frá, at felagið hevur fingið tilgongd av Saru Samson Lamhauge, sum síðani 2016 hevur spælt við HB. Hon skiftir sostatt saman við fyrrverandi venjaranum hjá kvinnunum hjá HB, Allani Dybczak, sum er nýggjur [...] kvøld kunngerða, at vit hava skrivað sáttmála við ein spennandi spælara á kvinnusíðuni. Talan er um skjótt 22 ára gomlu Sara Samson Lamhauge, sum skiftir úr besta liðnum hjá HB, har hon hevur spælt síðan [...] afturat: - Eftir ein stuttan steðg vegna barnsburð, var Sara aftur á liðnum hjá HB í summar. Talan er um ein sera spennandi spælara, sum tekur ábyrgd. NSÍ bleiv nummar tvey í landskappingini í ár.
- Hetta er ómetaliga spennandi, segði fjarritarin, áðrenn hon slapp at snara hjólinum fyrstu ferð. Og tað gjørdist bara til ta einu royndina. Tí, hetta fyrsta snarið eydnaðist so mikið væl, at gekka-vinnarin [...] væl hjá Onnu Mariu á Norðoyri í kvøld. Hon var fjarritari hjá Jóannesi, sum hevði fingið fulla plátu. Høvuðsvinningurin var á 2,5 miljónir, sum Jóannes valdi at deila í teir tríggjar leyparnar við 850 [...] gekka-vinnarin hevði ikki hug at váða tað, sum longu nú var í hús. Í fyrstu royndini steðgaði gekka-hjólið nevniliga á 50.000 krónum, sum faldað við trý gav vinnaranum 150.000 krónur. Og her var als eingin ivi
týdning, at vit hjálpa hvørjum øðrum at koma trygt heim, sigur Ráðið Fyri Ferðslutrygd- Ein máti at gera tað upp á, er, at vinfólk koyra hvønn anna. Tað merkir, at eru nøkur vinfólk í býnum, og ein er heima [...] eru í býnum, til tann, sum er heima, sum síðani fer av húsum at koyra hini - og tað ger ikki mun, hvat klokkan er. Ráðið Fyri Ferðslutrygd sigur, at hugburðurin til rúskoyring er broyttur munandi seinastu [...] bussin, ella far til gongu til hús. – Tala at, um tú varnast at onkur ætlar sær í bilin, eftir at hava drukkið. – Men fer hann, ella hon, kortini í bilin, eigur tú at ringja til løgregluna á nummar 351448.
økinum er starvsfólkatrot og umsorganarmøði. Tí er hetta uppskotið tvídeilt. Eitt er at dygdartryggja tilboðið og hitt er at varðveita starvsfólk, førleikamenna starvsfólk og fáa nýggj fólk at velja økið [...] innrætta okkara samfelag. Vit meta at endamálið við øllum hesum ræðusøgunum er at fáa politikkarnar at vakna og koma við loysnum. Um vit øll eru samd um, at avbjóðingin er øking av vánaligari sálarheilsu, so má [...] nevnt omanfyri, at langar køir eisini verða til hesar nýggju skipanirnar, sum ætlanin er at seta í verk. Loysnin er heldur at styrkja foreldrini enn bert tann almenna geiran. Tí tað er ein nógv bíligari
krónur. Tað er aftaná skatt og tøkugjald. Eg haldi, at tað er rímiligt, at ein størri partur kemur inn í landskassan, tá yvirskotið er so stórt. Og tað gongur alt for seint. Meðan vit tosa um, at alivinnan [...] vallyftini? Nei, tað skal hon ikki. Men hon skal rinda meira enn hon ger í dag. Tað eru næstan allir flokkar samdir um. Taka vit árið í ár, so fer alivinnan – trý feløg – væntandi at hava eitt yvirskot á 2 [...] alivinnan rindar fyri at leiga og nýta til sítt týdningarmikla virksemi. -- Í mun til at fíggja vallyfti: Vit mugu hava fleiri bein at standa á. Vit mugu virðisøkja, soleiðis at fiskivinnan samlað sæð
einki við dagliga raksturin at gera. Barbara Holm, sum er blaðstjóri á Frihedsbrevet.fo, sum miðilin eitur á donskum og framhaldandi fer at eita í Føroyum, sigur, at talan er um ein gravandi og valdskritiskan [...] vænta sær at sleppa lættari enn onkur annar valdspersónur í Føroyum, segði Barbara Holm við Kringvarpið í morgun. Hon segði eisini, at Niels Mortensen hevur skrivað undir uppá, at hann ikki fer at blanda [...] Mortensen. – Søgan er tann, at Mads Brügger ringdi til mín ein dagin og spurdi, um eg eg var áhugaður í at koyra pengar í Frihedsbrevet. Og eg havi verið í samskifti við teir í eina tíð, hetta er nokso langsíðani
spyrji bara, ella er hon ein veiting, sum tey so dyggiliga hava gjørt seg uppibornan til. Tey hava goldið sín skatt í gjøgnum eitt langt lív. Nei, pensjónin er eingin olmussa, hon er ein veiting sum takk [...] Sum støðan er í dag, so verða okkara eldru borgarar straffaðir, um teir hava hug at fara til arbeiðis og vinna sær nakrar krónur. Hvat er tað, vit hugsa fyri okkum, er pensjónin ein olmussa, álvaratos [...] verið við til at bygt hetta samfelag upp, til tað tað er í dag, eitt av heimsins mest framkomnu samfeløgum! Sjálvandi skal mótrokningin í pensjónini vegna arbeiðsinntøku avtakast, so at tey sum kunnu arbeiða
helmingurin av einum árgangi. Tað er umráðandi, at tey ungu velja rætt og ikki verða eggjað til at fylgja streyminum, men dreyminum. Tað er mín fatan, at tað verður lagt nógv fyri at tryggja so nógvum sum gjørligt [...] Av somu orsøk er skilagott, at fleiri partar eru við at leggja yrkisútbúgvingarnar til rættis, fyri at tryggja, at tær tæna sínum endamáli. Ikki nóg mikið við tí. Ungdómurin eigur eisini at vera spurdur [...] uttan at spyrja, um hetta er tað, ið øll hesi ungu hava bestan hug til. Tí tørvur er bæði á teimum, sum nema sær bókliga útbúgving, sum fólki við tekniskum og handaligum førleikum. Tað er neyðugt, at taka
var tað mestsum av tilvild at hann tók við hesi tænastuni. Men sigast má av sonnum, at Símun hevur sítt at siga fyri sína heimakirkju, tí hann er ikki einans klokkari. Hann er somuleiðis formaður í kirkjuráðnum [...] bæði á útoyggj og í meginøkinum er ikki altíð gudstænasta sunnu- og halgidagar. Nógvastaðni er skipanin so, at tað er bert gudstænasta, tá prestur vitjar. Men soleiðis er ikki við Gjógv, hóast bygdin liggur [...] Hetta skakar tó ikki tann veruleika, at Gjáar kirkja, sum var vígd 26. mai 1929 er altíð opin, tá sunnudagar og halgidagar eru – umframt til aðrar tænastur. Við kirkjuna er eingin urguleikari, men ein brúkar
Tað er sannur gravgangur eftir at fáa eina leigutrøð frá Tórshavnar Býráð til ymiskt jarðarbrúk, eitt nú nakrar seyðir, dunnur og gæs, ella til at velta epli, røtur, ella annað. Men tað er nokk størri [...] undrast á, at tað verður gjørdur munur á leigarunum á hendan hátt. Samstundis hevur býráðið eisini samtykt, at tey, sum hava eina leigutrøð, kunnu sleppa at leggja el og vatn inn, tí býráðið heldur, at tað ger [...] sum leiga traðirnar, hava eisini viljað sloppið at bygt størri hús á teimum, men tað er býráðið ikki sinnað til, tí so halda tey, at hetta fer meiri at líkjast einum summarhúsøki, heldur enn lítlum landbrúki