Í gjár skuldi rumenska stórfelagið Dynamo Bukarest koma í Vágarnar við sínum hondbóltsliði.
Veðrið var ikki av tí besta í gjár, men sum skilst, gekk flogferðslan sum vanligt.
Tað er VÍF, sum fær vitjan av rumenska liðnum, og í dag og í morgin spæla liðini Europa-Cup dystir móti hvørjum øðrum. Bæði í dag og í morgin verða dystirnir klokkan 17.00.
Atgongumerkjasøla er í Shell-Støðini í Vestmanna, og har lata tey væl at søluni.
? Vit hava selt fleiri hundrað atgongumerki til hvønn dystin, men enn er ikki útselt, siga tey.
Um 1000 fólk sleppa til hvønn dystin.
Eru nú klárir
Seinastu nógvu vikurnar hava vestmenningar vant miðvíst fram móti stóru uppgávuni í dag.
VÍF hevði í fjør besta liðið í Føroyum, og menninir, sum mannaðu tað liðið, eru allir við aftur í ár, og teir eru sera væl fyri nú.
Seinasta vikuskiftið gjørdi VÍF eina væl eydnaða ferð til Danmarkar, har teir stóðu seg avbera væl í trimum venjingardystum móti sterkum donskum liðum.
? Vit gjørdu ferðina fyri at royna nakað av tí, sum vit hava vant seinastu tíðina. Vit løgdu ikki so stóra áherðslu á úrslitini, men at tey vóru góð, er bara hugaligt, sigur Ingi Olsen, sum saman við Kára Durhuus venur VÍF.
Ferðin til Danmark var endin av hørðu venjingini, sum spælararnir hava verið ígjøgnum seinastu tíðina. Hesa vikuna hava teir vant lætt og gjørt nakað við tað taktiska.
? Vit eru væl fyri til dystirnar, og nú fáa vit so at síggja hvussu langt tað røkkur, sigur Ingi Olsen.
Og tað skal nógv til fyri at fáa gott úrslit, tí mótstøðuliðið telist millum tey sterkastu í Europa.










