Kynsbýtið er meira enn bara eitt sindur skeivt í hópinum av rógvarum, sum umboða Danmark á OL.
Føroyingurin Sverri Nielsen er einsamallur maður millum 15 kvinnuligar rógvarar í París.
Hóast hann bert býr í íbúð saman við seks av sínum liðfeløgum, so viðgongur hann, at honum kundi havt dámt eitt sindur meira mansligan felagsskap í franska høvuðsstaðnum.
- Tað riggar tó væl, men eg haldi, at tað var synd, at vit ikki fingu nakrar dreingir afturat á liðið.
- Kanska serliga tveyaran hjá monnum, sigur Sverri Nielsen og vísir til Joachim Sutton og Frederik Vystavel, sum vunnu OL-bronsu fyri trimum árum síðani í Tokyo.
- Eg eri ikki super ekstrovertur. Eg meg fínt sjálvur, so eg komi niður av og á og síggi tey til ymiskar máltíðir og práti við tey til venjing.
- Tað er nóg mikið fyri meg, og so má eg ansa mær niðri í kamarinum, sigur Sverri Nielsen.
Frida Sanggaard Nielsen úr fýratanum við kvinnunum uttan stýrimann hevur lagt til merkis, at einsamalli maðurin í húsinum av og á goymir seg.
- Hann hevur sagt, at hann saknar nakað av testosteroni. Men tað kunnu vit ikki hjálpa við, sigur hon og fær restina av manningini í damufýrabólkinum at flenna.
- Vit síggja hann jú. Hann er partur av gentubólkinum, og vit hava tikið hann inn. Hann er vælkomin við.
- Vit bæði spæla kort og gera negl og gera hár. Hann skal vera hjartaliga vælkomin, men tað kann væl vera, at tað bara er kortspælið, sum er nakað fyri hann, sigur Frida Sangard Nielsen.
Sverri Nielsen viðgongur eisini, at hann hevur tað gott saman við gentunum, og har er faktiskt eisini møguleiki fyri einum mannfólkakjatti viðhvørt.
- Tað eru nakrir fýrar í starvsfólkahópinum, løgreglufólk og venjarar og ymiskt. So tað eru nógvir menn rundan um meg, sigur hann.
Sverri Nielsen hevur kvalifiserað seg til fjórðingsfinaluna í einkultscullara, meðan tær fýra hjá kvinnunum fara út í eitt uppsamlingsheat týsdagin.
Danmark hevur eisini kvinnutveyara uttan stýrimann og kvinnuáttara við í París. Manningin á ottaranum, har ein teirra er føroyska Sára Maria Johansen, býr inni í Olympisku bygdini.
Bæði tveyarin og áttarin verða á vatninum í dag. Tveyarin vann í innleiðandi, og áttarin rør klokkan 11. TV2 vísir róðurin.
/ritzau/