hugsa seg ov illa um, tá tey seta bilarnar frá sær – og sera nógvir bilar standa parkeraðir ymsa staðni í Klaksvík, nú Summar Festivalur er. Klokkan hálvgum trý í nátt var ein bilførari tikin fyri narkokoyring
Filmurin snýr seg um 29 ára gamla Pauli, ein klassiskt útbúgvin floytuleikara, sum eftir eitt sálarligt samanbrot flytur aftur til lítla heimstaðin Rauma. Hann er ikki førur fyri at spæla og kennir seg miseydnaðan [...] William Shakespeare. Búi Dam, sonur Biritu, stendur fyri leikinum og filminum. Hann velur mammu sína í høvuðsleiklutin, hóast hon ikki longur dugir at málbera seg sum áður. Verkætlanin reisir samstundis torførar [...] blóðtøpp í heilan. Tey bæði verða tí noydd at búgva saman, meðan Ane stríðist fyri at endurvinna førleikar sínar og finna seg sjálva aftur. Støðan noyðir alla familjuna at endurskoða bæði framtíðina og tað
ólavsøkurøðuni kom inn á evnið. Meira ítøkiligur var løgmaður í samrøðu við Sosialin fyri ólavsøku, har hann gloppaði dyrnar fyri tvungnum kommunusamanleggingum. – Ikki enn. Men tað kann koma, segði løgmaður [...] Bjarni Johansen, er tó ósamdur í hesi tilgongdini. Sambært honum eigur landsstýrið als ikki at blanda seg upp í, um kommunur leggja saman ella ikki. Hann heldur, at kommunur kunnu loysa nógvar avbjóðingar [...] Harvið hómast eitt politiskt orðaskifti um framtíðar kommunuskipanina, har landsstýrið letur upp fyri møguleikanum at seta krøv um samanleggingar, meðan í hvussu er ein borgarstjóri staðiliga mælir frá
tá hann og liðfelagarnir í FC Kyzylzhar taptu á útivølli 0-3 fyri oddaliðnum, Ordabasy í bestu kasakisku fótbóltsdeildini. Ordabasy legði seg á odda longu í níggjunda minutti, og í seinna hálvleiki øktu
blágula flaggið inn í tingsalin hjá ukrainska tjóðartinginum. ##med2## Hetta var dagin fyri, at Ukraina kunngjørdi seg sum sjálvstøðugt ríki eftir at hava verið partur av Sovjetsamveldinum. Blágula flaggið [...] stong undir einum almennum hátíðarhaldi. Flaggdagurin verður hildin 23. august á hvørjum ári – dagin fyri ukrainska sjálvstýrisdagin 24. august. Í ár verður dagurin aftur hildin, meðan landið er í kríggi
dróg frá hoyvíkingum. Boas Ellefsen á Skipagøtu vísti seg væl fram í kvøld, og var við 11 málum toppskjútti hjá H71. Óli Mittún skoraði fimm mál fyri GOG. Toppskjútti hjá GOG var Manuel Zehnder við átta
Tórshavnar kommuna skrivar, at endamálið er at kunna seg um viðurskifti í Kirkjubø og eisini at hitta fólk á staðnum, sum harvið eisini fáa høvi at tosa við borgarstjóran um ymiskt, sum kann liggja teimum [...] klokkan 12.30, tá borgarstjóri, umsitingin og staðbundna nevndin fara runt í bygdini og hyggja og kunna seg um ymisk viðurskifti. Og frá klokkan 14.00 til 17.00 verður borgarstjórin at hitta í Lágabø 5, har [...] Velbastaðar, har hon og umsitingin saman við staðbundnu nevndini umrøddu ymisk mál, sum høvdu týdning fyri bygdina. Nú verður tað sama gjørt í Kirkjubø, og ætlanin er at gera tað sama í øðrum bygdum í kommununi
til 2021. Hann heldur, at upplýsingarnar eru avgerandi fyri málið um søluna av hennara parti í vínslottinum. Stríð um franskt vínslott Málið snýr seg um Château Miraval í Fraklandi, sum fyrrverandi hjúnini [...] Nú ákærir Brad Pitt fyrrverandi konu sína fyri at halda fíggjarligar upplýsingar aftur í stríðnum um franska vínslottið Château Miraval. Tað skriva fleiri altjóða miðlar, teirra millum USA Today. Sambært [...] um trupulleikum, og hon heldur, at Pitt nú roynir at fáa fatur á skjølum, sum ikki eru viðkomandi fyri málið. Stríðið heldur fram Brad Pitt stevndi Angelina Jolie í 2022 eftir søluna av Miraval, og síðani
Brekumboðið í morgun. Nýggj tingseta er byrjað, og komandi árið fara nógv lógaruppskot at verða løgd fyri Løgtingið. – Brekumboðið heitir á politisku skipanina um at tryggja, at ST-sáttmálin um rættindi hjá [...] bera brek, í 2009. Tí eigur sáttmálin eisini at vera eitt virkið amboð í øllum lógararbeiði, sum snýr seg um rættindi og livikor hjá fólki, ið bera brek, sigur Brekumboðið.
morgunin. Hetta er gjørt fyri at gera tað tryggari fyri børn og onnur í ferðsluni. Heitt verður á øll um at halda seg til nýggju ásetingarnar. Komandi dagarnar verða fólk á økinum fyri at leiða ferðsluni, skrivar [...] Ein nýggj gongugøta er gjørd sunnan fyri Strandatún 4 (oman fyri missiónshúsið) til børnini at ganga á niðan í skúlan. Tann gamla gøtan er norðan fyri Strandatún 4. Tey, sum koyra børn í skúla, skulu tí