presti. Evni: Enskt kirkjulív. Øll eru vælkomin til okkara tiltøk og fundir. Samkoman Immanuel Sunnudagin kl. 13: Sunnudagsskúli. Sunnukvøldið kl. 19: Møti. Rhema á Hálsi Sunnudagin kl. 17: Møti og sunnudagsskúli [...] avvarðandi av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). AA-fundir Leygardagin kl. 17 og 22.30 Sunnudagin kl. 11 og Kl. 20?21.30 AA-evnisfundur í Tórsgøtu 5 [...] aftur týsdagin 13. jan. kl. 17.30 og eru hvønn týsdag fram til 26. mai. Bingo byrjar aftur týsdagin 2. febr. kl. 19 og er annan hvønn týsdag fram til 28. apríl. Kom og Dansa byrjar skeið aftur mánadagin
fyri tjóðskaparsøgu og hugsjónum? Tvætla ikki. Tey skrála seg hás aftur við Páll Finnur Páll og Pipari og Salti um gjeikarar og sigoynarar. Og tekstirnir, tey syngja, eru talumál og ikki skaldamál, tí skaldamál [...] hvussu er Keypmannahavn og kanska London í staðin. Føroyskt tíma tey illa at knossast við, tí kunnu øll ikki bara gera, sum tey vilja, ella bara skriva og tosa danskt og enskt? Og føroyskur politikkur? Er [...] sjónligi og ídni, sum dugdi at tosa við høg og lág og knýta tey at sær í alskyns felagsskapum. Øll hava eina meining um hann. Sjúrður Skaale hevur undirhildið fólki í mong ár sum skemtari, og øll hava
mýkir vøddar og spengur og kínir og strýkur, so at konan verður óstill, andar djúpt og sendir bønandi og stimbrandi eygnakøst. Hon leggur seg á ryggin, og yvirlæknin mýkir og strýkur og knoðar og nippar í [...] okkurt við hand-. Og útvarpsfólkini (og nógv onnur, sum eru ósikkur í føroyskum) hoppa eftir og brúka tann óføroyska formin. Í øðrum londum duga fólk at fáast við mál og málbøkur og registrera allar formar [...] fingið vomb og vil og langa og mør og koku. Tó hevur eingin enn fingið rukkulakka, og tað kemst helst av, at føroyingar ikki eru jóturdýr. Heldur ikki er nakar sjúklingur sæddur enn við hornum og hala. Alt
sigur Matheus, og so flenna tey bæði. Tað sæst týðuliga, at "mamma og sonur" eru ógvuliga góð við hvønnannan, og at tey eru sera tætt knýtt. Allatíðina prika og skjóta tey hvønnannan og flenna í kíki saman [...] byrjanini, tá vit t.d. øll sótu rundanum borðið og prátaðu og flentu, og hann ikki skilti nakað sum helst, tá tók mær ofta synd í honum. Vit tosaðu bara enskt við hann í byrjanini, so hann lærdi ikki nakað [...] trillubørðu og ongantíð lagt klæðir saman. Tað hava tey fólk til í Brasilia. So tað fyrsta vit gjørdu, var at seta okkum niður og práta um reglurnar í húsinum. Øll dekka borð, øll rudda og vaska upp eftir sær
Samuelsen, D. P. Danielsen og Jacob Jacobsen, sonur prestin Gullak Jacobsen. Kehler og Leivur høvdu tikið við eftir Husted Andersen, sum tók við eftir Simons. Hann hevði tikið við eftir Poul Effersøe, beiggja [...] mál fyri landsrættin, og kundi tá kalla seg landsrættarsakførari, og hann gjørdist tá partnari hjá Leivi Lützen. Stutt eftir varð heitið sakførari og landsrættarsakførari avtikið og broytt til heitið advokatur [...] kortini gjørt, og teir ringasta ørindasveinarnir hjá týskarum vórðu eisini avrættaðir. Í 1948 fór Helena og Demmus heim til jóla og blivu gift í Sands kirkju. Helena var úr Havn, dóttir Onnu og Sámal Hammershaimb
til 17, og hósdagar til kl. 21. Ráðgevingin er hóskvøld eftir avtalu. Felagið fyri lesi- og skriviveik Postadr.: MBF-Húsið Íslandsvegur 10c Endamál felagsins er at hjálpa teimum ið hava lesi- og skrivi [...] Pisuvarða 2, Tórshavn Tlf. 315624 og 315688, Faks 315924, e-mail: maf@maf.fo og maf@post.olivant.fo Heimasíða: www.maf.fo Opið er: má. og tý. kl. 10-15, mi. kl. 13-18, hó. og fr. kl. 10-15. Endamál felagsins [...] til húsið. Aftaná verður drekka og hugnalig samvera. Thabor, Fuglafjørður Leygarkvøldið verður ungdómsmøti kl. 21.30, har Bergur D. Joensen talar. Proclaim syngja og spæla og dramabólkurin Nuntius framførir
lívsins kvøld, og væntandi er ikki nógv eftir. Men orsakað av tí lívi, hann hevur livað, fer Tutu at liva víðari. Arbeiðið, hugsjónir og avrik hansara hava verið við at skapa og mynda heimssøguna, og umboðar [...] Desmond Tutu, og lógvabrestirnir fyltu aftur salin. Eftir drúgt stríð og nógv blóð eydnaðist tað stóra meirilutanum av svørtu íbúgvunum í Suðurafrika fyrst í nítiárunum at vinna frælsi, og í hesi yvirgongd [...] hann stríðist við krabbamein og ferðir hansara kring heimin eru farnar at fækkast. Takkaði Norðurlondum Eftir stutta introduktión fekk lítli maðurin við stóra hjartanum orðið, og leitaðu hugsanir hansara fyrst
Vestmanna og Xiaobin Zhang úr milliónabýnum Nantong í Kina. Og seinastu fimm árini hava tey búð í Føroyum saman við børnunum Yiny, Jamin, Jiya og Suli. Heima verður tosað japanskt og føroyskt hvørt um annað [...] fátækur. Her er ógvuliga friðarligt og trygt, og einum nýtist ikki at verða bangin fyri nøkrum. Fátæksligt Xiaobin Zhang er vaksin upp hjá fastur síni og ommuni og abbanum í faðirætt. Mamman arbeiddi langt [...] við, og tí sendi hann meg til Japan. Har kom eg at búgva hjá einum systkinabarni. Fekk eitt nýtt lív við nýggjum vinum, gekk í skúla og arbeiddi. Og tað var á málskúla í Japan, at Linda Guttesen og Xiaobin
eins og keisarin Nero gjørdi á sinni. VaraHoydal vil ella torir, sum ein annar Per Gynt, ikki at síggja sosiala og fíggjarliga veruleikan rundan um seg og flýggjar tí inn í okkurt óviðkomandi og líkasælt [...] sum hevur ýlt, skríggjað, ja, beinleiðis níst um fullveldi og føroyskt sjálvbjargni, eyðmýkti seg og fór luskandi á knøunum til donsku stjórnina og biddaði um at fáa danska statslánið, sum bjargaði Føroyum [...] sambandi við eina so-nevnda bankakreppu. Umsiting og viðlíkahald av landsins framleiðsluamboðum, skipum og bygningum er ein katastrofa. Um ikki olju- og bensingjaldið, hevði verið so nógv fallið, tí amerikanski
ættað, og hann er síðan týddur til føroyskt og enskt, sum eitt sindur ørkymlandi fylgjast á blaðsíðunum. Niels Kruse Sum heild er teksturin skilagóður og lættur at lesa. Furseth er sera loyal og vælmeinandi [...] nakra serliga perspektiviska dýpd. Málihátturin er einfaldur og slættur, eins og lutfalsliga lítið verður gjørt burtur úr smálutum og ljós- og skuggaárini. Svarta umhvarvsstrikan kring figurarnar leggur [...] munur eyðvitað er á huglagi og stíli, eru nýggju myndirnar á sama hátt sum hesar, monumentalar, einfaldaðar og mytiskar, eins og summar av teimum fyrihalda seg til deyða, sakn og tilveruligar treytir sum