Tað er ein maður í sjeytiárunum, sum er handtikin og skuldsettur fyri at hava skotið 59 ára gamla forsætisráðharran í Slovakia, Robert Fico. Álopið hendi eftir ein stjórnarfund í býnum, Handlova, sum liggur [...] miðlar seinnapartin í dag. Video-upptøkur vísa, at fimm skot vóru at hoyra, og seinnapartin hava tey á forsætisráðharraskrivstovuni váttað, at Robert Fico er raktur í búkin. Sambært soninum hjá tí, sum nú [...] hevur ætlað, hvat hann hevur tilrættalagt, og hví hetta hendi, sigur sonurin við útlendskar miðlar. Á Facebook-vanganum hjá forsætismálaráðnum verður sagt, at Robert Fico hevur fingið lívshóttandi løstir
drápsroynd. Robert Fico er í skundi fluttur á sjúkrahús, har hann fær viðgerð. Sagt verður, at hann er lívshóttandi løstaður, men at hann var við vit, tá varð fór á sjúkrahús. Útlendskir miðlar vita at siga [...] latin av, og at forsætisráðharrin varð raktur av einum ella fleiri skotum. Eftir hendingina varð ein maður handtikin av løgreglu og lívvaktum, og hildið verður, at hetta er maðurin, sum skeyt forsætisráðharran [...] sigur pólski forsætisráðharrin, Donald Tusk. Eisini andstøðuflokkurin í Slovakia hevur fordømt álopið á forsætisráðharran og hevur avlýst eitt ætlað mótmælistiltak.
hálvleiki, tá ið dómarin bríkslaði fyri brotssparki til heimaliðið. Yngsti maður á liðnum, 17 ára gamli Bartal Páll Klein, tók uppgávuna á seg, men úr ellivu metrum sendi hann bóltin í tvørtræið. ÍF hevði í fyrra [...] Klein Venjari: Jákup á Borg ÍF: Jákup Jónsson – Tóri Nolsøe Olsen, Karl Løkin, Peter S. Ullum – Elvio Gelmini, Bogi Reinert-Petersen, Tonni J. Thomsen, Gundur E. Petersen – Dánjal á Lakjuni, Uros Stojanov
setningurin í kvøld er at vinna fulla úrtøku og leggja seg undir liðina á EB/Streymi, sum hevur fýra stig. Á odda fyri B68 er Jákup á Borg, og á odda fyri ÍF er Jákup Martin Joensen. Teir eru vinmenn, men í kvøld [...] í fyrsta triðingi av ársins landskapping í fótbólti. Tað verður á Svangaskarði, har altjóða dómarin Heini Ziskason Viðoy er 23. maður á vøllinum. B68 hevur vitjan av ÍF. Felags fyri toftamenn og fuglfirðingar [...] liði til sigur á Svangaskarði. Í steypatapinum í Trongisvági var saknur í B68 málverjanum Tórði Thomsen. Í kvøld er hann aftur millum B68 stólparnar. Liðformaðurin Aleksandur Ó. Jensen er á beinkinum saman
Suðurgrønlandi leygardagin, har ein 43 ára gamal maður læt lív nærindis býnum, Qaqortoq. Hendingin fór fram, tá tveir mans, sum vóru á einari jollu saman, endaðu á blámanum. - Annar maðurin, sum var í jolluni [...] vera hent soninum. Hann var farin úr Qaqortoq við kós móti Narsaq fríggjakvøldið, men tá komið varð út á seinnapartin leygardagin, var maðurin ikki komin til Narsaq. Grønlands Politi upplýsti yvirfyri Sermitsiaq
LGBT+ Føroyar hevur fleiri ferðir víst á, at ungir LGBT+’arar mistrívast í fólkaskúlanum orsakað av happing og ágangi vegna teirra kynsligu sannføring ella kynssamleika. Hetta er ein stórur trupulleiki [...] mussast, tað er bara ein samkynd kengura, sum verður happað og útihýst, tí hon er samkynd, og ein maður, sum er fyri fordómum, tí at honum dámar at pynta seg – t.v.s. at tað snýr seg um happing og fordómar [...] seta leikin í ein størri samanhang, eitt nú happing vegna húðarlit ella brek. LGBT+ Føroyar vil minna á, at fólkaskúlin skal rúma øllum børnum, eisini teimum, sum eru LGBT+’arar ella hava LGBT+’arar sum síni
javnaðarmanna byggir á falskar fortreytir. Hann byggir á lygnir. Tey mongu her á landi, sum tikið hava undir við avvápnaði, og hava sett álit sítt á linna, sátt og semju heldur enn á alsamt ógvusligari vápnamegi [...] Tað er einki óvanligt, at maður sum Jóanes fær ákoyringar aftan á slíka røðu. Ein, ið herjaði á, var fólkatingsmaður Javnaðarfloksins. Tað, sum hesaferð fekk øði í Sjúrð, var, at Jóanes ikki treytaleyst [...] vissu fyri trygdini í heiminum, eiga í løtuni einki umboð í politisku skipanini – hvørki á løgtingi, í landsstýri ella á fólkatingi. Tí eru vit eisini mong sum eru takksom fyri, at Jóanes vágar at taka orðið
Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at í løtuni er ógreitt, hvussu ferðsluóhappið er hent, men at talan er um tveir bilar, sum stoyttu saman. - Í øðrum bilinum var ein kvinna og í hinum ein maður. Enn eru [...] tí vita vit ikki í løtuni, hvussu óhappið hendi. Løgreglan sigur, at báðir persónarnir eru fluttir á Landssjúkrahúsið. - Soleiðis, sum vit hava skilt, er talan ikki um stórar sjónligar løstir, men vit
møguleikum bæði til gaman og álvara. Hesar serligu løturnar á vakra, breiða sandinum hava fest seg í minnið, og nú vil hann sum vaksin maður fegin geva alskin til sandin víðari til næsta ættarliðið. Hetta [...] i og skemtari í Íslandi, hevur júst í hesum døgum latið úr hondum nýggjan sang, sum kallast "Niðri á sandi." Jógvan, sum er hálvur árnfirðingur, var øll síni barnaár nógv hjá ommuni og abbanum í Árnafirði [...] bassi, trummum, violin, floytu og harmoniku, og tað er av sonnum ein fragd at hoyra vakra samanspælið á hesi upptøkuni av nýggja sanginum. Systkinabørnini Hans Hjalti og Jógvan arbeiða í løtuni við fleiri
65-ára gomul er talið av árum, sum tey í miðal hava eftir at liva. Útrokningarhátturin er grundaður á talið á livaðum døgum í Føroyum millum tveir føðingardagar, og tí spennir tíðarskeiðið yvir 2 kalendaraár [...] Tað skrivar Hagstovan í dag. Væntaður livialdur, á enskum 'life expectancy', er, hvussu leingi ein aldursbólkur í miðal hevur eftir at liva, um deyðatíttleikin fyri hendan og eldri aldursbólkar verður [...] frá 65 árum Væntaður livialdur kann eisini roknast sum eftirverandi liviár. Tað eru tey ár, sum ein maður ella kvinna í til dømis 65 ára aldri í miðal kunnu vænta at hava eftir at liva. Um ein persónur er