Fíggjarligt skil í

Eg fekk mín politiska elddóp mikudagin, tá Ingilín og eg skuldu greiða frá allari valskránni hjá flokkinum. Tað var ein stór uppgáva, og eg eri fegin um mongu góðu afturmeldingarnar, eg havi fingið. Men tað eru eisini nøkur, sum spyrja meg serliga ein spurning: 


Skal alivinnan rinda fyri øll vallyftini? 


Nei, tað skal hon ikki. Men hon skal rinda meira enn hon ger í dag. Tað eru næstan allir flokkar samdir um. 


Taka vit árið í ár, so fer alivinnan – trý feløg – væntandi at hava eitt yvirskot á 2 milliardir krónur. Tað er aftaná skatt og tøkugjald. Eg haldi, at tað er rímiligt, at ein størri partur kemur inn í landskassan, tá yvirskotið er so stórt. 


Og tað gongur alt for seint. Meðan vit tosa um, at alivinnan skal rinda meira, so fara fleiri og fleiri milliónir í lumman á m.a. útlendskum partaeigarum. Vit mugu handla og gera eina smidliga skipan, soleiðis at tøkugjaldið broytist beinanvegin, tá tað gongur væl í alivinnuni og broytist aftur, tá tað fer at ganga illa.


Í løtuni er hetta støðan: Politiska skipanin bara snakkar, snakkar og snakkar. Og samstundis gongur betur, betur og betur í alivinnuni.  


Firðirnir eiga Føroya fólk. Og tað eru hesir firðir, sum alivinnan rindar fyri at leiga og nýta til sítt týdningarmikla virksemi. 


--


Í mun til at fíggja vallyfti: Vit mugu hava fleiri bein at standa á. Vit mugu virðisøkja, soleiðis at fiskivinnan samlað sæð fær fleiri krónur pr. kilo. Vinnuferðavinna er uppløgd at satsa uppá. Og so mugu vit hyggja eftir útreiðslusíðuni, so vit gera skipanir betri uttan, at tað gongur út yvir vælferðina.


Og allarsíðst: Nógv av vallyftunum hjá Javnaðarflokkinum eru spjødd út yvir fleiri ár, soleiðis at tey eru realistisk og møgulig at fíggja yvir ár.  


Bjarni Arge

valevni fyri Javnaðarflokkin