og var partvís upptikin í USA. At tað er Edgar Struble, sum arbeiðir fyri okkum í USA hevur nógv at siga, tí hann er væl kendur og virdur. Høvdu vit sjálvir roynt at fingið fløguna hjá mær fram har yviri [...] Struble hevði hetta ikki borið til, segði Regin Guttesen fríggjadagin í samrøðu við Útvarpið. Tað ger eisini stóran mun, at á fløguni hjá mær spæla kendir tónleikarar. Tað er uttan iva við til at plátufelagið [...] plátufelagnum Springhill Records. Amerikanska plátufelagið er áhugað í at gera sáttmála við føroyska tónleikaran, og síðani fáa hann til USA at promovera fløguna hjá sær. Fløgan hjá Regini, sum kallast
Gøtu, at sera ring líkindi er hjá hvørjum húsi sær at móttaka bæði Rás Tórshavn og SvF. Tí varð eisini roynt at venda sær til býráðið um at fáa teir at gjalda part av hesum útreiðslum, men hetta varð avvíst [...] avvíst. Nú frætta vit so, at landsstýrið ætlar at leggja »nýtslugjald« á kaðalskipanir, soleiðis at tað gerst uppaftur tyngri at reka hesi feløg, sum frammanundan eru dýr at reka, tí tey krevja stórt [...] viðlíkahald. Tað vil siga, at vit, sum hava verið atvoldin til, at bæði land og kommuna hava spart nógvan eyka pening við ikki at seta send-arar upp til m.a. hesi øki, nú skulu áleggjast eykaskatt afturfyri
krav um at brúka miðlinjuna, tvs. fiskimarkið sum undirgrundarmark, so er hetta nakað nýtt, at vit nú eisini skila okkum rætt til at kanna okkum øki eystan fyri verandi fiskimarksmiðlinju. Hetta hevur so [...] tað at gera, at partarnir eru ikki samdir um, hvar fiskimarkið og fyri tað undirgrundarmarkið gongur, tí ósemja er um, hvørji grundlinjupunkt skulu brúkast til áseting av marki. Ein kann siga, at blíva [...] soleiðis, at um føroyingar skulu til at ganga inn fyri tí bretsku uppfinningini, sum er at geva hálva og kvarta vekt til oyggjar, so kunnu teir fáa nýggjar útgávur av fiskimarkinum, sum í hvussu er ganga inn
Hann vísir á, at bretar hava signalerað, at teir vilja geva samráðingunum eitt hálvt ár fyri at vita, um ein loysn kann finnast. -Hetta er fyrstu ferð, at tíð er sett á. Vit eru samdir í tí, at ein semja skal [...] sum útgangsstøði, er, at vit hava eitt petti, sum er millum bretsku versiónina av fiskarílinju og tí føroysku. Tað er hetta vit eru ósamdir um. So leingi ein ikki góðtekur, at tað er hetta vit skulu semjast [...] innan hálvan januar! -Tað er ringt at siga. Tað er hetta vit bíða eftir. Vit vita, at Bretland hevur eina sterka og handlikraftiga stjórn, sum hevur sagt frá, at hon ætlar, at tað skal henda nakað innan
flokkaðust um borðið hjá Jógvani og Ísaki fyri at tekna seg til kappingina. Hetta sýntist heldur fløkjasligt, men hetta er neyðugt, siga teir, tí útskiftingin er rættiliga stór frá einari kapping til aðra [...] sjúku, føðingardag ella tílíkt. Men kappingin er soleiðis skipað, at ikki er neyðugt at møta hvørja ferð. Tó so, ætlar tú tær at vinna kappingina, so ræður um at møta upp, tí um tú ikki luttekur í einum umfari [...] umfari, so fært tú sjálvsagt onki stig, og kanst tí rokna við at flyta langt niður á ranglistanum, tí stigini fyri allar kappingarnar verða tald saman, tá endaligi vinnarin skal finnast. Hesi vóru so úrslitini
ferð í ár at royna seg móti grannunum í Kyndli, sum eru betri fyri enn í nógv ár. Og tað er ein uppgáva, sum Neistaspælararnir taka í fullum álvara. ? Vit fara ongantíð á vøllin og siga, at hetta er bara ein [...] hjá liðnum gjørdu, at tær ikki bara mistu møguleikan fyri gulli, tær mistu eisini silvurmerkini til StÍF. ? Nú er tað so tíðliga í kappingini enn, og tí er ilt at meta um hvør fer at verða í toppinum, tá [...] gott lið, og har eru nógvir góðir spælarar, og eg ivist ikki í, at tær fara at vera við í toppinum, men í kvøld ætla vit at gera alt fyri at vinna á teimum. Trý lið helst kappast um gullið Kyndil gjørdi
public service. Hetta áleggur SvF at tryggja, at sjónvarpstilfarið í sínum innihaldi er óheft av fíggjarligum og politiskum seráhugamálum, at tað er fjølbroytt og margfalt, og at tað er viðkomandi, álítandi [...] verður sagt, at SvF helst er ført fyri sjálvt at fíggja programmpolitisku strembanina eina tíð afturat, um ongar forðingar verða framdar móti rættinum hjá støðini at vinna inntøkur. Men av tí at føroyski [...] marknaðurin er so avmarkaður, og av tí at tað sum heild er eins dýrt at gera sjónvarpssendingar í einum lítlum landi sum í einum stórum, kann tað gerast neyðugt at myndugleikarnir sum frá líður taka spurningin
tær óttast fyri, at Canal+ fer at selja dystirnar úr Englandi so dýrt, at tað verður ikki hugsandi at keypa teir. Í DR siga teir, at um Canal+ ásetur ein ov høgan prís, fara danir ikki at síggja enskan fótbólt [...] fer at selja dystirnar fyri. Tey vóna tó, at Canal+, eins og CSI, fer at taka hædd fyri, at føroyski marknaðurin er sera lítil, og at møguleikin fyri nøkrum stóru vinningi av søluni harvið ikki er til [...] rættindini til at sjónvarpa frá ensku kappingini fyri ikki minni enn 1,2 milljard krónur, og spurningurin er so, hvat franska rásin hevur í kvittanum. Norðurlendsku rásirnar eru í døpurhuga um hetta keypið, tí
djóralækni vísir á, at sukursjúka er ikki so vanlig í Íslandi, sum aðrastaðni. Hetta heldur hann kann koma av, at íslendingar hava egið neytaslag, og at mjólkin frá teimum er við til at halda sukursjúkuni [...] Norðari verður trupult at fara við seyði, heldur Kristjana Motzfeldt. Men tað er ikki bara sum at siga tað at hava seyð í Grønlandi. Tað ber ikki til hjá hvørjum sum helst at fara undir seyðahald. Tú [...] enn lamb upp á ærina. Uppskriftin er, umframt miðvíst aliarbeiði, eisini at røkja seyðin ordiliga, sigur hon. Hann skal vera inni um veturin. Og tað alt avgerandi er, at hann verður fóðraður rætt og nokk
sigur nýggi leikstjórin, at hon er ein teirra, sum ikki hevur fastar ætlanir. - Tað hevur verið sera spennandi og áhugavert, men strævið at leikstjórna. Tað krevur eisini, at ein er strangur, um nakað skal [...] november kl. 19. Eyð Matras er leikstjóri. Leikurin er um eini gomul hjún, sum búgva í Finnmørkini. Konan hevur verið sjúk leingi, men nú er hon vorðin so sálarliga veik, at hon hevur lagt seg í seingina [...] ferðir. Umleið 6. desember verður Leikhúsjól á skránni í Sjónleikarhúsinum. Hetta er fyrsta ferðin hjá Eyð Matras at leikstjórna. Hon er vandur sjónleikari, og hevur spælt fleiri týðandi leiklutir, eitt nú var