Løgreglan skal kanna hví Ocean Explorer fór á land

Løgreglan í Grønlandi skal kanna, um tað er farið eitthvørt ólógligt fram í sambandi við at ferðamannaskip sigldi á land í Grønlandi.

 

Grønlendska løgreglan er farin at kanna málið, tá eitt ferðamannaskip sigldi á land í Eysturgrønlandi.

Tað upplýsir grønlendska løgreglan í tíðindaskrivi.

Kanningin skal lýsa hendingartilgongdina, og um tað er farið eitthvørt ólógligt fram í hesum sambandi, upplýsir løgreglan.

– Ein løgreglumaður er farin út til skipið og skal gera innleiðandi kanningararbeiðið, sum millum annað er at avhoyra manningina og viðkomandi persónar umborð, skrivar grønlendska løgreglan í tíðindaskrivinum.

Higartil er eingin ákærdur ella handtikin.

Ferðamannaskipið sigldi á land seinnapartin mánadagin. Síðani hava tey roynt at fingið skipi leyst uttan eydnu. Tað eru 206 ferðafólk umborð.

/ritzau/

##med2##

##med3##

##med4##