flogferðluna til og úr Føroyum, tí bert frí kapping gevur rætta flogseðlaprisin. Sjálvur sigur Finnbogi Arge, at hann ikki eigur eitt orð í greinini, sum er skeiv úr enda í annan. Preben Jack Petersen, blaðstjóri [...] verður lagdur undir Strandferðsluna leikar á sum harðast, fær landsstýrismaðuri í vinnumálum enn ein trupulleika at berjast við. Í danska ferðavinnublaðnum »Nordic Travel Journal» er prát við Finnboga Arge [...] Arge, har hann upplýsir at Atlantic skal privatiserast. Privatfólk skulu fáa høvi at keypa partabrøv í felagnum og tann møguleikan skulu útlendsk flogfeløg eisini fáa. Hann heldur eisini, at tað hevði verið
alt gongur sum tað skal, eri eg í toppformi í juli mánaði. Rann frá øllum hinum í Føroyum Í fjør var Guttorm Sørensen fremstur hvørja ferð hann var við í eini rennikapping í Føroyum, og hóast tað kundi tykjast [...] ídna rennaranum. Í fjør luttók hann í 13 føroyskum rennikappingum, og hann vann tær allar! Alt frá teimum lutvíst stuttu teinunum á Grand Prix rennikappingini til FM í hálvum maraton. Og í ár er stóra málið [...] vandi í Vejle. Tað tók ikki langa tíð, áðrenn eg var millum teir bestu, og síðani gjørdist eg besti rennarin í felagnum. Fyrstu kappingina vann Guttorm 22. mai í 1991, tá hann rann 5000 metrar í vesturjútska
bygt upp føroysku fiskasøluna í Fraklandi og í dag er hon ein av sølustjórunum á flakavirkinum Kósini í Klaksvík. Jóhanna Vang er 28 ára gomul, fødd og uppvaksin í Havn, býr í Klaksvík, er ógift, men hevur [...] Den Danske Eksport Skole í Herning í Danmark, og síðani 1. apríl í fjør hevur hon arbeitt sum sølustjóri, har hon serliga hevur ábyrgdina av frystum fiski. - Tá ið tað stóð mær í boði at fáa arbeiði á Kósini [...] inn og so fer framleiðslan í gongd. Á tann hátt stýra sølustjórarnir innkeypi og gera av, hvør framleiðsla verður sett í gongd. Ikki nógvar kvinnur eru í líknandi størvum í Føroyum, um nøkur so eru tær
apping í Badmintonhøllini í Havn. Hetta er ein opin kapping, har kappast verður í einmansleiki og tvímansleiki í øllum deildum. Harumframt hevur BTSF avgjørt at skipa fyri eini old boys kapping, har menn [...] trimum kappingum í blandaðum tvímansleiki (mixed double). Í eini 10-15 ár hevur verið skipað fyri FM-kapping í blandaðum tvímansleiki, men ein ávís ónøgd hevur verið um, at bert ein kapping hevur verið av [...] Kappingarnar í blandaðum tvímansleiki byrja, so skjótt kappingarnar í einmansleiki og tvímansleiki í viðkomandi deildunum eru lidnar. Væntandi er, at leygardagurin verður drúgvur í Badmintonhøllini í Havn. Lagt
stovnsrøkt og veiði; hvussu leingi gørn hava loyvi at standa í sjónum; hvussu leingi gørnini standa í meðal; hvussu leingi fiskurin livir í gørnunum, og hvat hjáveiðiprosentið upp á 5 er sett eftir, tá [...] Ólavur í Beiti Á tingfundinum hósdagin, setti Dan Petersen, løgtingsmaður, fiskimálaráðharranum fyrispurning um garnaveiðu, sum løgtingsmaðurin hevur býtt í seks spurningar. Dan Petersen vil hava at vita [...] tá partur av hesum fiski ikki er kvoteraður annars? 7 garnaloyvi Dan Petersen sigur í viðmerkingunum, at í 1991 var eitt útlendskt garnaskip tikið fyri ólógliga veiði undir Føroyum. Veiðan var havtaska
fríggjadagin í hesi vikuni savnast allir luttakararnir á Bornholm. Høvuðspersónarnir í verkætlanini eru fimtan ungfólk í aldrinum 20-25 ár, 5 úr Føroyum, 5 av Bornholm og 5 av Álandi. - Hesi búgva øll í smáum [...] globalisering og í hesi menningini er tað av týdningi at halda fast við sínar røtur og sín samleika. Stórur áhugi Lýst hevur verið eftir luttakarum í teimum trimum londunum, sum eru við í ætlanini, og áhugin [...] og felagsevnið í norðurlendsku filmsverkætlanini, sum Mikkjal Helmsdal fekk hugskotið til fyri einum ári síðani. Hon gongur út uppá at brúka filmsmiðilin til at skapa samstarv millum ung í ymiskum pørtum
fyribils húsast í leigaðum høli í fyrrverandi Polarfrost í Vági, men neyðugt er at útvega sær annað høli, orsaka av, at ov lágt er til loftið. Higartil hevur Helgi havt einar fimm mans við í arbeiðinum, ið [...] ein er vísur í, at til ber at útvega nóg stórar nøgdir av henni. Ætlanin hjá Helga Larsen og samstarvsfeløgum hansara er, at framleiðslan av trollemmunum skal koma í eina meira fasta legu, nú í byrjanini [...] havt sínar fyrimunir og sínar vansar, men hann heldur ikki, at nakrir av hesum kundu staðið seg í kapping við nýggju trollemmarnar hjá flogverkfrøðinginum, Helga Larsen úr Vági. Skiparin á Sæborg sigur
samstundis. Í næstum fer so ein slík PC-Cafè at lata dyrnar upp í Havn. Cafèin, sum fer at hava navnið OrBits, fer at halda til á aðru hædd á Tinghúsvegi 40, har Rokkjallarin heldur til í veghæddini. Tað [...] skal kunna leiga sær eina teldu í ein tíma ella so í OrBits, krevst at man er limur. Hetta verður gjørt, tí at man á tann hátt hevur nógv betur eftirlit við, hvat ið fer fram í hølunum, og hetta fer eisini [...] børnunum. Ætlanin er eisini at gera umhvørvið í OrBits so mikið hugnaligt, at einum ikki nýtast at sita við eina teldu fyri at tíma at verða inni í hølunum. Í einum horni av rúminum verður nakrar sofur og
hjá IGA siga, at minst 6 oyggjar skulu luttaka í einari ítróttargrein fyri at hon skal vera á skránni, og enn hava bert fimm oyggjar sagt seg vilja luttaka í bowling. Harafturat er eisini óvissa um kvinnufótbólt [...] oyggj afturat at luttaka í bowling, er ikki greitt enn. Føroyar skutu upp longu síðsta summar, at um bowling ikki verður á skránni, so at taka antin judo ella fimleik á skránna í staðin. Føroyingar hava [...] Nú fer tíðin at nærkast til 8. Oyggjaleikirnir. Leikirnir verða settir í Visby á Gotlandi leygardagin 26. juni, og longu nú er greitt, at luttakaratalið verður met høgt, nevniliga 2.200. Freistin fyri
seinnu árini ráddi um at halda tørn. Við royndunum í hesum yrkinum í viðførinum tók hon við sum starvsfólkastjóri í Almanna- og heilsustýrinum í mai í fjør. Eitt starv, ið er úrslit av bygnaðarbroytingunum [...] øðrvísi og ikki at býta kynini í tveir bólkar. Hvussu leikluturin hjá kvinnuni í eini familju er og hevur verið velst um, í hvørjum umhvørvi ein er í. Gjøgnum tíðina hevur kvinnan í Føroyum havt uppalingina [...] kemur framat í dag enn vit hava sæð áður, sigur Maria á Dul at enda í viðtali. -------------- Prát við kvinnur í leiðandi størvum Hetta er fimta samrøðan í greinarøð, har vit tosa við kvinnur í leiðandi størvum