Nú tað í ár eru 100 ár liðin, síðani Sunneva Katrina Luid, vanliga nevnd Trina í Meiðlendi, andaðist, hava nøkur ættfólk tikið stig til at seta henni minnisstein uttan fyri savnið á Mýri. Trina var he [...] er um at fara í gloymskuna, kann varðveitast. Tiltakið verður leygardag tann 13. Juli klokkan 14:00 uttan fyri savnið á Mýri. Aftaná avdúkingina av steininum bjóðar Hovs kommuna drekkamunn í skúlanum. Stuðlað [...] Stuðlað hava Lions Club Suðuroy og Hovs kommuna, skrivar sudurras.fo.
sum verður í Estlandi frá 17. til 24. august, skrivar FSF.fo. Leygardagin 17. august og eina viku fram fer føroyska U15-landsliðið við gentum til Tallinn í Estlandi, har tær skulu taka lut í Baltic Cup [...] Lettland og Litava eisini við í kappingini. Allan Smedemark er venjari hjá U15 gentunum, og hann hevur nú kunngjørt hópin, ið skal umboða Føroyar í kappingini, sum verður í estlendska høvuðsstaðnum um ein [...] ein góðan mánað. Hópurin: Aleksandra Zachariassen, KÍ Anna Katrina í Haraldstovu, 07 Vestur Sigrið Hansdóttir, B36 Lilja Eiriksdóttir Højsted, B71 Elin Wilhelm Fossabrúgv, FC Hoyvík Lea Traber Olsen, FC
(barebow) í kappingini. Hon kappaðist í bólkinum gentur barebow U16. Tað er ikki lætt at fáa ítøkiliga barebow-venjing í Føroyum, og tað er serliga í Team SuðurSkot í Suðuroy, at tey skjóta í hesum bog [...] eins og í flest øllum øðrum ítróttargreinum møta tey á pappírinum veikastu liðini teimum sterkastu liðunum í finaluskjótingini. Eisini í so máta eru tey samansettu liðini í mótvindi – í hvussu er tey [...] rakti hon við teimum fyrstu 36 pílunum í fyrra umfari, tá hon fekk 252 stig og tók leiðsluna í bólkinum. Í øðrum umfari var hon tó ikki eins neyv og endaði sum nummar 4 í innleiðandi kappingini. 14 ára gamla
AB-liðnum í ár, okkara egni Filip í Liða, flytur niður til Danmarkar í lestrarørindum í august, og tí metir felagið tað vera neyðugt at heinta útlendskan spælara, sum kann styrkja um kappingarførið í hópinum [...] galdandi til kappingarenda í 2025, skrivar AB. Orsøkin til at AB er úti og leitar eftir nýggjum spælara er, at ein av profilunum í felagnum, Filip í Liða, flytur av landinum í lestrarørindum. - Ein av [...] profilum, skrivar AB. Luca Ørsted Thorstensen er uppvaksin í AC Horsens, har hann spældi nógv á U19-liðnum. Seinasta árið hevur hann verið í Middelfart, har hann hevur verið fastur partur av bestaliðshópinum
Tað er varmakeldustevna í Fuglafirði, og tað hevur í allan dag verið nógvur aktivitetur í Fløtugerði. Longu klokkan 14 var dystur í bestu fótbóltsdeildini millum ÍF og EB/Streym. Tað var longu undan d [...] 1. deild er farin í summarfrí, eru teir næstbestu hjá B36 topplið í næstbestu deildini saman við FC Suðuroy. Teir næstbestu hjá Víkingi eru á triðja plássi við 29 stigum, og AB, sum í gjárkvøldi vann 1-0 [...] málið í Fuglafirði í dag skoraði EB/Streymur í 63. minutti. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, tí hann metti, at Elias J. Lervig hevði tikið beinini undan Virgari Jónsson. Jákup Nolsøe Olsen í ÍF málinum
um B71 leiðsluna til 2-0. Hetta var fimta málið hjá Jónatan Kjærbo í ár, og hetta var fyrsta ferðin í ár, at Áki Hentze var málskjútti í næstbestu deildini. Tijani Yakubu økti seks minuttir eftir steðgin [...] hjá Tijani Yakubu í ár. Hann er toppskjútti hjá B71. Tobias Hansen minkaði um munin til 3-1 í síðsta minutti. Hetta var sjeynda málið hjá Tobiasi Hansen, og hann er B36 toppskjútti í deildini. Hóast gongdin [...] Síðani tá hevur B71 spælt átta dystir og vunnið tvey stig. Í kvøld vandi alt heilt øðrvísi. B71 fór úr Gundadali við 3-1 sigri eftir 1-0 leiðslu í fyrra hálvleiki. Sigurin ber við sær, at B71 hevur 21 stig
vórðu í skorað í fyrra hálvleiki, sum FC Suðuroy vann 3-2. Baldur G. Niclasen legði í fimta minutti HB á odda 1-0. Hetta var triðja málið hjá 18 ára gamla Balduri G. Niclasen í næstbestu deildini í ár. [...] FC Suðuroy tók aftur í kvøld eitt stórt fet fram ímóti uppflyting í bestu deildina, har FC Suðuroy ikki hevur verið síðani 2015. Suðuroyingarnir eru á veg úr Gundadali og seinni í kvøld suður um aftur [...] tvey mál í næstbestu deildini í ár. Minuttin seinni var tað Teit Hjelm, sum svaraði aftur fyri FC Suðuroy, og so var støðan 5-3 til gestirnar. Teit hevur nú skorað fýra mál í næstbestu deildini í ár. Fýra
Ítróttaháskúlanum í Suðuroy er at skipa summarskeið fyri einum meiri tilkomnum aldursbólki, skrivar suðurrás á sudurras.fo. Í farnu viku var summarskeiðið 2024, har luttakarar vórðu blakaði út í alskyns avbjóðingar [...] facebook, har tað eisini eru hópin av myndum frá summarskeiðnum. Facebook vangin hjá Ítróttaháskúlanum í Suðuroy er her .
Tað endaði 1-1, tá ið TB í gjár var gestur hjá FC Hoyvík. Bæði málini vórðu skorað í seinna hálvleiki. Í fyrsta minutti eftir steðgin legði Jónas Bech FC Hoyvík á odda 1-0. Hetta var fyrsta ferðin, at [...] gamli verjuspælarin var málskjútti í 1. deild, har hann sambært FaroeSoccer hevur spælt 28 dystir. Andreas Midjord javnaði í 67. minutti til 1-1. Hann varð skiftur inn í 37. minutti, tá ið Gilli Rólantson [...] vøllinum. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at Andreas Midjord var málskjútti í næstbestu deildini. TB er á fjórða plássi við 25 stigum. Víkingur hevur 26 stig, og FC Suðuroy er á øðrum plássi við 27 stigum
FC Suðuroy staðfesti í gjár, at tað er álvari í ætlanini hjá teimum á Vágseiði, sum stríðast fyri aftur at vinna pláss í bestu deildini. Í gjár var næstbesta liðið hjá B36 gestur á Vágseiði. B36 var ósigrað [...] málskjútti í 1. deild. Carl Mikkelsen minkaði um munin til 3-2. Hetta var triðja málið hjá honum í 1. deild í ár. Síðsta umfar undan summarsteðginum verður leygardagin. Tá fara bæði FC Suðuroy og B36 at [...] ósigrað topplið, men í gjár gekk tað ikki hjá B36. FC Suðuroy vann 3-2, og nú eru tað trý stig frá FC Suðuroy, sum er næstfremst, og fram til B36. Hálvleiksstøðan var 1-1, og soleiðis var støðan, inntil