stilt. Í FSF hevur verið stórur áhugi fyri at seta eitt U-21 landslið á stovn, men fyri kortum varð greitt, at hetta verður ikki gjørt, so leingi bara ein altjóða góðkendur grasvøllur er í landinum. Tølini [...] landsliðnum. Hetta kemst partvís av, at vit royna at spara í rakstrinum, og tað kemst partvís av, at vit seta spurnartekin við úrtøkuna av hesum virkseminum, sigur Torleif Sigurðsson, og hann útgreinar soleiðis: [...] góða hálva millión, og reklamuinntøkurnar vóru 135 túsund. Europeiska fótbóltssamtakið, UEFA, hevur ein býtislykil fyri, hvussu inntøkurnar av Europa Cup virkseminum skulu býtast. At politikkurin hjá UEFA
samtyktar um at seta tingmannanevnd at endurskoða heimastýrislógina, men hetta uppskot fall á tingi. Tá landsstýrissamgongan ímillum Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin bleiv skipað í januar 1991, var ein partur av [...] at halda Tjóðveldisflokkin uttanfyri. Haraftur ímóti var Sambandsflokkurin ikki so avvísandi, sum ein kanska kundi trúð. Hann segði seg nevniliga kunna viðgera broytingar í heimastýrislógini, var hetta [...] áhugavert. Arbeiðið byrjað í 1991 Í viðmerkingunum til uppskotið sigur Javnaðarflokkurin, at upppskot at seta stjórnmálanevnd við løgtingslóg at koma við áliti um stýrisskipanarviðurskifti Føroya, hava ikki fyrr
stuttligar. Kirkjan hevði eisini gjørt sítt til, at seta serligan dám á guðstænastuna. Klaksvíkar Hornorkestur spældi inngangin og útgangin, og KFUM-kórið sang ein vakran sang til æru fyri fráfarandi prestinum [...] latið gera eina gávu til prestahjúnini. Jósvein Østerø hevði tilevnað eina standmynd, sum eisini er ein lampa, úr føroyskum gróti, har mynd av tí sera vøkru altartalvuni er feld inn í.
Um ein góðan mánaða verður ein stór páska- handils - og sølustevna í ítróttarhøllini í Trongisvági. Stevnan verður í døgunum 2. - 5. apríl. Seinast, slík stevna var á Tvøroyri, var fyri 12 árum síðani [...] klokkutíðir. Nógv verður eisini gjørt fyri framsýnararnar. Teir verða bodnir vælkomnir í høllini ein tíma áðrenn Páll Vang, býráðsformaður, setir stevnuni. Leygarkvøldið verður veitsla fyri framsýnarunum [...] tann besta básin. Vinnarin sleppur undan at betala leigu fyri básin allar framsýnudagarnar, umframt ein vinning afturat. Stórt úrval Fyrireikararnir siga, at teir ætla eisini at hava eitt stórt úrval av
í Føroyum í fýrati ár. Løgmonnum, landsstýrismonnum og løgtingsmonnum var Johan Djurhuus ein dyggur stuðul og ein hollur ráðgevi. Hann hevði eina vinnandi medferð, var vinsælur og fyrikomandi, samstundis [...] rið var eitt av hjartamálum Johan Djurhuusar. Vit minnast í tøkk hann sum ein av undangonumonnunum, ið løgdu lunnar undir ein føroyskan lærdan háskúla, Fróðskaparsetur Føroya. Tá Johan Djurhuus legði frá [...] tað var ein sonn frægd at hoyra hann greiða frá umhvørvinum úti á Reyni og Tinganesi. Til myndina av tí gløgga embætismanninum hoyrir eisini, at Johan var hugnaligur í vertskapi. Hann hevði ein fínan humor
midnátt hósdagin tann 29. januar 1998, fer felagið at umhugsa at seta neyðug stuðulstiltøk í verk. Hetta verður fráboðað Føroya Landsstýri í dag eins og áður umrødda samhugaskriv frá 7. januar 1998 verður lagt [...] serlig viðurskifti galdandi, ið loyva Undirvísingar- og Mentamálastýrinum at víkja frá hesi meginreglu. Eins og galdandi er á fólkaskúlaøkinum, hevur eisini Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara avtalu um,
Landsstýrismaðurin vísti eisini á, at landsstýrið hevði víst ein vilja at loysa málið. Ein avtala var fingin í lag, og eisini undirskrivað. Ein avtala, ið greitt segði, at flokkarnir við HF- og studentaskúlan [...] ngmaðurin vísti á, at nú var enn ein vika gingin, og úrslitið fór nú at gerast, at næmingar fóru ikki upp til próvtøku. Spurningurin var so, um næmingarnir kundu seta fram endurgjaldskrav fyri eitt spilt [...] Yrkisfelagnum til fundar og sita har, til ein semja var fingin. Prinsippmál Finnbogi Ísakson ásannaði, at løgtingið ikki var nakar semingsstovnur, men kortini kundi ein gera sær sínar tankar um málið. Hann
ið hava sama áhuga. Hetta vikuskiftið verður prátað um dansin og høvi verður at seta spurningar til luttakandi røðarar, eins og farið verður upp á gólv bæði kvøldini. Slái Ring hevur hjálp teimum ungu við
tað støðugt vorðið greiðari, at bert ein sambandsflokkur er Føroyum, og at hinir flokkarnir vilja arbeiða fram móti loysingini. Hetta er ein sannroynd, hóast bert ein av loysingarflokkunum torir at viðganga [...] til stjórnarkreppu. Hetta uppskotið er eisini frá Javnaðarflokkinum. Uppskotið gongur út uppá, at seta eina 13-mannanevnd, sum skal: 1. Kanna og lýsa verandi ríkisrættaligu støðu Føroya. 2. Kanna og lýsa [...] hvør einstakur sjálvur meta um hetta eydnaðist. Harri formaður Aftaná tað sum eg havi ført fram, kann ein náttúrliga spyrja, um vit í Sambandsflokkinum í einum og øllum eru nøgd við samarbeiðið millum Føroyar
stórt annað at bjóða enn fisk, ein banka-disk ella eitt lívlangt starv hjá tí almenna. Útheimurin broytist við rúkandi ferð, og áðrenn vit vita av, er Inter-netið vorðið eins týdningarmikið og tað evropeiska [...] snúgva seg um hvussu nógvan fisk bátarnir í Oyndarfirði hava landað og hvør løgtingsmaður hevur sagt at ein annar løgtingsmaður hevur sagt okkurt, sum ikki skuldi verðið sagt. Álvaratos: Við hvørjum ætla vit [...] Ætla vit framvegis at lata fiskin vera berandi grundarlagið? Hava vit einki lært av, at hvørja ferð ein hørð ódn rakar landið, so hvørvur stórur partur av fiskinum í nøkur ár. Soleiðis hevur tað verið líka