okkurin ikki vil tosa um aðra og skilabetri loysn enn loysing. Tað er av størsta týdningi, at føroyingar politiskt megna at gera semju um ríkisrættarligu viðurskiftini, um ikki næsta hálva øldin skal vera [...] (ES), sum vit hava valt ikki at vera partur av. Um vit vilja tað, ella ikki, so eru broytingar neyðugar. Vit skylda eisini uppvaksandi ættarliðnum, at viðurskiftini verða so greitt skipað, at tað til eina [...] , har eingin vísir seg at hava nóg sterkan rygg at fáa í lag eina politiska loysn á hesum øki. Loysing í sjálvum sær er einki endamál. Hinvegin kann tað bara verða skilagott, at vit fáa skipað viðurskifti
ØLD er við at hvørva í tíðarinnar hav er tað ikki av leið at gera støðuna upp. Í høvuðsheitum hava tríggjar politiskar hugsjónir gjørt seg galdandi. Umframt javnaðarhugsjónina er talan um kommunismuna [...] hevur havt avgjørda ávirkan á rikna politkkin, kunnu vit staðfesta, at arbeiði hevur verið til so at siga allar hendur, at londini hava framkomnar almannaskipanir, ein framkomnan heilsupolitikk, góðar ú [...] av sonnum um vælferðarsamfeløg, har fá hava ov nógv og færri ov lítið. MÁLSETNINGURIN fyri politikki javnaðarfloksins í 21. øld er at varðveita og útbyggja vælferðarsamfelagið. Vit vita, at nógvar nýggja
tvíhalda um miðlinjuna. Um bretar út frá taktiskum orsøkum hava viljað havt eitt mark, sum liggur langt vestan fyri eina miðlinju, er ilt at meta um. Helst hava teir kravt nóg mikið, so teir hava havt okkurt at [...] eigur ikki at viðgera slíkt, um tað kann skaða søk Føroya. TaÐ er okkara avgjørda meining, at føroyskir mynduleikar hava borið seg rætt atvið at tvíhalda um miðlinju. Men samtíðis halda vit, at málið er [...] hevur fylgt málinum øll hesi ár, at gera sær sínar egnu metingar. Eftir øllum at døma er tað komið til einkis millum partarnar á tí seinasta fundinum. At fundurin endar við, at formenninir skulu tosa saman
EINGIN ivi er um, at føroyskir politikarar fara at brúka hetta høvið til at seta út í kortið á nýggjum. Og soleiðis sum støðan er vorðin millum Føroyar og Danmark, er lítil ivi um, at tað fara at vera sterkar [...] royndu at sannføra floksfelagar í Danmark um, hvat var skilabest at gera. Teir vildu ikki lurta. Ein avleiðing varð, at veljarin revsaði javnaðarflokkin. Tað er annars siður millum javnaðarflokkar, at hesir [...] er eingin ivi um, at danskir myndugleikar eiga høvuðsábyrgdina av tí støðu, sum hevur tikið seg upp millum Danmark og Føroyar. Tað er eina og aleina donskum myndugleikum fyri at takka at tað loysnar meira
orðaskifti, men eftir tí vit hava skilt, so fór stjórin at blíva sitandi. Stuðulsflokkar hennara høvdu valt at geva henni eina stóra nøs heldur enn at tvinga hana frá við tí úrsitið, at ein borgarlig stjórn hevði [...] eru flokkarnir samdir um, at stjórnin skal taka upp samráðingar við føroyingar um eitt nú leiklutin hjá Den Danske Bank við tí fyri eyga at kanna møguleikan fyri sakarmáli ella at krevja eitt endurgjald [...] onnur loysn! Vit vóna ikki, at danska orðaskiftið fær tær fylgjur, at málið missir áhuga og at loysnin verður hareftir. Møguleiki er fyri, at luftin fer úr ballónini, og at tað í síðsta enda verða vit
talan um eina sera álvarsliga álitiskreppu millum Føroyar og Danmark. Tí hvussu vit enn venda hesum og royna at skilja donsku tiltøkini, so verður ilt at koma uttan um, at danir hava gloymt alt um virðing [...] verður at viga ómetaliga tungt í hesum máli. Tí verður ilt at gera alt hetta upp í pengum, so verður helst gjørligt at fella ein dóm, sum sigur, at danir við sínum huldu- og skýmaskotspolitikki hava vanvirt [...] 50 ár, og vit skulu hava bæði løgtings- og fólkatingsval. Fyri so ikki at gloyma, at vit fara inn í eitt nýtt ár við eini ikki sørt ambuteraði samgongu. MÍN sann ein stórur biti at svølgja. Spurningurin
num kring landið, um útlit vóru fyri lønandi rakstri. Seinastu árini er flokkurin tí eisini skuldsettur fyri at hava lagt flakavirki á hvørjum tanga, tí nú gongur rákið ímóti at hava so fá virki sum gjørligt [...] Tvøroyri fegnast um, at Javnaðarflokkurin er sinnaður at gera nakað við trupulleikarnar hjá útjaðaranum, sum varð meinast raktur í kjalarvørrinum frá búskaparkreppuni. TAÐ er ikki nýtt, at Javnaðarflokkurin [...] ikki endar á nøkrum fáum stórplássum. MEN neyðugt er við eini miðvísari ætlan, og neyðugt er, at politisku flokkarnir virka saman. Tað er heilt givið, at menningarætlan fyri útjaðaran kemur at kosta,
fullkomiliga og aftur hevur fingið gamla innihaldið: at føroyingar hava alla skyldina sjálvir, at talan er um oysl og yvirforbrúk og at orsøkin til at støðan er so fræg sum hon er í Føroyum, skyldast tiltøkunum [...] álvarsligt, at vit bera ótta fyri, hvat fer at henda, um løgmaður einsamallur sleppur at rutta við hesum máli, eins og hann hevur gjørt við so nógvum øðrum málum. Demokratiið í Føroyum má røkka út um skrivstovu [...] okkara uppgáva at gera arbeiðið. Tað er tí sera áhugavert at vita, hvat tingmenn, landsstýrið og umboð fyri Fíggingargrunnin, sum vitjar í Føroyum, hava í kvittanum. Tað má so vera okkara vón, at formaðurin
Eftir at hava koyrt alt í ein ellibita fer hesin maður nú út og proklamerar, at hann ætlar sær til Danmarkar at loysa bæði bankamál og skuld. At hann so um sama mundið leggur javnaðarflokkin undir at vilja [...] AT sambandsflokkurin og fólkaflokkurin hava staðið væl um sátt hava vit vitað leingi. Og at hesir flokkar ætla sær at samstarva í einum nýggjum landsstýri eftir valið - fáa teir valdið - tað vita vit eisini [...] mál til, at nakar flokkur má sleppa at spekulera í tí til egnan fyrimun. Allar góðar krefir eiga at leggjast í til tess at fáa Føroyum eina góða loysn. At løgmaður ætlar sær til Danmarkar at samráðast
tiðnar - heldur politiski leikurin um framtíð Føroya fram. Um tað verður neyðugt at telva, ella um danski forsætismálaráðharrin letur vera við at byrja talvið, fáa vit at vita næstu dagarnar, tá nýggi ja [...] samstarvi millum teir báðar flokkarnar - uttan at føroyski javnaðarmaðurin verður limur í tingbólki danska javnaðarmanna so hava føroyingar vunnið nógv. VIT eiga nevniliga ikki at gloyma, at tað er samstarvið [...] sítt til, at vit fingu vinnuliga nýskapan í tríatiárunum. At vit fingu almannalóggávuna í fimti árunum. At vit fingu fíggjarliga møguleikar at endurnýggja fiskiskipini í fimti- og sekstiárunum. At vit fingu