systematisk. Verður rætt farið fram, kann byrgjast uppfyri tí mesta av tí, sum nú einaferð verður á leiðini. Men jú færri rivur eru, tess lættari er at koma ígjøgnum. Torført er tó at siga, hvat kann stinga [...] sindur at fyritreytunum. Miðfláirnar best Martin vísti eitt einfalt kort yvir Føroyar og leiðina tvørtur um Tangafjørð, sum er fjørðurin millum Eysturoyarlandið øðrumegin og Hvítanes hinumegin. Hann hevði [...] og tað sama er við tunlinum til Sumbiar, har stórir trupulleikar vóru við lendinum. Norðrari er betur Martin segði, at tess longur norður á Tangafjørð, vit koma, tess betur sær út, tí her er størri møguleiki
fótbóltsheystið eisini langt hjá teimum í botninum. Men nú fáa vit at síggja. Bólturin er framvegis rundur, og tað skal spælast og stríðast um stigini, og tað er orsøkin til, at tað framvegis er hugaligt og spennandi [...] hesum teiginum. Í dag er mikkjalsmessa, og EB/Streymur er ikki meistari. Toppliði so líkt, so vann EB/Streymur sær eitt stig í síðstu sekundunum í Runavík. 2-2 ber við sær, at tað nú er púra greitt, at talan [...] ikki kanna tær bitan, áðrenn hann er svølgdur. Men nú er støðan soleiðis, at um EB/Streymur ikki skal verða meistari, so skulu teir í Sundalagnum einki stig vinna í trimum teimum síðstu umførunum, og samstundis
verður broytt og enn minni hví hetta ikki verður nevnt í valstríðnum. Nú er tað bara meinigi føroyingurin, sum verður knokkroyttur, um tey skylda skatt ella mvg. Persónar, sum gjøgnum sítt/síni partafeløg [...] tilstande, der må ligestilles hermed, eller åndssvaghed i højere grad, straffes ikke. So er spurningurin um tað er henda greinin, ið verjir teir persónar, ið lata síni partafeløg fara á húsagang fyri at [...] myndugleiki hevur eftirlit við tí og kannar hetta. Peningalig orka er ikki til hetta, verður sagt frá mynduleikunum, men spurningurin er, um tað í veruleikinum ikki hevði loyst seg peningaliga at havt eitt
landi - nær ein kommuna er burðardygg, - men eg fái onki svar. Eg síggi annars í hesum uppskotinum, at Sandoyggin er burðardygg, at Sundalagið er burðardygt, men at Fuglafjørður er ikki burðardygg. Gøta/Leirvík [...] ella Eysturkommuna er heldur ikki burðardygg. Tá er tað, mann spyr seg sjálvan: Hvar er logikkurin. Tað eru nógvir mátar at argumentera uppá. Eg kann t.d siga, at Fuglafjørður er fimtstørsta pláss í landinum [...] mió. kr. um árið. Skulu vit ikki klára hesa uppgávu sjálvi? Ella um vit nú saman við grannunum meta, at vit gera hetta best í felag, lat okkum so sleppa at gera tað í friði. Og so eitt sindur um fólksliga
avgjørt klaksvíkingarnir, sum vóru betri nøgdir um málleysu hálvleiksstøðuna, og gleðin um hetta mundi ikki vera minni, tá okkurt um eitt korter var farið av seinna hálvleiki. Tá hevði innskifti Kenneth [...] at talan var um rangstøðu, og hvørt hetta er rætt, skulu ikki verða tiknir dagar ímillum á hesum síðum, men undir øllum umstøðum lat dómarin ikki við seg koma. KÍ kundi nú kanska bundið um heilan fingur [...] at hómast um veruliga frustratiónir á B36 liðnum, men við málinum hvurvu hesar so ruddiliga. Heimaliðið hevði nú stigini í sekkinum, spælið gjørdist meira frígjørt, og at kalla allir nervar um eitt ikki
hvussu langt tað arbeiðið er komið, men har er gongd í. ? Tað er rættuliga spennandi, men eg haldi ikki, at tey eru tilreiðar at koma alment fram við nøkrum enn, sigur hann. Somuleiðis er ætlanin um at byggja [...] Klaksvík: Nýggjasti bygningurin í býnum, læknamiðstøðin, er nú rættuliga farin at taka skap. Talan er um ein stóran bygning upp á 660 fermetrar, og tað er bara helvtin av honum. Klaksvíkar kommuna og Tryggi [...] eystarumegin, og yvirum. So her er somuleiðis talan um eina munandi øking av lendi í miðbýnum. Ein kann kanska spyrja seg sjálvan í dag, júst hvar er miðbýurin í Klaksvík, men um alt gongur, sum borgarstjórin
tríggjar dystir upp í slag hevur AB nú fingið stig, og tveir dystir upp í slag hevur AB skorað í yvirtíðini. Bjargingarbáturin hjá argjamonnum er flotaður, nú er spurningurin um teir klára at fáa nokk av luft [...] upp á níggjunda pláss við níggju stigum. Frástøðan til bjargingina er eisini minkað úr 11 stigum niður í sjey stig. Tað er framvegis langt á mál, men í seinasta dystinum fyri summarsteðgin fær AB vitjan av [...] halda argjamenn í hvørtfall. Hóast teir aftaná 11 umfør bara høvdu tvey stig, so er luft komið í bjargingarbátin, sum nú flýtur betri enn bjargingarbáturin hjá 07 Vestur. Við tveimum sigrum og einum javnleiki
og roynir seg, men hann er so kringur, at eg fari ikki innar. Alt er tó ikki broytt í Victoria Street kring Allson hotel. Fyrr vóru tvey hawkersentur, nú er bara eitt, og tað er harafturímóti slett ikki [...] kaffistovuni fyrr um kvøldið, men hon er burtur. Har hon lá, er komin ein risabygningur í mongum hæddum við poleraður veggjum, kaldur og púrt einki sigandi á nátt, men allarhelst fullur av lívi um dagin. Tað [...] vøkstur ut frá høgra vanga, sum er sum ein stór mangofrukt til støddar. Húðin er spent um henda tumor, sum slíkir vøkstrir verða kallaðir á læknamáli. Blíða andlitið er skemmað av vøkstrinum, og eg hugsi
eftir, um annar seyður er í skorini. Tað kann vera, tí hegnið, sum skuldi hildið honum burtur, er farið saman við rættini í vetur. Jú, tað er skjótt, at nýggjur seyðalortur er at síggja, so ivaleyst er seyður [...] kunnu sleppa at ganga í summar, um tær vilja tað. Men meðan vit ganga, finnur ein eina deyða rottu. Og tað er verri, tí hon er nýdeyð. So her er uttan iva rotta í skorini. So er bara at vóna, at giftin, vit [...] smávegis aftrat innantanna. Hesin siðurin verður hildin, og hann er góður. Tí ikki er ferðin vandalys, hóast talan í roynd og veru er um eina stuttleikaferð. Eini fýra eru vit, sum ikki hava verið við fyrr
Hon sigur, at tað varð ikki so nógv tosað um, hvørji tiltøk talan kann verða um. Tí veit hon ikki um talan verður um samhugaverkfall, ella onnur tiltøk. ?Tað er skjótt at seta tiltøk í verk, so tað skulu [...] afturat um tíman um árið, ella hvat tað verður. Men tey stúra fyri, at tað er júsat hetta, sum tað kann enda við. ?Tað eru nøkur av okkum sum frykta fyri, at orsøkin til, at semingsuppskotið er so lágt [...] mánakvøldið at tosa um støðuna. Tá vórðu ætlanir lagdar fyri, hvussu verkfallið skal skipast framyvir, nú onki er hent í tríggjar vikur. Ingeborg Vinther vil ikki siga, hvat talan verður um. ?Tað einasta, hon