pensionistar, eisini onnur, siga: Eg havi altíð valt og velji Javnaðarflokkin, men eg eri hart ímóti loysing. Onnur siga: Eg havi altíð valt og velji Fólkaflokkin, men gangi slettis ikki inn fyri loysing [...] Hvussu støðan so hevði verið í dag hjá okkum, sum ikki høvdu leitað okkum annað skjól, men enn búleikaðust heima á landi, tað er tað bert ein sum veit. Er ongin vón? Um tann flokkur, sum eg plagdi at velja, [...] pensionistar. Ongin ivi er um, at tað er torført at fáa fíggjarlógina at hanga saman aftan á tann álvarsliga niðurskurðin av blokkinum og tann búskaparpolitikk, sum førdur er seinastu árini. Og sjálvsagt kann
tískil hevur hon ikki borðreitt við tvøsti og spiki í nógv ár. - Eg skal ikki siga, at eg ikki havi smakkað tað hesi síðstu árini, men heima hjá okkum borðreiða vit ikki við grind. Hon ásannar, at tað verður [...] gera upp við okkum sjálvum, um grind er ein spurningur um ein mentanararv, vit eiga at varðveita, ella um talan er eitt fólkaheilsumál. - Eitt páhald er, at grind er ein gamal siður, sum skal varðveitast [...] Christophersen. Mugu gevast Sjálv er Turið Christophersen ikki í iva: Føroyingar mugu gevast at eta grind. - Tað er vísindaliga staðfest, at grind er so illa dálkað, at hon er ikki fólkamatur. Tað mugu vit
ansað heima av avvarðandi og heimarøktini. Og tað er langt og frá nøktandi, heldur Marjun Smith, leiðari á Lágargarði í Havn. - Tilboðið til tey dementu í Føroyum er undir alt lágmark. Bíðitíðin er ov long [...] Tað er eingin ivi um, at út yvir tey vánaligu 150-200 dementu, eru tað nógv fleiri. Í teirri longu tíðini tað er at bíða eftir einum røktarheimsplássi, taka tey næstu sær av tí dementa. Og hesi avvarðandi [...] varð gjørt til dement sum upprunaliga ætlað. - Tað er so átrokandi at fáa nøkur pláss, og tí átti hetta heimið at verið ætlað teimum. Mær vitandi er einki heim í Havn í umbúna til dement. Fløskuhálsur Tað
tað hava vit okkara skyld í. Tað, sum er hent er ,at nú er danskur politikkur førdur inn á Føroyar. Føroyar eru blivnar ein kastibløka í donskum politikki. Eg eri púra sannførdur um, at tað verða ongar [...] við onnur lond, hóast hetta er felagsmál og hoyra heima undir uttanríkisráðnum. Í eini 12-15 ár hevur javnaðarflokkurin arbeitt fyri at broytt hesi viðurskifti. Men tað er ongin loyna, at serliga bankakreppan [...] orkuni í landinum. Tíðin er farin frá heimastýrinum, vit hava. Og eg ivist ikki, at Poul Nyrup torir ikki at vera tann forsætisráðharri, sum upploysir ríki. Spurningurin er, um vit hava styrki at átaka
hvussu er fara tey at stovna deildir í Føroyum. -Um tey fara at skráseta seg her beinanvegin er tó ringt at siga, tí lógin sigur, at tað er ikki neyðugt at skráseta eitt felag her heima. Tað er nokk at [...] arbeitt fyri okkum hesi seinastu árini, tá hugsað verður um áhugan frá oljufeløgunum. Oljuprísirnir hava verið vaksandi og tað hevur ikki verið so nógv bjóðað út aðrastaðni. Alt hevur tí verið til okkara fyrimun [...] spurningurin um markið er loystur, sigur hann, at tað hann sigur er fyri hansara persónligu rokning og ikki sum formaður í Føroya Oljuídnað. -Tað verður ein satsningur, og eg haldi, at eg hevði satstað og bjóðað
hvørjum ári. Tað týdingarmesta er, at vit hava eina ávísa javnvág yvir fleiri ár. Sjálvur vænti eg, at vit fáa undirskot á fíggjarlógini komandi 2-3 árini. Skal gongdin vendast, er alt avgerandi, at fiskaprísirnir [...] fyri varðveita javnvágina á fíggjarlógini. Hesum atfinningum er Bárður Nielsen ikki samdur í. -Fyri tað fyrsta, havi eg aldrin sagt, at eg bara fór at lata standa til. Undanfarna samgonga gjørdi nakrar [...] hann er vestmenningur við stóra V. Í nógv ár vardi hann málið hjá VÍF og vann seg fram millum fremstu málmenninar í landinum. Goggan er nú skift út við slipsið og komandi árini verður hansara arbeiðspláss
tænastuvinnan á landi er á føroyskum hondum. Men her er tað so, at vit renna okkum í tað eyðkendu Føroyasjúkuna, sum er spjaðingarlyndi, heldur enn samanhald. Oljuvinnan er so umfatandi, at tað førir ikki [...] fiskivinnuna hesi árini, tey hava havt oljuna. Sjálvandi hevur tað eisini havt sína ávirkan, og broytt bygnaðin í fiskivinnuni, at fiskimarkið varð flutt út á 200 fjórðingar samstundis. Hinvegin er fiskivinnan [...] Bretlandi minkað. Men tað er hon eisini í Týsklandi, og øðrum londum, sum ikki hava havt olju. Pengarnar í stuðulsgrunn Serliga hugtikin er Olaf Olsen av gongdini í Hetlandi. Hetland er eitt land, sum líkist
Harafturat havi eg verið formaður í Prestafelagnum seinastu 11 árini, har eg havi fingið innlit í lógarverkið og nógvar av teimum trupulleikum, sum kunnu standast innan kirkjuna, og havi eg verið til at loyst [...] tað fyrsta havi eg fingið áheitanir, og fólk hava sagt, at tey biðja fyri mær. Fyri tað næsta haldi eg meg hava nakrar førleikar, bæði viðvíkjandi útbúgving og starvsroyndum. Eg havi verið prestur í 25 [...] 25 ár í november. Tað, sum eg havi arbeitt við vísindaliga, er tað praktiska: sálmar, prædikur og ritual, sum hevur samband við tað, kirkjan er í gerandisdegnum, sigur Jákup Reinert Hansen, prestur á Sandi
Eg bjóði meg fram til løgtingsvalið 8. desembur. Eg havi havt tann stóra framíhjárætt at sita á Føroya Løgtingið seinastu gott 3 árini. Takk fyri tað og takk til bæði samgongu og andstøðu fyri samstarv [...] veðurlagspolitikkur er orðaður - Felagið P/F Suðuroyartunnilin er stovnað - Fimm heim til fólk við serligum tørvi eru á veg - Ein nýggj diabetesmiðstøð er samtykt - Almanna- og heilsuøkið er raðfest - Vit hava [...] læknum Alt hetta er gott og vit skulu gera tað enn betri. Nevnast kann, at hóast bíðitíðin at sleppa til útgreining fyri ADHD er minkað munandi, er tað enn ov leingi at bíða 17 mánaðir. Tað er hvørki nøktandi
sjálvsagt, at vit skipa økið væl. Ein trupulleiki sum ikki er til Eg havi varhugan av, at hesin trupulleikin, sum verður málaður í skrift og talu, er í veruleikanum ikki so stórur sum hann verður gjørdur til [...] Tí skuldi ikki verið nakar trupulleiki at skipa økið væl frammanundan. Út úr eldinum Tá eldur er í einum húsi, ræður um at fáa fólkini út. Eingin fer millum logarnar at spyrja, hvar hesi fólkini skulu fara [...] Spurningurin um flóttafólk hevur verið nógv frammi síðani løgmaður helt sína nýggjársrøðu. Sum so ofta í Føroyum er kjakið farið at snúgva seg um ”alt ella einki”. Annaðhvørt skulu vit steingja allar hurðar