CNN skrivar, at samstarvið fyribils gongur fram til august í 2024. So verður mett, um tað skal halda fram.
Endamálið er í fyrstu syftu at gagna umhvørvinum. Tí við at lata klæði á hotellinum, sleppa ferðafólk undan at hava klæðir við sær á ferðini. Ella ferðafólkið fær eitt lættari kuffert.
Tað gevur minni vekt á flogfarinum og harvið minni útveiting av CO2.
Verkætlanin er fyri tey veðurlagstilvitaðu. Tú rindar fyri at leiga klæðini í eitt ávíst tíðarskeið. Klæðini eru brúkt, men vaskað rein, ella frá yvirskotsgoymslum.
Hendan serliga tænastan verður nevnd »Any Wear, Anywhere«.
Tú bíleggur klæði, stødd og leigutíðarskeið á eini heimasíðu.
/ritzau/











