Lítlasystir við familju koma heim til okkum, og her fara vit at eta sushi og annað gott. Eigarafelagið her í Hoyvík skipar fyri faklagongu og báli, so tað fara vit til. Tað sigur Jákup á Borg. - Kona mín [...] er ikki serliga glað fyri fýrverk, men tað eri eg hinvegin, og mær dámar sera væl at skjóta fýrverk saman við børnunum. Hvat var tað besta, sum hendi í 2024? - Tað er ikki nakað bestemt ella spesifikt, [...] ið eg haldi vera best, sum er hent í 2024. Tað besta við 2024 er, at vit sum familja hava tað gott - eru frísk, glað og vísa hvørjum øðrum massar av kærleika. Jákup á Borg heldur, at hann er sera heppin
eisini skal síggjast aftur í yngri deildunum. Tað er týdningarmikið at hava eitt gott næstbesta lið, ið aloftast er lopfjølin hjá felagsins egnu leikarum til besta liðið. Fyrrverandi landsliðsleikarin starvast [...] ð 2024 var heldur tungt fyri næstbesta liðið hjá AB. Tað eydnaðist ikki at seta fastan venjara, og tí vóru fleiri, ið skiftust um at hava liðið til dystir. AB endaði nummar 8 av 12 liðum við 27 stigum [...] anda, og hetta er ikki nøktandi. Tað gjørdist eisini eitt rúgvismikið arbeiði at manna liðið, tí í teimum 22 dystunum í 2. deild brúkti AB heili 63 leikarar. Hóast tað er gleðiligt, at felagið kann heita
byggiloyvið til ætlaðu byggingina av protein & lýsiverksmiðjuni. Hesum boðar Tvøroyrar Kommuna frá í dag. Tað var fyri júst tveimum árum síðani, at Varðin Pelagic søkti Tvøroyrar kommunu um loyvi til at víðka [...] víðka um teirra virksemi á havnarlagnum eystan fyri verandi virkisbygning. Tað eru ikki øll, sum halda tað vera eitt gott hugskot at loyva Varðanum Pelagic at byggja út. Felagsskapurin "Livilig Kor" hevur [...] 60 m høgum skorsteini gerast. Harumframt skal gerast ein goymsla til kemikalii, goymslutangar til protein og lýsi umframt tangar til súrløgu og meyrusýru. Á myndini niðanfyri: Ólavur Bjarkhamar, raks
stór – so stór, at tað ber ikki til lýsa hana í orðum. - Fáur mundi duga at ímynda sær, at tveir av okkara royndastu monnum blivu tiknir frá okkum henda dagin. Menn, sum dugdu sítt yrki til lítar. Men, lagnan [...] tykkum, og tað gera mong við okkum. Tað kundi eisini gingið nógv verri, tí teir av manningini, ið vóru á brúnni, vóru illa staddir, og tann eini stóð har frammi einsamallur og helt sær í tímar. Gott at vit [...] fyri minningarhaldum. - Hin 11. mars tók Fiskimannafelagið stig til at samla alla manningina – bæði limir og ikki limir - á Velbstað. Tað var hjartanemandi at sita saman við hesum megnarmonnum, sum knappan
eftir, tá mánaðurin er úti. – Tað er eitt ávaringartekin Sigrið Zachariasen heldur, at tað er gott, at ljós verður varpað á hendan trupulleikan, tí tað kann vera við til at hjálpa fleiri familjum – og [...] hava tey eina hóming av, hvør tað er, ið mest hevur tørv á hjálp: – Ár eftir ár er tað mest stakir uppihaldarar. Einsamallar mammur til dømis, sigur hon og vísir aftur á, at tað enn er sera ymiskt. – Har eru [...] og her hava politikararnir eina ábyrgd. – Tað kundi gott verið gjørt meira politisk fyri at hjálpa hesum familjunum. Vit síggja jú, at tað er ein tørvur. So tað er absolut nakað, man eigur at taka í álvara
rísalamande omaná. Jóladag er tað lambskjøt, rómaeplir, grønmeti og sós til døgurða og onkur heimagjørd dessert, smákøkur, karamellur og annað søtt, ið hoyrir jólunum til. Veronika Petersen sigur, at 2 [...] men júst, hvat tað verður, er støða ikki tikin til. - Vit fara neyvan at sita svong 2. jóladag, sigur hon brosandi. Hon sigur, at hon hevur keypt einar 15 jólagávur. Gávurnar eru til tey nærmastu og onkur [...] Eg vildi ynskt, at eingin familja í Føroyum kendi seg fíggjarliga sperda, tí tað er jól. Jól og tað, sum hoyrir jólunum til, mugu vit vaksnu taka ábyrgd av, so vit ikki liva yvir evnir á jólum. Hon leggur
Jóladag og 2. jóladag verður tað saman við familjuni her heima í Skálavík. Tað sigur Martin Kúrberg, sum jóladag eisini fer at brúka nakrar tímar á Herberginum. - Eg takki fyri tað lívið, eg fekk eftir misbrúkið [...] fara at plága menniskju. Martin Kúrberg sigur, at tað er eisini hansara ynski, at tey menniskju, sum tørva hjálp, verða sædd í tí støðu, tey eru í og fáa tað, teimum tørvar. - At enda vil eg ynskja øllum eini [...] at eta gás, sigur hann. Keypir tú jólagávur? - Eg plagi at keypa konuni jólagávu og annars okkurt til børnini, hóast konan hevur stýr á tí partinum. Hvønn týdning hava jólini fyri teg? - Jólini eru fyri
míni og hennara synum. Í dag, jóladag, eru vit boðin til svigarinnuna. Tað sigur Heidi Prior, sum vísir á, at 2. jóladag bjóða foreldur hennara altíð til nátturða heima hjá teimum. Hvat eta tit á jólum? - [...] Sandavágs kirkju jólaaftan altíð nakað serstakt og nakað, eg síggi fram til. Hevur tú eitt jólaynski? - Eg havi helst nógv jólaynskir, men tað, sum eg ynski allar mest, er, at øll kunnu hava eini góð og friðsæl [...] - Jólaaftan eta vit altíð gás frá babba og nógv annað gott. Hvønn týdning hava jólini fyri teg? - Jólini hava stóran týdning fyri meg. Eg elski friðin, løturnar saman við mínum kæru, og so er løtan í Sandavágs
Jólaaftan var tað dunna og rísalamande, og hinar dagarnar verður tað kjøt og fleskasteik. Tað sigur Anna Thomsen í Skúvoy. Keypir tú jólagávur? - Ja, eg keypi til sjey ommubørn og til tey nærmastu. Hvønn [...] Thomsen vísir á, at tað er ikki altíð so lætt at ferðast út til Skúvoyar og heimaftur hesa tíðina av árinum. - Eg havi í nógv ár bjóðað teimum, sum sita einsamøll í Skúvoy, út til okkum at eta 2 jóladag [...] Hvønn týdning hava jólini fyri teg? - Jólini hava kirkjuligan týdning, og tað at vera saman við fólki. Hon sigur, at børnini eru í Danmark og Íslandi, og her eru ávikavist trý og fýra ommubørn. - Ein ommusonur
Lívfrøði og náttúran og havið, og tað, sum har livir, hevur altíð átt stóran áhuga hjá Kára, og tá ið tað lá væl fyri í skúlanum, so var tað ikki so óvæntað, tá ið hann fór til Keypmannahavnar at lesa lívfrøði [...] fluttu til Føroyar og Klaksvíkar. Tað var neyðugt hjá Sámali í Skorini rektara í nýggja studentaskúlanum við Gøtugjógv at fylgja væl við teimum, sum lósu og vóru skikkað til lærarastørvini, tí tað á bygd [...] KÍ, so var Kári góður ítróttarmaður, og tí lá tað raðið fyri, tá ið hann umframt lívfrøði las ítrótt á lærda háskúlanum. Tað kundi verið soleiðis, sum tað hevur verið hjá so mongum, tá ið Kári á flatlondum