U15: Hópurin til Baltic Cup úttikin

Allan Smedemark, venjari hjá U15-landsliðnum við gentum, hevur úttikið 18 spælarar til Baltic Cup 2024, sum verður í Estlandi frá 17. til 24. august, skrivar FSF.fo

Í ár verður Baltic Cup fyri U15-landsliðið við gentum spælt frá 17. til 24. august - Mynd: www.FSF.fo

Allan Smedemark, venjari hjá U15-landsliðnum við gentum, hevur úttikið 18 spælarar til Baltic Cup 2024, sum verður í Estlandi frá 17. til 24. august, skrivar FSF.fo. Leygardagin 17. august og eina viku fram fer føroyska U15-landsliðið við gentum til Tallinn í Estlandi, har tær skulu taka lut í Baltic Cup 2024. Umframt vertslandið og Føroyar, vera Lettland og Litava eisini við í kappingini.

 

Allan Smedemark er venjari hjá U15 gentunum, og hann hevur nú kunngjørt hópin, ið skal umboða Føroyar í kappingini, sum verður í estlendska høvuðsstaðnum um ein góðan mánað.

 

Hópurin:

 

Aleksandra Zachariassen, KÍ

 

Anna Katrina í Haraldstovu, 07 Vestur

 

Sigrið Hansdóttir, B36

 

Lilja Eiriksdóttir Højsted, B71

 

Elin Wilhelm Fossabrúgv, FC Hoyvík

 

Lea Traber Olsen, FC Hoyvík

 

Maria Bjarnadóttir, FC Hoyvík

 

Olivia Kristiansen, FC Hoyvík

 

Helena Holm, FC Suðuroy

 

Elin Elmelund Hansen, HB

 

Hanna Thomsen, HB

 

Rakul Madsen, HB

 

Eva José Dos Santos, ÍF

 

Billa Martinsdóttir Justinussen, NSÍ

 

Elin Joensen, NSÍ

 

Lilja Dam Jacobsen, Skála

 

Sára Justinussen, Víkingur

 

Tóra við Gil, Víkingur

 

Skráin:

 

19. aug. Litava – Føroyar (kl. 10:00)

 

21. aug. Føroyar – Lettland (kl. 10:00)

 

23. aug. Føroyar – Estland (kl. 15:00)

 

Allir dystirnir verða spældir á TNTK stadion í Tallinn.

 

Áðrenn fráferð verður skipað fyri tveimum dupultvenjingum, sum vera á Tórsvølli leygardagin 10. og sunnudagin 11. august.

 

Í ár verður Baltic Cup fyri U15-landsliðið við gentum spælt frá 17. til 24. august - Mynd: www.FSF.fo