Grein úr Sosialinum 13. desember 2024:
Tríggir listar stillaðu upp til kommunuvalið í Sunda kommunu, harav listi A bara hevði eitt valevni, sum var Óla Jákup Kruse, og hann fekk 11 atkvøður.
Listi B var ein reinur kvinnulisti, har tilsamans átta kvinnur bjóðaðu seg fram, og listi C var ein blandaður listi við tveimum kvinnum og níggju monnum.
Av tilsamans 11 býráðslimum í Sunda kommunu, fekk kvinnulistin (B) fýra umboð, Jóhonnu Paulu við Streym, Lenu Dam, Rakul M. Johansen og Ingibjørg Egholm.
Listi C var væl mannaður við 11 valevnum, og her vóru bæði sitandi borgarstjóri og varaborgarstjóri, umframt onnur, sum sita í býráðnum í dag.
Tá avtornaði fekk list C sjey umboð, harav seks menn og eina kvinnu og kvinnan, sum varð vald á hesum lista, var Hallgerð Hansen.
Merkisvert var, at sitandi borgarstjóri, Jógvan Kruse, samanlagt endaði á einum fjórða plássi við 99 atkvøðum í nývalda býráðnum.
Tey, sum fingu flestar atkvøður í nývalda býráðnum, vóru Eyðstein Zachriasen, sum er varaborgarstjóri í sitandi býráði, Marni Eyðolvsson Joensen og Jóhanna Paula við Streym – øll vald á lista C uttan Jóhanna, sum varð vald á kvinnulistanum, lista B.
Hesi trý, sum endaðu frammanfyri sitandi borgarstjóra, fingu ávikavist 168, 158 og 128 atkvøður.
Nývalda býráðið í Sunda kommunu sæst aðrastaðni her á opnuni, og her sæst eisini, hvussu nógvar atkvøður hvør einstakur býráðslimur fekk á seinasta vali.
##med2##
Ungur borgarstjóri
Eftir kommunuvalið hevur tað eydnast 26 ára gamla, Eyðsteini Zachariasen, sum fyrstvalda býráðslimi at tryggja sær meiriluta fyri borgarstjórasessinum og hóast ungur, men við royndum sum varaborgarstjóri í verandi skeiði, hevur hann ikki verið í iva um at tikið við avbjóðingini, nú møguleikin beyðst.
- Eg stillaði fyrstu ferð upp sum 18 ára gamal á kommunuvalinum í 2016, og mær vantaði nakrar fáar atkvøður fyri at koma inn. Síðan gingu fýra ár, og eg stillaði uppaftur í 2020. Tá varð eg valdur og gjørdist sum 22 ára gamal - og mær kunnugt - yngsti varaborgarstjóri í Føroyum nakrantíð.
Í skeiðnum, sum nú nærkast endanum, hevur Jógvan Kruse sitið sum borgarstjóri og Eyðstein Zachariasen sum varaborgarstjóri í Sunda kommunu.
- Eg havi verið formaður í trivnaðarnevndini, og eg havi eisini sitið í fíggjarnevndini, og nú eg gerist borgarstjóri, er borgarstjórin altíð formaður í fíggjarnevndini, sigur hann.
Á kommunuvalinum í 2020 fekk Eyðstein 91 atkvøður, sum var eitt gott val, men hesaferð gjørdi hann eitt framúr val og gjørdist toppskorari við heili 169 atkvøðum, sum var úrslitið eftir fínteljing.
- Eg gav til kennar undan valinum, at um eg fekk eitt gott val og annars fekk møguleikan at gerast borgarstjóri – ja, so fór eg at bjóða meg fram. Tað gjørdi eg eisini, og nú er tað ein veruleiki, at eg siti við borðendan í býráðnum eftir 1. januar 2025, sigur hann.
##med3##
Aktivur og sjónligur
Men, hvussu ber tað so til, at valið hesaferð gjørdist so gott?
- Eg havi roynt miðvíst at verið sjónligur og aktivur í hesum valskeiði, og eg havi arbeitt við teimum málum, eg setti mær fyri. Sjálvur haldi eg, at tað er hetta, sum hevur givið úrslit.
Eyðstein Zachariasen vísir á, at tað eru fimm valstøð í Sunda kommunu, og hann fekk atkvøður á teimum øllum – tó at tað bara var hin eina á tí eina valstaðnum.
- Á valinum í 2020 vóru eini fimm fólk uppstillað í Hvalvík/ Streymesi, og tá eydnaðist mær at fáa 78 atkvøður í báðum bygdunum. Hesaferð vóru eini tíggju fólk uppstillað her í økinum, sum eg búgvi, og kortini eydnaðist mær at fáa 126 atkvøður í Hvalvík/ Streymnesi.
Hann vísir á, at tá tað so eisini eydnaðist honum at fáa fleiri atkvøður eitt nú á Oyrarbakka, sá tað rættiliga gott út fyri hansara viðkomandi.
- Jú, eg hevði sum heild góðar vónir um valið, men eg hevði kortini ikki væntað, at valið fór at gerast so gott.
Eyðstein sigur, at hann í valskeiðnum hevur havt nógv sambond, og at hann eisini hevur roynt at svarað øllum, sum hava vent sær til hansara.
- Mær dámar væl at samskifta, og eg havi eisini tikið mær ta tíð, tað tekur at samskifta við fólk kring um í kommununi.
Komandi borgarstjórin sigur, at eitt av hansara vallyftum í 2020 var, at ítróttur, felagslív og trivnaður annars skuldu raðfestast hægri og við fleiri pengum, har tað er neyðugt og møguligt.
Tí kom tað eisini væl við hjá honum, at hann í skeiðnum, sum nú nærkast endanum, ikki bara hevur verið varaborgarstjóri, men eisini formaður í trivnaðarnevndini.
- Vit hava fingið góð venjingarhøli við Margáir og nýtt spælipláss í Haldórsvík. Nýtt spælipláss er eisini í gerð omanfyri skúlan í Hósvík eins og millum barnagarðin og skúlan í Hvalvík, og ábøtur eru gjørdar á onnur spælipláss og trivnaðarøki kring um í kommununi.
Eyðstein sigur, at sitandi býráð eisini setti sær fyri, at stuðulin til smærri feløg og onnur í kommununi, sum hava eitt miðvíst ungdómsarbeiði, skuldi hækkast við 5000 krónum um árið – úr 30.000 upp í 50.000 krónur í valskeiðnum.
- Her hugsaðu vit eitt nú um judo, skótar, skjótifelag og samkomur, sum gera eitt gott og miðvíst arbeiði fyri børn og ung, sigur hann.
##med4##
Kommunan væl fyri
Hóast Sunda kommuna seinnu árini hevur gjørt stórar íløgur, eitt nú í skúla og ítróttarhøll á Oyrarbakka, ítróttarøkið við Margáir, útstykkingar á Oyrarbakka og brúnna millum Streymnes og Hvalvík, umframt ymiskar aðrar størri og smærri íløgur, er kommunan kortini væl fyri fíggjarliga.
- Eg vil meta, at vit hava gjørt íløgur seinastu átta árini fyri einar 200 milliónir, og kortini er skuldin hjá kommununi í dag minni enn 40 milliónir krónur. So, kommunan er rættiliga væl fyri fíggjarliga.
Hann vísir á, at í skeiðnum, sum nú liggur fyri framman, er ætlanin at fara runt í teimum 11 lutfalsliga smáu bygdunum í kommununi og spyrja fólkið, hvørjar íløgur tey halda skulu gerast.
- Vit vilja vitja runt í øllum bygdum og lurta eftir fólki. Tørvirnir kunnu vera ymiskir, og vit vilja seta sjøtul á og loysa mál, sum fólk halda liggja á láni, og vit vilja loysa uppgávurnar í størst møguligan mun í tráð við ynskini hjá fólkinum.
Hann sigur, at tá tey hava vitjað runt í øllum bygdum, verður løgd ein ætlan fyri, hvussu málini kunnu loysast.
- Tað eru jú nakrar bygdir í kommununi, sum ikki hava umboðan í býráðnum, og tær skulu sjálvsagt eisini hoyrast. Tí er tað so týdningarmikið, at vit koma út í hvønn krók.
Eyðstein leggur aftrat, at eitt, sum hann ynskir skal liggja frammarlaga, er vanligt viðlíkahald og ábøtur kring um í bygdunum.
- Tað eru eisini vegir, sum eru í vánaligum standi, eitt nú vegurin við Norðskála, og tað eru kirkjugarðar, sum mugu útbyggjast. Haraftrat má arbeiðið við kloakkunum halda fram, soleiðis at vit koma nærri málinum.
Hann sigur, at tey, sum eru vald, fara at seta seg saman og hyggja eftir, hvørjar íløgur annars skulu gerast tey næstu árini, og hann væntar, at tvær av størru íløgunum í komandi valskeiði verður ein nýggjur frítíðarskúli og ein nýggj brandstøð á Oyrarbakka.
- Ætlanin hjá okkum í gamla býráðnum, sum situr fram til árslok, var at lækka skattin 0,25 prosent og hækka barnafrádráttin við 1000 kónum næsta ár – úr 6.500 upp í 7.500 krónur fyri hvørt barnið.
Hann sigur, at hesum tók hann undir við, men tá eitt broytingaruppskot var at lækka skattin 0,50 prosent og framvegis hækka barnafrádráttin, var hann ikki fyri hesum.
- Eg helt, at hetta var eitt ov stórt inntriv í fíggjarætlanina í einum og eitt ov stórt inntriv ætlaða íløgukarmin.
Eyðstein sigur, at tá skattaprosentið lækkar eitt hálvt prosent, minka inntøkurnar við umleið tveimum milliónum, og tað kann skjótt síggjast aftur á íløgukarminum, sum býráðið annars ynskir at hava.
##med5##
Ein kommuna í 20 ár
Tað eru bara 20 ár síðan, at tað vóru fleiri smærri og sjálvstøðugar kommunur kring Sundalagið og heilt norður til Tjørnuvíkar og Gjáar.
Tú skalt ikki vera serliga tilkomin fyri at minnast tíðina, tá eingin Sunda kommuna var, soleiðis sum vit kenna hana í dag.
Men, komandi borgarstjórin í kommununi er so mikið ungur, at hann minnist ikki hesa tíðina.
##med9##
- Eg var bara seks ára gamal, tá kommunurnar løgdu saman, og vit fingu Sunda kommunu. So, eg minnist einki annað enn, at Sunda kommuna altíð hevur verið til. Soleiðis havi eg heldur ongar fordómar um, hvussu tað var frammanundan – um tað var gott ella minni gott, at her vóru fleiri smærri kommunalar eindir.
- Hin 1. januar komandi ár verða 20 ár liðin, síðan vit fingu Sunda kommunu, og vit hava eisini sett pengar av á fíggjarætlanini fyri 2025 at hátíðarhalda hetta, men tað verður ikki beinanvegin í árinum.
At Eyðstein Zachariasen ikki veit um annað enn, at hetta er ein kommuna, ger tað eisini so mikið meira náttúrligt hjá honum at arbeiða fyri alt økið.
- Vit eru ein kommuna við 11 bygdum, og tað er púrasta náttúrligt fyri meg at arbeiða fyri alt økið, sigur komandi borgarstjórin.
Hann heldur ikki, at tað fer at koma upp á tal í nærmastu framtíð at tosa um nýggjar samanleggingar í økinum, tó at Eiðis kommuna líka sum liggur ímillum Sunda kommunu og Gjógv, sum er partur av samanløgdu kommununi.
- Nei, tað dugi eg ikki at síggja. Vit hava eitt gott samstarv við Eiðis kommunu, her vit hava felags lið í eitt nú fótbólti, hondbólti og judo, og talvfelagið er eisini felags. Í løtuni útbyggja vit læknaviðtaluna saman, og saman stuðla kommunurnar feløgunum, sum hava limir og leikarar í báðum kommununum.
##med8##
Eyðstein vísir á, at bussleiðin, sum byrjaði í Sunda kommunu fyri nøkrum árum síðan, nú eisini er felags, og Eiðis kommuna leigar seg eisini inn í Skúlan á Oyrarbakka við sínum framhaldsskúlanæmingum.
- Eg haldi, at vit hava eitt sera gott samstarv, og eg dugi ikki at ímynda mær, at her verður nøkur samanlegging í nærmastu framtíð.
Hann sigur, at tað eru ynskir frammi um, at felags bussleiðin skal koyra longri út á kvøldarnar, soleiðis at børn og ung, sum eitt nú venja ella eru saman í øðrum samanhagi og sum búgva í útjaðararunum av økinum, har bussleiðin koyrir, kunnu sleppa heimaftur nakað seinni á kvøldi.
- Ungdómurin íðkar ítrótt, og fólk ganga til tónleikaundirvísing. Onkur gongur á sernám, og fleiri ganga í ungdómshúsið á Oyrarbakka, sigur hann.
##med6##
Trivnaður gevur vøkstur
Nývaldi borgarstjórin sigur, at hóast hann er ungur, hava hesi seinastu fýra árini sum varaborgarstjóri givið honum eina góða barlast at taka við leiðsluni í kommununi.
- Starvið sum sølufólk og seinasta árið sum søluleiðari á Bilasøluni hevur eisini givið mær nógvar og góðar royndir. Her hittir tú nógv nýggj fólk við ymiskum bakgrundum og ymiskum tørvum. Jú, eg haldi at starvið sum sølufólk eisini kann hjálpa mær at lýsa øll tey positivu tingini, sum er í okkara kommunu.
##med7##
Eyðstein Zachariasen heldur, at tann mest náttúrligi fólkavøksturin í einari kommunu er, tá fólk trívast.
- Fært tú fólk at trívast, har tey búgva, kemur fólkavøksturin av sær sjálvum, um kommunan annars skapar grundarlag fyri, at fólk kunnu seta búgv. Útstykkingar eru neyðugar, men tað kunnu vera ymiskar meiningar um, hvussu tær skulu fremjast.
Hann sigur, at kommunan seinnu árini hevur tikið nøkur grundstykki innaftur, sum hava ligið óbygd í fleiri ár.
- Hesi verða nú seld útaftur, og eg haldi, at hetta hevur riggað væl og letur upp fyri, at fleiri kunnu seta búgv í kommununi.
Spurdur, um hann er spentur at taka við avbjóðingini sum borgarstjóri, sigur Eyðstein Zachariasen:
- Jú, eg eri ógvuliga spentur og vónríkur, og eg ivist onga løtu í, at hetta fer at ganga væl hjá okkum øllum, sum eru vald í nýggja býráðið. Eg havi uppbygt mær nakrar royndir, sum eg ætli mær at brúka, og eg ætli mær at halda fram við at vera umboðandi, sjónligur og at práta við fólk á leiðini – ella sum heild at vera ein aktivur partur í kommununi, sigur hann.
Nú hann tekur við sum borgarstjóri, og borgarstjórastarvið í Sunda kommunu er fulltíðarstarv, hevur Eyðstein Zachariasen sagt seg úr starvinum sum søluleiðari á Bilasøluni.
Vit kunnu leggja aftrat, at komandi borgarstjórin eisini hevur roynt sjólívið.
- Eg sigldi sum dekkari fyri Vørn í hálvt fjórða ár, og her var eg umborð á Brimli í hálvt triðja ár og í eitt ár umborð í Tjaldrinum, og eg stórtreivst.
Hann byrjaði eisini á skiparaskúla í august 2020, men gavst í desember hetta árið, eftir at hann tá varð valdur í býráðið í Sunda kommunu.
- Eg vildi gjarna leggja meira orku í býráðsarbeiðið, og hin 1. februar í 2021 byrjaði eg sum sølumaður á Bilasøluni og legði skiparaskúlan á hillina, sigur Eyðstein Zachariasen.
Fakta:
Sunda kommuna:
Fólkatal: 1800
* Norðskáli: 312
* Oyrarbakki: 154
* Oyri: 181
* Gjógv: 22
* Haldórsvík: 115
* Langasandur: 44
* Tjørnuvík: 43
* Saksun: 11
* Hvalvík: 260
* Streymnes: 330
* Nesvík: 0
* Hósvík: 328
Tal av skúlanæmingum
Hósvíkar skúli: 18
Hvalvíkar skúli: 23
Skúlin við Streymin: 231
Tilsamans: 272
Nývalt býráð í 2024:
Nr. Listi Navn Atkvøður
1 C Eyðstein Zachariasen 168
2 C Marni Eyðolvsson Joensen 158
3 B Jóhanna Paula við Streym 128
4 C Jógvan Kruse 99
5 B Lena Dam 82
6 C Hallgerð Hansen 75
7 C Haraldur S. Hammer 53
8 B Rakul M. Johansen 47
9 B Ingibjørg Egholm 44
10 C Rógvi Nybo 43
11 C Trygvi Kallsoy 37
Grein úr Sosialinum 13. desember 2024


















