Tíðindaskriv frá Føroya Lærarafelag

Føroya Lærarafelag sendi út samhugaskriv hin 7. januar 1998 og veitti í tí sambandi Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara og tiltaki teirra fullan stuðul. Føroya Lærarafelag veitir enn sum áður Yrkislærarafelagnum sín fulla stuðul.

Trætan hevur vart ov leingi og landsins myndugleikar hava enn ikki megnað at loysa hetta fyri undirvísing og næmingar so týdningarmikla mál.

Føroya Lærarafelag hevur tí gjørt av, at er málið viðvíkjandi næmingatalinum í hvørjum flokki ikki loyst á midnátt hósdagin tann 29. januar 1998, fer felagið at umhugsa at seta neyðug stuðulstiltøk í verk.

Hetta verður fráboðað Føroya Landsstýri í dag eins og áður umrødda samhugaskriv frá 7. januar 1998 verður lagt við hesum.


27. jan. 98

v/ Føroya Lærarafelag

Andras L. Samuelsen,

formaður



Samhugaskriv

Nú Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara er farið í arbeiðssteðg, vil Føroya Lærarafelag við hesum veita tiltakinum fullan stuðul.

Í undirvísingarverkinum eiga skipað viðurskifti at vera. Partarnir, ið virka á hesum øki, møtast tí javnan at áseta arbeiðsviðurskifti. Á økinum eru eisini lógir, kunngerðir og rundskriv galdandi, sum ikki einvíst kunnu skúgvast til viks.

Nú Undirvísingar- og Mentamálstýrið tykist sáa iva um næmingatalið í hvørjum skúlaflokki, fara vit harðliga at átala hesi framferð.

Bæði í gomlu og nýggju Fólkaskúlalógini er ásett, at næmingatalið skal ikki fara upp um 24 í hvørjum flokki. Í serligum førum kunnu frávik gerast.

Okkum kunnugt eru eingi serlig viðurskifti galdandi, ið loyva Undirvísingar- og Mentamálastýrinum at víkja frá hesi meginreglu.

Eins og galdandi er á fólkaskúlaøkinum, hevur eisini Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara avtalu um, at hámarkið fyri næmingum í hvørjum flokki er 24.

Vit heita tí á Undirvísingar- og Mentamálstýrið um at síggja til, at avtalan verður hildin og at samráðingar við Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-læara verða tiknar upp í stundini, øllum til sóma.

Við fakfelagskvøðu


Tórshavn, 7. jan. 98

v/ Føroya Lærarafelag

Andras L. Samuelsen