væntar ráðgeving og vegleiðing, og møguliga er heldur ikki so nógvur peningur í føroysku virkjunum, som eitt nú teimum donsku. Arbeiðseftirlitið er ein ráðgevandi stovnur, men har eru trý fólk og arbeiðsbeiðsbyrðan [...] fram. - Nú hava vit svarini frá starvsfólkunum, og tankarnar hjá leiðsluni, og næsta ár hyggja vit eftir, um tað er gjørt, sum starvsfólkið hevur eftirlýst, og sum leiðslan hevur sagt seg vilja gera, sigur [...] ið og trygdina á arbeiðsplássinum. Um kappingina Fyri at vera við í kappingini um ársins arbeiðspláss á ár, skuldi fyritøkan hava minst 25 starvsfólk og arbeiði merkt av at vera fysiskt aktivt. 20 fyritøkur
Hilda og Allin eru bæði fødd og uppvaksin í Nesi, har tey settu búgv. Tey eru bæði fødd í 1925 og hava upplivað ta trongu og berligu tíðina í 1930 árunum, tá ið árslønin hjá fiskimonnunum lá ímillum 300-700 [...] meira enn 20 ár. Í einum so longum hjúnalagi sum hjá Hildu og Allanum, har maðurin hevur havt sítt arbeið fyri ein stóran part á sjónum, har ilt er at byggja borð fyri báru, og á landi í bakka og í bjørgum [...] elska og virða bygdarlívið ? tað, sum eftir er av tí. Umframt at halda húsið, sum fitt av ogn liggur til, er Hilda enn røsk til hendurnar bæði at binda og baldýra. Í ungdómsárunum var hon burtur og tænti
Vitin skuldi tendrast, tá ið sólin fór niður og sløkkjast, tá ið hon kom upp. Frá 20. mai til 20. juli var vitin sløktur. Lanternan skuldi hvønn dag pussast og avstøvast. Tað tók um ein hálvan tíma. Vitin [...] sjónum. Pápi gekk eisini í kirkju og hevði okkum við. Var ikki farið í kirkju bleiv lisin lestur heima. Mamma og pápi fóru viðhvørt til altars. Tá gjørdi eg døgurðan, og var tað vanliga fiskafrikadellir [...] roknskapur yvir nýtslu av gassi og øðrum. Eisini skuldu gerast veðurmátingar. Hetta plagdi at vera arbeiði hjá mær. Vit skuldu eisini øll læra at tendra og sløkkja vitan og at skifta gassfløskur, um pápi
New York uppliva av valstríði er alt gjøgnum sjónvarpið. Vit síggja Bush og Kerry flúgva frá stati til stat og halda veljarafundir og lýsingar, har teir hvør í sínum lag royna at minka um trúvirðið hjá m [...] Petersen og vísir á, at Kerry vil broyta heilsuverkið til at líkjast tí skandinaviska. Lívligt valstríð í smáplássunum Seinasta vikuskiftið vóru Andrias Petersen og konan Katrin í North Carolina og vitjaðu [...] Fulcher, sum hevur sitið í 20 ár í the North Carolina Senate og nú stillar uppaftur til N.C. Senate fyri Demokratarnar í Carteret County. Fulcher er útbúgvin studentaskúlalærari, og hevur tí stóran áhuga fyri
ótolin og gerist lætt ágrýtin, um okkurt fangar mín áhuga. Tá eg fái áhuga fyri onkrum, leypi eg avstað og havi als ikki stundir at bíða eftir hinum, og tá hini so umsíðir eru sannførd um mína søk og taka [...] út um hansara fakliga øki. Hann lesur nógv og fylgir sera væl við, og hann hevur klárað seg væl bæði í Føroyum og úti í heimi. Hann er hjálpsamur, erligur og óttast ikki at siga tað, sum liggur honum á [...] at arbeiða og koma til úrslit, og eg havi notið frælsið at royna nýggjar leiðir. Skapa føroysku myndugleikarnir so nóg stórt rásarúm og nóg góðar umstøður til tey, sum taka tungu tøkini og standa við stóru
hyljar, tá uppgangur er, og har varð sandur tikin og borin í spannum heim til bygdina. Hetta arbeiði vóru skúlabørnini við til at gera, og síðani hylurin kom, hava skúlin og skúlabørnini verið við [...] summar hevur hylurin verið til gleði fyri svínoyingar og vitjandi. Góðveðursdagar hava bæði børn og vaksin hildið til haruppi, og gleðisróp og látur hava borist oman í bygdina. Nú eru svínoyingar [...] vorðið sera vanligt, men Svínoy er brimpláss, og tað er ikki trygt at svimja á sjónum nakrastaðni. Men svimjihylin hava vit, og hann hava vit brúkt, og vóna at kunna brúka hann mong ár framyvir.
undirgrundini í 1994. Hann segði annars, at oljuleiting og oljuvinna eiga fyrst og fremst at menna føroysku vinnuna, so hon betur kann laga seg til broytingar og gerast kappingarfør í altjóða høpi. Fyrsta stigið [...] in um landgrunnsmarkið millum Føroyar og Bretland. Málið hevur verið á skránni í 20 ár. Tær samráðingar, sum byrjaðu fyri sjey árum síðani, hava verið truplar og hava ikki higartil ført til nakað úrslit [...] miðvíst við málinum, og eg vóni, at vit fáa eina skjóta loysn við bretar. Tað er eingin ivi um, at markið millum Føroyar og Bretland er eitt tað mest átrokandi málið at fáa loyst. Og tað verður eisini arbeitt
Føroyar 2001 og 2003, ymiskar veitslur, konsertir og til dans. Déjá Vu var millum bestu bólkarnar í Prixnum seinast, og tá endaðu teir sum nummar 2 í finaluni, eftir at teir høvdu havt eina góða og inniliga [...] trummur og Arnold Ludvig spælir bass, og teir báðir tónleikararnir leggja ein sera góðan og tryggan botn undir tónleikin hjá fólkinum. Síðani er tað uppgávan hjá Una R. Debess at spæla gittar og syngja [...] skrivað tónleik sjálvir, og partur av hesum er komin út á fløgu. - - - LAMA SEA Janus Rasmussen - sang og gittar Jón Klæmint Hofgaard - gittar og sang Sakaris Emil Joensen - bass og sang Tróndur Herason -
missur arbeiði. So má hann eisini spara og fær ikki ráð at keypa klæðir og klippa sær og so missur hárfríðkarin og krambakallurin starvið. So fáa tey eisini verri ráð og soleiðis enda vit í eini endaleysari [...] arbeiði, summi eru kanska í vanda fyri at missa hús og heim og tey, sum eru nóg ung, rýma av Tvøroyri, kanska eisini úr Suðuroy og kanska enntá av landinum og tað er ein vanlukka, sigur búskaparfrøðingurin [...] at útsøgnir, sum hesar, kunnu ikki føra ikki til annað enn at skapa ótta og stúran og eru við til at ræða fólk av landinum. Og hann leggur afturat, at verður førdi politikkurin, soleiðis, sum landsins
sanniliga eisini úti um landið og ikki minst í Klaksvík og á Kambsdali og Bjørn hevur eisini sæð týdningin av smærri bygdskúlunum sum t.d. á Viðareiði. Skúlin í Klaksvík er samanlagdur og o.so.fr.... Samstundis [...] 2013 bygdu land og kommunur fyri tilsamans 630 mió. kr. og í 2015 eru játtaðar 850 mió. kr. til bygging. Arbeiðsloysið er næstan burtur og vit byggja nýggjar skúlar, sjúkrahús, ellisheim og stovnar til fólk [...] Norðoya Sambandsfelag Hóast Sosialurin og Dimmalætting hava kappast um at heitt á løgmann at leggja frá sær og Kringvarpið hevur dyrkað ofta brongluta málburð løgmanns og dyrka fram skandalusøgur so tala avrikini