Framsýningin er opin í eina viku og er sett upp í sambandi við, at listamaðurin fylti 70 ár nú um dagarnar. Martin hevur teknað og málað eins leingi og hann hevur smíðað orð og løg. Vælkomin inn á gólvið
avgerandi fyrsta stig ímóti eini loysn fyri shipping-ídnaðin, men eisini eitt stig, sum kann eggja og greina vegin fram fyri aðrar starvsgreinir, har tað er trupult at minka útlátið, segði hann á røðarapallinum [...] sum hevur eftirlitið við reiðarínum, hevur eisini gjørt íløgur í menningina og nú stovnað eitt felag, sum skal byggja, eiga og reka verksmiðju, sum kann veita brennievni. Til brennievni frá danska virkinum [...] norska Equinor veita brennievnið til »Laura Mærsk«, sum skal sigla úr Týsklandi til Danmarkar og Svøríki og aftur. Fyri óvanda eyga líkist bingjuskipið øllum øðrum bingjuskipum. Tó eitt sindur minni, sum
Dómaurin var tvey og eitt hálvt ára fongsul. Harumframt skuldi hann rinda kvinnuni endurgjald. Teitur Skoubo kærdi dómin, og hann var fyri einum góðum ári síðani fríkendur fyri neyðtøku og harvið »bert« dømdur [...] endurgjald fyri órættvíst frælsistøku, og tað er hetta endurgjald, hann nú hevur fingið. – vit eru væl nøgd við upphæddina. Tað svarar til kravið, eg setti fram fyri Statsadvokatinum, sigur advokaturin
tjóð á hesum grundarlagið og metti tí, at nýval skuldi verða og samráðingar kundu so fara fram millum nývalda løgtingið og donsku stjórnina, um hvussu farast skuldi fram. Endin var, eftir boðum frá [...] sendi Løgtingið til hús, og val bleiv útskrivað til at verða í november 1946. Tá tapti Fólkaflokkurin og loysingarrørslan valið. Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Sjávsstýrisflokkurin skipaðu [...] Vit mega nú ásanna, at arbeiðsdagurin er byrjaður, og vera ikki blindir fyri, at byrðirnar kunnu til tíðir verða tungar, men ganga vit hóliga fram og virka út frá tí, at tú ongantíð leggur størri byrðar
sunnudagin, at illveðrið rakti Libya, og tað vóru serliga býirnir, Benghazi, Sousse, Al Bayda, Al-Marj og Derna, sum vórðu harðast raktir. Derna er strandarbýur, og her fórust tvær byrgingar, sum elvdu [...] sigur við AP, at hann og familja hansara klintraðu uppá takið á bygninginum, har tey búðu. Her stóðu tey og hugdu niður yvir fólkini, sum stríddust fyri lívinum. - Tey skríggjaðu og róptu um hjálp, leggur [...] vitni til. - Her liggja lík allastaðni - inni í húsunum, í gøtunum og á sjónum. Líkamikið, hvar tú vendir tær, sært tú deyðar menn, kvinnur og børn, sigur eitt hjálparfólk, Emad al-Falah nevndur, við AP tí
Formaðurin í Talvsambandi Føroya, Ingi Wiberg, hevur onga viðmerking til trætuna millum Talvsamband Føroya og Helga Dam Ziska. Dyggur smeitur At Helgi Dam Ziska ikki fer at umboða Føroyar í altjóða telving er [...] uppgávan møtimikil. Helgi Dam Ziska sigur, at hann vil ógvuliga fegin telva á føroyska landsliðnum, og harmast um støðuna, sum nú er íkomin. Helgi hevur verið fastur fúsur á landsliðnum síðani hann sum [...] á fyrsta sinni. Síðani 2008 hevur hann uttan slit røktað krevjandi uppgávuna á 1. borði í OL, í EM og í smálandakappingunum. Einasta undantakið var smálandakappingin í 2015. Talvsambandið hevur gjørt av
stórsigur 31-17 á Fyllingen. Í steðginum var VIking TIF á odda 18-7. Sostatt halda Viking TIF og Kristiansand fram í norsku steypakappingini. [...] Trý føroyingalið spældu dyst í norsku steypakappingini í kvøld. Helgi H. Hoydal og liðfelagarnir í Kristiansand vunnu seg víðari til áttandapartsfinalurnar við 37-24 stórsigri á Sandefjord á útivølli. [...] fyrra hálvleiki. Í steðginum var Kristiansand á odda 19-16. Helgi skoraði tvey mál. Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Bækkelaget taptu á útivølli 32-34 fyri Falk Horten. Bækkelaget var annars á odda 18-16
Kanningin skal lýsa hendingartilgongdina, og um tað er farið eitthvørt ólógligt fram í hesum sambandi, upplýsir løgreglan. – Ein løgreglumaður er farin út til skipið og skal gera innleiðandi kanningararbeiðið [...] ðið, sum millum annað er at avhoyra manningina og viðkomandi persónar umborð, skrivar grønlendska løgreglan í tíðindaskrivinum. Higartil er eingin ákærdur ella handtikin. Ferðamannaskipið sigldi á land
heilsugransking og 1% til undirvísing og útbúgving. Tað vil siga, at fyrstu 3 árini verða raðfestar 1,8 mió.kr. til heilsugransking árliga, og næstu 4 árini 1 mió.kr. um árið. Til undirvísing og útbúgving eiga [...] fáa umstøður og tíð til gransking og undirvísing, hava eina betri sjúklingaviðgerð. Arbeiðsbólkurin er sannførdur um, at eitt universitetssjúkrahús fer at vekja áhugan hjá fleiri læknum og øðrum heilsu [...] arbeiðsbólkinum vóru: Steinar Eirikstoft, Tummas í Garði og Gunnbjørg Guttesen fyri Sjúkrahúsverkið, Magni Mohr og May-Britt Skoradal fyri Fróðskaparsetrið og Birita Ludvíksdóttir, løgfrøðiligur ráðgevi hjá H
CNN skrivar, at samstarvið fyribils gongur fram til august í 2024. So verður mett, um tað skal halda fram. Endamálið er í fyrstu syftu at gagna umhvørvinum. Tí við at lata klæði á hotellinum, sleppa ferðafólk [...] klæðir við sær á ferðini. Ella ferðafólkið fær eitt lættari kuffert. Tað gevur minni vekt á flogfarinum og harvið minni útveiting av CO2. Verkætlanin er fyri tey veðurlagstilvitaðu. Tú rindar fyri at leiga [...] yvirskotsgoymslum. Hendan serliga tænastan verður nevnd »Any Wear, Anywhere«. Tú bíleggur klæði, stødd og leigutíðarskeið á eini heimasíðu. /ritzau/