Fótbóltur
EB/Streymur verður meistari á mikkjalsmessu. Tað hava vit so ofta spátt í hesum teiginum. Í dag er mikkjalsmessa, og EB/Streymur er ikki meistari. Toppliði so líkt, so vann EB/Streymur sær eitt stig í síðstu sekundunum í Runavík. 2-2 ber við sær, at tað nú er púra greitt, at talan verður ikki um FM endurtøku hjá NSÍ.
Tað er ikki ein spurningur, um EB/Streymur verður meistari, men heldur nær EB/Streymur verður meistari. Royndirnar hava lært teir í Sundalagnum, at tú skalt ikki kanna tær bitan, áðrenn hann er svølgdur. Men nú er støðan soleiðis, at um EB/Streymur ikki skal verða meistari, so skulu teir í Sundalagnum einki stig vinna í trimum teimum síðstu umførunum, og samstundis skulu kappingarneytarnir til FM heitið – um tað ber til at tosa um kappingarneytar – vinna fulla úrtøku burturúr trimum teimum seinastu umførunum.
HB og B36 eru níggju stig aftanfyri EB/Streym, og tað er longu greitt, at í hvussu so er annað av havnarfeløgunum fer ikki at vinna fulla úrtøku burturúr trimum teimum seinastu umførunum. Í næstsíðsta umfari – sunnudagin 19. oktober – eigur HB heimavøll ímóti grannunum í B36, og báðir partar fara sjálvandi ikki at fáa fulla úrtøku burturúr innanhýsis uppgerðini.
Tað er møguleiki fyri, at FM spurningurin verður svaraður longu næsta sunnudag. Tá fær EB/Streymur vitjan av B36, sum framvegis stríðist fyri at vinna silvurkrónurnar.
Um EB/Streymur fer at vinna ella tað verður javn ímóti B36, so verður FM heitið tryggjað heima við Margáir, og tað hevði sjálvandi ikki verið so galið. Men tað er eisini møguleiki fyri, at EB/Streymur verður meistari sunnudagin, hóast tað skuldi tørnað soleiðis út, at stórfavorittarnir ikki fingu stig ímóti árstalsfelagnum.
HB er á rætta sporinum eftir fulla úrtøku í torføra útidystinum í Sarpugerði, og sunnudagin eigur HB heimadyst ímóti meistarunum í NSÍ, sum við sigri í Gundadali kunnu leggja seg í favorittplássið í kappingini um silvurmerkini, um B36 ikki megnar fulla úrtøku við Margáir. Um HB og NSÍ spæla javnt, og um B36 ikki vinnur í Streymnesi, so verður EB/Streymur meistari sunnudagin.
Vit virða sjálvandi øll fyrivarnini, sum teir í EB/Streymi við sínum royndum taka. Men samstundis er tað torført at ímynda sær, at FM spurningurin ikki verður svaraður sunnudagin.
Og verður hann tað, so verður tað sonn avbjóðing at avgreiða tvey tey síðstu umførini, sum ikki vera á skránni fyrrenn eftir hálvan oktober. Tað kemst av, at tað annað vikuskifti ikki verður landskapping á skránni, tí tá fer landsliðið at spæla ímóti Eysturríki.
Sama støðan í botninum
Í stríðnum um at sleppa undan niðurflyting drógu KÍ og B71 svart. Fuglfirðingar mugu metast at hava tryggjað sær rættin at halda fram í bestu deildini. Undan trimum teimum seinastu umførunum eru teir seks stig frá niðurflytingini, og málmunurin ber eyka fyrimun við sær sammett við B71.Bæði liðini taptu tepurt á útivølli.
Við einum stigi í Fuglafirði flutti Skála seg eitt vet nærri bjargingini. Treytin hjá skálamonnum fyri bjarging er, at teir burturúr trimum teimum seinastu umførunum vinna seks stig fleiri enn KÍ.
Munurin millum KÍ og B71 er fýra stig, og KÍ eigur fyrimun í betri málmuni. Sunnudagin fáa klaksvíkingar vitjan av ÍF. Um KÍ megnar fulla úrtøku burturúr tí uppgerðini, og um B71 ikki fer at fáa stig, tá ið B68 fer at vitja á Sandi, so verður spurningurin um niðurflyting avgreiddur, áðrenn landsliðssteðgurin verður, og so verður fótbóltsheystið eisini langt hjá teimum í botninum.
Men nú fáa vit at síggja. Bólturin er framvegis rundur, og tað skal spælast og stríðast um stigini, og tað er orsøkin til, at tað framvegis er hugaligt og spennandi at fylgja við, hóast tað nú verður farið um mikkjalsmessu!