnaðarfelag fer nú aftur til verka aftan á summarsteðg. Bergur Dam, sum er næstformaður í felagnum sigur, at nógv stór mál eru at viðgera í vetur. ? Vit skula fyrst og fremst viðgera [...] Tað verða óivað eisini nógv mál, sum limirnir fara at reisa í felagnum, sigur Bergur Dam - og hann leggur afturat, at felagið ætlar, at í vetur skulu vera fastir fundardagar, so fólk í góðari tíð vita, nær
er býurin Christchurch eisini nevndur ³The Garden Of City3, tí fólk, við býráðnum á odda, gera nógv fyri at hava vakrar urtagarðar og nógv grøn økir. Í býnum eru fleiri parkir, og fólkið gongur hægri upp [...] Tað tykist sum hava fólk nógvan pening um hendi, men tey hava ikki gloymt skelkin, tá landið fór á húsagang. Skal ikki henda aftur Hvørja viku verður lýst í sjónvarpinum, hvussu nógv hava fingið arbeiði [...] sær. Tað vísir seg eisini, at teir sita fyri ein stóran part á vinnulívinum. Seinast er kvotuskipan sett í gildi, sum sigur, hvussu nógv fólk kunnu flyta inn árliga. New Zealand tekur ikki móti flóttarfólki
vilja røra, er uttanbíggjajørðin. Nógv smápláss og útoyggjar hava havt ringt við at klára seg í nyggju tíðini. Vegna betru vinnumøguleikarnar á stórplássunum eru fólk flutt av hesum bygdum og við teimum [...] heimastyrislógini og byggir á eina sjálvumsiting av vinnulívinum (korporatismu), ið ikki ber til at verja í einum opnum, demokratiskum marknaðarbúskapi. Jarðargrunnurin byggir á eina misfatan um, at lagalig [...] smáplássini ynskja tað ? at verða varveittur á teimum plássunum. Men, sum ein greiddi frá í Dimmu 28/8-97, er ongin trygd fyri, at festijørð verður røkt ? heldur ikki á bygd. Skal tað almenna eiga, mugu treytir
bleiv skipað ein náttavakt, sum kundi leypa inn á gólvið hjá eldri fólki eina tvær, tríggjar verðir um náttina eisini. ? Tað kundi bøtt nógv um tørvin á plássum á røktarheimum og ellisheimum, helt hann. Kreppan [...] liggur ikki á latu síðuni. Tey hava handað landsstýrinum eitt drúgvt og væl gjøgnumarbeitt uppskot um, hvussu bøtt eigur at verða um umstøðurnar hjá pensionistum. Og har stendur so ovast á listanum at [...] landinum høvdu meldað seg til eldradagin á Tvøroyri. Men tað viðraði sera illa, og tí vóru nógv avboð, men tað mundi vera væl yvir 100 pensionistar komnir saman á Tvøroyri kortini.
fótbóltsspælararnir fingu í Landskrona á sinni, heldur Sverri Jacobsen, sum hevur drúgvar royndir innan hondbólt. Hann var landsliðsspælari, tá harðast leikaði á, og hann hevur seinnu árini verið venjari [...] venjari, bæði hjá feløgum og A-landsliðnum. ? Úrslitið hjá VÍF var ótrúliga gott, og tað vísur hvussu væl vestmenningar eru fyri. Teir trúgva uppá seg sjálvar og hava ein fantastiskan vilja til at vinna. [...] Sjálvandi meiri altjóða hondbólt Føroyskur hondbóltur í altjóða høpi er ikki nakað, sum vit uppliva á hvørjum ári. Í Europa-Cup er langt ímillum luttøkurnar, og landsliðsarbeiðið hevur ikki verið støðugt
Eini 65 fólk úr sjey ymsum sjónlekarfeløgum kring landið, hittust á sjónleikarstevnuni í Hósvík. Hetta er afturvendandi tiltak, sum feløgini í MáF skiftast um at skipa fyri. Á hesum stevnum verður vanliga [...] Ahlen er lærari og undirvísir í drama í skúlanum og á frítíðarskúlum í Svøríki. Hann greiddi m.a. frá, hvussu sjónleikur fær innivist í skúlanum. Á hesum skeiði vóru lærarar og onnur sjónleikaáhugað. Mai-Britt [...] Mai-Britt Ahlen er 75 ára gomul. Hon undirvísti m.a. í, hvussu fólk, ið er komin væl til árs, kunnu fáa áhuga og dirvi at spæla sjónleik. Júst um hetta mundið var sjónleikabólkurin ?Berguvarna í Føroyum
tikið dik á seg seinastu árini. Og nøkur eru tey, sum munnu halda, at útlitini fyri ferðavinnuni eru so mikið góð, at tað kann betala seg at gera ovurstórar íløgur. Í hvussu so er hava fólk í høvuðsstaðnum [...] Føroya uppi í hesi ætlanini. Tað er alment kunnugt, at Restorffararnir í nógv ár hava viljað sloppið at bygt Hotel Hafnia út, men á Áarvegnum sær svart út, tí har er bygt til allar síðir. M.a. hava teir [...] høvuðsstaðnum so stórt álit á ferðavinnuni, at býráðið í Havn hevur fingið tvær umsóknir um loyvi at byggja nýggj hotel í Havn. Ætlanin er báði at byggja hotel Yviri við Strond og í Lítluvík. Tann eina umsóknin