Vit noyðast at gevast at drepa grind

SKAÐILIGT Fyri fyrstu ferð hevur ein altjóða umhvørvisfelagsskapur fingið eina føroyska deild.
- Vit noyðast at gevast at drepa grind, tí hon er skaðilig at eta, sigur Turið Cristophersen í Havn, sum hevur stovnað føroydeildina

- Skulu vit halda fram at drepa grind ella ikki?
Hetta er ein spurningur, sum vit í Føroyum noyðast at seta okkum sjálvum.
Tað heldur Turið Christophersen í Havn.
Sjálv hevur hon tikið eitt heilt óvanligt stig fyri at birta upp undir eitt veruligt kjak í føroyum um hetta kensluborna evni.
Hon hevur nevniliga stovna eina Føroyadeild av altjóða umhvørvisfelagsskapinum, Earthrace Conservation, sum umstríddi umhvørvisstríðsmaðurin, Pete Bethune úr Nýsælandi, hevur stovnað.
Hetta er fyrstu ferð, at ein altjóða umhvørvisfelagsskapur fær eina føroyadeild og sostatt er talan um eitt spildurnýtt kapittul í føroyskari umhvørvissøgu.
Tann 31 ára gamla Turið Christophersen, er als ikki ókend við djóravernd, tí hon hevur leingi verið virkin í Djóraverndarfelagnum.
Í løtuni er hon einsamøll um at stovna føroyadeildina, men í oktober í ár verður hon formliga sett á stovn við nevnd og tí, sum hartil hoyrir.

Vit eiga kjakið
Endamálið hjá nýggju Føroyadeildini er ikki at leggja forðingar í vegin fyri grindadrápi.
- Endamálið hjá okkum er fyrst og fremst at birta upp undir kjak um grind og alt annað djóralív í havinum.
- Eitt nú vita vit, at lundin er illa fyri og tað er eisini ein spurningur, vit noyðast at taka upp.
Somuleiðis er tað neyðugt at viðgera ovurfisking, dálking og aðrar havumhvørvisspurningar.
Tað heldur hon, at Earthrace Conservation er eitt gott amboð til.
- Tað er avgerðandi, at vit hava hetta kjakið heima hjá okkum sjálvum ístaðin fyri at kjakast við restina av heiminum um grindadráp.
- Vit merkja eitt stórt trýst uttaneftir og tað noyðast vit at svara uppá. Men tað skal ikki vera avgerðandi fyri um vit drepa grind ella ikki. Tað, sum er avgerðandi, er, at vit føroyingar sjálvir taka eina støðu til grindadráp.
- Og tað eigur ikki at ávirka avgerðina um útlendskir felagsskapir hava eina hugsan um grindadráp.

Mentan ella heilsa
Ein spurningur, sum Turið Christophersen heldur, at vit mugu taka støðu til, er, hvat vigar tyngst í sambandi við grindadráp.
- Er fólkaheilsan ella mentanarligi arvurin og rætturin at gagnnýta náttúrutilfeingið, sum vigar tyngst.
Tí er spurningin um vit skulu halda fram drepa grind ella um vit skulu gevast, eitt mál, hon avgjørt heldur, at vit eiga at taka upp.
- Vit mugu gera upp við okkum sjálvi um vit skulu halda fram at drepa grind, sigur hon.
-Vit mugu gera upp við okkum sjálvum, um grind er ein spurningur um ein mentanararv, vit eiga at varðveita, ella um talan er eitt fólkaheilsumál.
- Eitt páhald er, at grind er ein gamal siður, sum skal varðveitast. Samstundis verður ført fram, at grind er eitt gott ískoyti til okkara húsarhald og at vit av prinsipiellum orsøkum skulu tvíhalda um okkara rætt til at gagnnýta okkara náttúrutilfeingið burðartygt.
Ella skal tann staðfesting viga tyngri, at grind er so illa dálkað við vandamiklum evnum, at hon er heilsuskaðilig at eta?
- Vit mugu seta okkum sjálvi spurningin: Hvørji atlit skulu vit taka, tá ið vit viðgerða grindadrápið: Mentanararvin ella fólkaheilsuna, staðfestir Turið Christophersen.

Mugu gevast
Sjálv er Turið Christophersen ikki í iva: Føroyingar mugu gevast at eta grind.
- Tað er vísindaliga staðfest, at grind er so illa dálkað, at hon er ikki fólkamatur.
Tað mugu vit taka til eftirtektar og tí eiga vit at gevast at drepa grind.
Sjálv hevur hon langtsíðani gjørt av at fylgja tilmælinum um ikki at eta grind og tískil hevur hon ikki borðreitt við tvøsti og spiki í nógv ár.
- Eg skal ikki siga, at eg ikki havi smakkað tað hesi síðstu árini, men heima hjá okkum borðreiða vit ikki við grind.
Hon ásannar, at tað verður hvørki í dag ella í morgin, at vit fara at gevast.
- Men sum frálíður noyðast vit at gevast, tí tey fólkaheilsuligu atlitini eiga at viga tyngri enn páhaldið um, at vit mugu varðveita ein gamlan mentanararv.
- Grindin hevur ikki verið dálkað og vit noyðast at tillaga okkara mentan til nýggjar tíðir. Men tað hava vit altíð gjørt, so tað er onki løgið í tí. Ígjøgnum allar tíðir verið lívsins gongd verið, at gamlir siðir fara í søguna og nýggir siðir taka seg upp.
- Vit hava altíð verið noytt at tillaga okkum og tað mugu vit eisini gera í hesum føri.
Undir øllum umstøðum eiga vit at drepa nógv færri hvalir, enn vit gera nú.
- Taka tað lagaligasta kosttilmælið viðvíkjandi grind og eta alt tvøstið og spikið, áttu vit kanska bara at dripið ein triðing av tí, vit nú drepa um árið.
- Er tíðin ikki komin til at spyrja mynduleikarnar, um rætturin at varðveita ein gamlan sið, stendur mát við menniskjansligu avleiðingarnar av at halda fram at drepa grind? Er tað vert at seta fólkaheilsuna í vanda fyri at varðveita ein mentanararv, spyr Turið Christophersen.

Eitt opið sinnið
Pete Bethune, leiðari í umvørvisfelagsskapinum, Earthrace Conservation hevur verið tvær ferðir í Føroyum.
Her spældi hann kort síni so væl, at hann fekk viðhaldsfólk í Føroyum, sum blivu so eldhugað, at tey nú stovna ein føroyadeild hjá felagsskapinum.
Sum tað sæst í hinari greinini, er tað Turið Christophersen, sum stendur á odda fyri føroyadeildini.
Hon hevur havt nógv samband við Pete Bethune, tá ið hann hevur verið í Føroyum.
- Tað sum hugtók meg við hesum felagsskapinum er, at hann hevur eitt opið sinnið og eina friðarligan hugburð, sigur hon, tá ið vit spyrja hana, hví hon gjørdi av at velja hesum felagsskapinum burtur úr øllum teimum, sum annars bjóða seg fram at verja umhvørvið.
Hon sigur, at vit eru ikki von við, at umhvørvisfelagsskapir stinga fingurin í jørðina og koma higar at útvega sær upplýsingar og vitan so at teirra virksemið kann byggja á veruleikan og ikki á kenslur.
- Samstundis er teirra grundsjónarmið, at teir skulu vera sakligir og diplomatiskir í síni framferð, heldur enn at elva til stríð.
- Tað haldi eg, er ein hugburður, sum hóskar væl til føroyingar, tí vit eru eitt eitt opið samfelag, har vit kjakast okkum fram til úrslit.

Onki stríð
Men nú er Pete Bethune ikki bara friðarligur. Eitt nú hevur hann siti fastur í Japan fyri harðskap?
- Tað, sum hevur týdning er, at grundhugburðurin er friðarligur. Men tað kann altíð henda, at samanbrestir vera. Sjálvt Greenpeace fólk verða handtikin og løgd í hondjørn av og á tí í sambandi við umhvørvisvernd ganga markini eitt sindur øðrvísi enn vit eru von við. Tað er verri enn so altíð í sambandi við bardaga, men tað er av og á, at fólk verða handtikin í samband við friðarlig mótmæli.
- Kemur tú ikki onkuntíð at markinum, ber ikki til at mótmæla ímóti nøkrum sum helst.
- Men tað týdningarmikla er, at gera alt fyri at sleppa undan at elva til stríð, sigur Turið Christophersen.
Hon leggur dent á, at tað fer aldrin at henda, at Earthrace Conservation fer at leggja seg út í eitt grindadráp við skipum og bátum og aðrari útgerð at forða fyri, at grind verður hldin til.
- Okkara endamál er at kjakast um hesar spurningar og tað fara vit at halda okkum strangt til, sigur hon.

Stúrir ikki
Nú er grindadráp eitt rættiliga kensluborið evni. Stúrir tú ikki fyri, hvat fólk fara at siga til, at tú stovnar ein umhvørvisfelagsskap í føroyum?
- Ja, tað er øgiliga kensluborið, men føroyingar eru eitt friðarligt fólk, sum eru opnir fyri kjaki. Og eg haldi eisini, at tað er rósverdugt, so væl, føroyingar hava tikið ímóti teimum umhvørvisfólkum, sum hava verið her.
- Tú stúrir Turið Christophersen ikki fyri at verða happafuglur nummar eitt í Føroyum fyri tað at hon stovnar eina føroyadeild hjá Earthrace Conservation.
- Men eg vænti nú heldur ikki, at hetta fer at gera meg til ársins føroying, leggur hon afturat.

Deild nummar 10
Nú Earthrace Conservation, fær eina føroyadeild, hevur felagsskapurin 10 deildir ymsastaðni. Hinar deildirnar eru ymsastaðni í USA, í Avstraliu, Nýsælandi, Suðurafriku, Svøríki og Stóra Bretlandi.
Føroyadeildin hjá Earthrace Conservation er á Facebook og har eru tey at finna á
www.facebook.com/pages/Earthrace-Conservation-Faroe-Islands/203729866341479