avrikini og úrslitini í kappróðrinum. Málini Í Klaksvik varð róð á 1000 og 1500 metrum. Í Hósvík verður umframt á hesum teinunum eisini róð á 2000 metrum. Startmálið hjá 10-mannaførunum er innanfyri Blásenda [...] Undanfarnu ferðirnar, tá ið kappróður hevur verið her í Hósvík, hevur tað gingið upp á stás, og vit hava verið fegnir um, at tað á aðalfundinum hevur verið tikið fram sum dømi um, hvussu væl tað kann ganga. Tað [...] formaðurin í Hósvíkar Róðrarfelag. Drátturin er við Thor, sum heldur til á bryggjuni í Hósvík. Har er gott øki at seta bátarnar á. Róðrarfólkini fáa at eta í bygdarhúsinum í Hósvík. Bíða eftir bátinum
heimaliðið ferð á. Eftir góðum tíggju minuttum høvdu tær togað seg framum VB, og tó at gestirnir royndu at fylgja við, so gekk hetta ikki. Tær fingu skil á verjuni, har alt størri dentur varð lagdur á at vera [...] Hondbóltur So hevur VB mist fyrstu stigini. Tað stóð greitt, eftir at Stjørnan á heimavølli vann ein sigur, sum á pappírinum gjørdist óvæntað tryggur. Ikki minni enn 26-18 gjørdist endaliga úrslitið, men [...] sýndi liðið hondbóltsspæl, sum kann toga tær heilt upp á ovastu tindarnar, men hóast hetta, so vóru í løtum tekin um, at liðið í sera stóran mun er tengt á avrikunum hjá einstøku leikarunum. Ikki minst hjá
Tvær ferðir á rað hevði VÍF opnar kontramøguleikar, men tveir ferðir á rað bjargaði Óla Christian, soleiðis at kollfirðingar ístaðin fingu togað seg upp á javnt. Tó at tað nú gekk javnt á eina løtu, so [...] mál á rað, og nú fóru teir veruliga at trúgva upp á møguleikan. Teir stríddust fyri hvønn bólt í verjuni. Royndu at halda høvdið kalt í álopinum, og bert hálvan annan minutt fyri leiklok vóru teir á odda [...] takast umaftur, tíVÍF-leikari var farin inn um strikuna, og tí fríkastð ikki varð tikið á røttum stað. Málverjar á muni Hvat spenningi viðvíkur, so var hetta helst hámarkið í dystinum leygardagin, og tó
leikaði hart á í ítróttarhøllini á Skála sunnudagin, tá vestmenningar vóru á vitjan. Vestmenningum tørvar tveir sigrar afturat í ár og fyri teir hevði verið best um sigurin kom til høldar í høllini á Skála, [...] nógv við í spælinum, men soleiðis er, tá eitt FM-heitið stendur upp á spæl. Og tað gjørdi tað á Skála, sjálvt um tað ikki sást so væl á spælinum hjá vestmenningum. Teir royndu og til tíðir fleyt spælið rættiliga [...] líka lítið hugaligt hjá Neistanum at hugsa um, hvat teir eiga á. Neistin hevur bara tann eina dystin eftir, men tá hann verður móti StÍF á útivølli, vita teir, hvat bíðar teimum, tí sjálvt um strandingar
undirvísing At ganga í skúla nú á døgum er ikki, hvat tað hevur verið. Fyrr sótu næmingarnir mest á teirra fløtu og terpaðu tabell, sálmavers og kongarekkjuna. Men nú á døgum er alt meiri og meiri vanligt [...] hvørveit, kanska verður Høgni Hoydal boðin í ræstkjøtveitslu á Tvøroyri í heyst...... MYNDATEKSTUR - FLOKSMYND: Hetta er fyrsti flokkur á Tvøroyri úti á Støklunum í Froðba, har tey settu epli niður leygardagin [...] og fóru út undir Støklarnar í Froðba at seta epli niður á einum stykki, sum tey hava fingið til endamálið. ?Hetta er ikki eitt fak, sum stendur á tímatalvuni. Men hetta er eitt flokstiltak, sum er líka
spæla slíkar altavgerandi dystir, har nógv stendir upp á spæl. Sum dømi um hetta nevnir hann dystin á Skála sunnudagin, har VÍF vann tryggan sigur á strandingum. Hann heldur, at tað hevur víst seg fleiri [...] Neistanum í nógv ár, bæði á vøllinum og uttan fyri vøllin, er Vagnur Michelsen. Tá ið Neistin seinast vann føroyameistaraheitið í bestu mansdeildini í 1978, var Vagnur millum leikararnar á liðnum. Vagnur heldur [...] slíkan dyst, og tað var steypafinaluna, og tá mistu teir alt á gólvið, hóast teir høvdu trygga leiðslu, og tað situr kanska í bakhøvdinum á neistaleikarunum. Eitt, sum Vagnur metir kemur at hava stóran
sær, eru á Toftum, men ein teirra fær ikki loyvi at vera við í morgin. Tað er Henning Jarnskor, sum er leikbannaður móti Skotlandi, men verður tøkur aftur móti Bosnia-Hersegovina. Royndir menn á beinkinum [...] Henning Jarnskor (27). Tá trýstið er so stórt, sum tað verður á føroyska liðið í morgin, hevur tað serliga stóran týdning, at teir, sum eru á vøllinum, hava nógvar royndir og megna at halda høvdið kalt, [...] nevndu koma á vøllin. Sum sagt, so er Henning leikbannaður, og tað tykist vera rættuliga víst, at Jan Dam verður ikki millum teir fyrstu ellivu. Jens Martin Knudsen má ivaleyst finna seg í at sita á beinkinum
og síðani kom Sámal Ravnsfjall. Hips um Haps, Garpar, Jákup á Stongum, Holgar Jacobsen og Eyðun og Terji taldust eisini millum luttakararnar. Kvøldið endaði við at føðingardagsbørnini fóru á pallin at spæla [...] Guttesen og Magnus á Stongum, sum nú um dagarnar fylla ávikavist 75 og 74 ár, skrivar sorvag.fo. Stórur gravgangur var eftir atgongumerkjum, og tiltakið varð útselt eftir bert lítlari løtu. Á skránni vóru ymiskir [...] avn var tað, at fyrsti spírarnir sóust ella hoyrdust, og restin er søga. Jóan Jakku úti á Bakka og Magnus úti á Lið hava alt sítt vaksna lív verið heimskendir her í bygdini og oynni. Teir vóru við í ymsum
einum, sum kemur aftur á vøllin. Avloysarin er Dánjal Tórgarð. 25min.: 11-12 til StÍF. Kjartan Johansen við frálíkum spæli út á vongin til Allan Norðberg, og so eru strandingar á odda fyri fyrstu ferð. [...] Høllin á Hálsi var sum vera man stúgvandi full, tá ið steypaliðið av øllum, StÍF, seinnapartin brast saman við oddaliðið í landskappingini, H71, í Faxe Kondi-steypafinaluni hjá monnum. Dysturin byrjaði [...] kom at geva úrslit seinna í fyrra hálvleiki. StÍF ressaðist nevniliga mannliga síðstu løtuna og kom á odda 14-11, men so svaraði H71 aftur við trimum skjótum málum, soleiðis at støðan í hálvleikssteðginum
8. august fyllir Sólvá Gærdum Funderud á Strondum 50 ár. Dagurin verður hildin heima frá kl. 12–19. Føðingardagar Leygardagin 15. august halda Jastrud og Sámal Clementsen 75 + 75 ára føðingardag. Dagurin [...] august giftast Malan á Dul Vang, Tórshavn, og Páll Nielsen, Trongisvágur. Vígslan verður í Ebenezer kl. 13.00. Eftir vígsluna verður móttøka í lítla sali, har høvi verður at heilsa upp á brúðarparið. Øll eru [...] Hansen av Norðoyri. Vígslan verður á Skúlaheiminum við Marknagil kl. 13.00, og eftir vígsluna verður receptión. Øll eru hjartaliga vælkomin. Døgurði verður fyri innboðin á Hotel Føroyum. Brúdleyp Leygardagin