TB misti tvey stig í Hoyvík

1. DEILD: Nýggjur maður var millum stólparnar hjá FC Hoyvik, sum tað gongur rætta vegin hjá

Tað endaði 1-1, tá ið TB í gjár var gestur hjá FC Hoyvík. Bæði málini vórðu skorað í seinna hálvleiki.

 

Í fyrsta minutti eftir steðgin legði Jónas Bech FC Hoyvík á odda 1-0. Hetta var fyrsta ferðin, at 26 ára gamli verjuspælarin var málskjútti í 1. deild, har hann sambært FaroeSoccer hevur spælt 28 dystir.

 

Andreas Midjord javnaði í 67. minutti til 1-1. Hann varð skiftur inn í 37. minutti, tá ið Gilli Rólantson Sørensen noyddist av vøllinum. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at Andreas Midjord var málskjútti í næstbestu deildini.

 

TB er á fjórða plássi við 25 stigum. Víkingur hevur 26 stig, og FC Suðuroy er á øðrum plássi við 27 stigum. B36 er oddalið við 30 stigum.

 

Leygardagin fær TB í síðsta umfari undan summarsteðginum vitjan av Víkingi.

 

FC Hoyvík er aftast við átta stigum. Tað er eitt stig fram til HB og seks stig fram til KÍ, sum FC Hoyvík fer at vitja leygardagin.

 

Tølini siga, at nú gongur tað frægari hjá FC Hoyvík, sum næstsíðsta leygardag vann 2-1 á Sandi.

 

Í gjár var nýggjur maður í málinum hjá FC Hoyvík. Nicolai Vistisen, sum vardi málið í 14 teimum fyrstu umførunum, er farin aftur til Danmarkar. Alexander Kostow er nýggjur málverji. 23 ára gamli og 199 cm høgi málverjin hevur síðani á nýggjárinum og fram til nú verið í Næstved.