royna at klára okkum sjálvar í harða mótaheiminum, greiðir Beinta frá. Hon sigur, at tær sjálvsagt vóru bjartskygdar, men at tær samstundis vóru realistiskar. Tær vistu, at her ert tú noyddur at vera tolin [...] tekur langa tíð at gerast eitt kent navn. Higartil hava tær báðar havt verkstað í einum høli aftanfyri handilin. Og tær gera alt sjálvar, heilt frá at keypa toyið til at seyma knappholini til at selja lidnu [...] Hetta er ein síðugøta, so tað er ikki so, at fólk bara detta inn á gólvið. Beinta sigur, at tær hava úr at gera, hóast tær hava gjørt óalmindiliga lítið við at reklamera. Tær hava hóast tað fingið nógva
tímdi hon ikki at lesa. Tað var, har greitt verður frá keisaraskurði og ov tíðliga føddum børnum. Tað var ikki nakað, ið henni fór at verða fyri. Heldur fór tað at verða so, at hon fór at ganga yvir tíðina [...] spyrja, um tað ikki er ógvuliga strævið, men hon sigur, at tað var nógv strævnari at sita passiv og síggja, at drongurin als ikki mentist. ? Eftir at hava vant í 3 mánaðir, síggjast nú smá framstig hjá Kjartani [...] ímyndaði hon sær. Hon skilti heldur ikki, at nakar kundi finna upp á at ynskja sær at føða við keisaraskurði. Men nú hon gekk heima og hevði so góða tíð, helt hon, at hon kortini skuldi lesa tað, sum stóð
um, at bygdin einaferð kann fara at veksa aftur, er tunnilin, men eins og hjá øðrum smáplássum hava vit onga trygd fyri nøkrum. Arni Teindal sigur, at í øllum førum er greitt, at tunnilin kemur at gera [...] ásannar, at tað er so lætt at vera eftirklókur, men í øllum førum eru fólk í Fámjin sera fegin, og tað er eingin ivi um, at hetta verður ein góður tunnil. - Nú vóna vit bara, at Landsverk fer at skipa so [...] raskur, og nógv verður lagt fyri æruna at møta upp. - Eg noyðist at ásanna, at tað ikki altíð hevur verið so skilagott at farið um Øraskarð, og tað vóru túrar, har bilurin dansaði eftir vegnum, bæði av
Føroyum at vera hjá henni hesa stóru løtuna. – Familjan kemur niður, og øll eru so spent og glað. Eg fái at vita, at okkurt fer at henda um 14 tíðina, sigur hon. – Tá klokkan varð 14, fekk eg boð um, at eg [...] og eg veit, at hann hevur nógvar tankar, sum eru torførir hjá honum at tosa um. Onkuntíð tá havi eg lagt hann at sova, hevur hann verið bangin fyri, at eg doyggi. Tað er, sum heldur hann, at sigur hann [...] Sigruna, at hon einki sjálv fær gjørt fyri at betra um heilsustøðu sína. – Eitt tað ringasta er, at eg einki kann gera fyri at fáa tað betri. Tað er eingin heilivágur, sum eg fái tikið fyri at steðga hesum
arbeiði. – Hetta er ein lættur máti at halda gott reinføri. Tað skal vera so lætt, at dugir tú at seta eina plátu av smákakum inn í ein ovn, so dugir tú eisini at brúka Violu, sigur Regin Dalsgaard um [...] eitt stríð at vaska leikurnar, tí tú skalt inn at vaska allar flaturnar á leikunum, og tað tekur sjálvandi tíð, sigur Regin Dalsgaard og leggur aftrat, at føroysku barnagarðarnir vórðu noyddir at goyma leikurnar [...] Samstundis sum at Globi arbeiðir upp á at framleiða fyrstu prototypuna av Violu, arbeiðir felagið Thetis við at gera enn fleiri kanningar, ið skulu vísa, hvussu væl UV ljós hóskar til endamálið at drepa bakteriur
teimum ikki at verja barnið frá at kenna hesa kenslu. Summi foreldur halda, at tað kennist sum at gera seg inn á barnið at útseta tað fyri tí, sum tað óttast. Men her er neyðugt at skilja, at einasti háttur [...] ið vísti á týdningin av, at barnið sleppur at menna eitt sokallað ”self efficacy”, ið merkir, at børn mugu læra at trúgva uppá, at tey sjálv hava neyðugu førleikarnar til at megna ymiskar støður. - Um [...] ikki bert barninum sjálvum. At hjálpa foreldrunum til at hjálpa barninum Anna Elisabeth leggur dent á, at tað ikki er fyri at geva foreldrunum skyldina, tá sagt verður, at umhvørvið eigur stóran part í
onki at vísa umheiminum, at vit ynskja at hava okkara viðurskifti í lagi! Skuldi tað hinvegin víst seg, at onkur lóg er, ið ikki gevur teimum við breki somu rættindi sum øðrum, so er tíð uppá at gera nakað [...] løgmaður boðað frá, at nevnd er sett at fyrireika hetta arbeiði, so sáttmálin kann setast í gildi í Føroyum. So er at vóna, at nýggja landsstýrið fylgir hesum upp og ger sítt ítasta fyri at gjøgnumganga alla [...] Eidesgaard, løgmaður, frá, at Føroya Landsstýri hevði sett nevnd at gjøgnumganga alla føroyska lóggávu. Hetta fyri at kortleggja, hvørjar lógarbroytingar eru neyðugar fyri at kunna seta nýggja ST-sáttmálan
Føroya ófyrimunarlig, umframt at tað er dýrt bæði at búgva og keypa vørur her. Ei undur í, at nógv aftra seg við at fara til Føroya at søkja sær arbeiði. Ístaðin fyri at mála fíggindamyndir og síggja útbúgvin [...] harímillum at draga skikkaða arbeiðsmegi til, sum hevur førleikar til at menna og marknaðarføra vørur. Førleikar til at samskifta eru avgerandi fyri menningina av nýggjum vørum og vinnum. Førleikar til at savna [...] sum gjørligt. Tað er í hesi virðisskapan, at t.d. akademikararnir kunnu koma vinnuni til hjálpar. At fáa fleiri skikkaði virðisskapandi fólk til at velja at búgva og arbeiða í Føroyum er ein av okkara
tað verið óetiskt at nokta granskarum at brúkt atkomiligar keldur í royndunum at menna læknafrøðiliga vitan um sjúkuviðgerð. 3) Í hesum arbeiði er neyðugt alla tíðina at tryggja sær, at etiska støðið er [...] verið óetiskt at nokta einum sjúklingi best møguliga viðgerð fyri heilsubrek, og tað vildi somuleiðis verið óetiskt at nokta honum at luttaka í granskingarvirksemi, sum hevur til endamáls at finna heilsubót [...] bronkitis og colitis ulcerosa. - Á henda hátt fer tað vónandi at bera til at fáa so nógva fígging, at granskingardepilin verður so væl mannaður, at hann kann virka mennandi uppá fleiri ymisk fakumráði, so sum
sleppa at velja tann ástøðiliga vegin, og latið miðnámsskúlan sleppa at bjóða teimum krøv, sum kunnu flyta teir/tær, í staðin fyri at noyðast at draga teir/tær gjøgnum eitt 11. felagsár. Heldur enn at seta [...] august komandi ár. Tað er neyðugt støðugt at dagføra skipanir á skúlaøkinum, eingin ivi um tað. Men fyri at tryggja at broytingarnar verða til tað betra, er umráðandi, at t.d. lærarar á økinum eru við í tilgongdini [...] Støðisárið endar við próvtøku á cstigi í ymiskum lærugreinum. Til ber at steðga á eftir lokið støðisár, tó at meginreglan eigur at vera, at næmingurin heldur fram og tekur fult prógv. Henda skipanin er í dag