Vit mugu smoyggja upp um ermar og gera nakað við eldraøkið nú

- Í staðin fyri at siga, at tey gomlu skulu vera longst møguligt í egnum heimi, eiga vit at siga longst møguligt í egnaðum heimi, sigur Marjun Smith, leiðari á Lágargarði, ið sóknast eftir, nær politikararnir munnu fara at vakna og ásanna, at tað er átrokandi neyðugt at gera nakað munagott á eldraøkinum

Eru tey gomlu illa fyri í dagsins Føroyum, tá ið tað snýr seg um nøktandi bústað á ellisdøgum, eru tey dementu upp aftur verri fyri. Hesin bólkurin av teim gomlu verður mangan umtalaður sum tann gloymdi bólkurin. Av umleið 150-200 sera vánaligum dementum sjúklingum, eru tað umleið 20, ið fáa ta røkt og umsorgan, tey hava krav uppá. Hini verða øll ansað heima av avvarðandi og heimarøktini. Og tað er langt og frá nøktandi, heldur Marjun Smith, leiðari á Lágargarði í Havn.

- Tilboðið til tey dementu í Føroyum er undir alt lágmark. Bíðitíðin er ov long, og plássini ov fá. Vit eiga at kunna bjóða teimum eina professiónella røkt, soleiðis at tey hóast sína sjúku kunnu fáa eina mannsømiliga tilveru. Og tá hugsi eg um útbúgvið fólk, ikki ófaklærdar heimahjálparar.


Støðan syndarlig

Í vár vóru starvsfólk innan eldraøkið í Føroyum á skeið. Har varð avrátt at seta ein bólk at arbeiða við spurningum um tey dementu í Føroyum. Endamálið er at gera politikarum og embætisfólki greitt, at neyðugt er at gera nakað skjótt, og at útbúgvið fólk eigur at taka sær av teimum dementu. Somuleiðis vónar bólkurin, at ein eldrapolitikkur verður orðaður, har tey dementu verða umfatað og raðfest høgt.

- Vit settu okkum fyri at kanna, hvussu nógv dement eru í Føroyum. Tað er eingin ivi um, at út yvir tey vánaligu 150-200 dementu, eru tað nógv fleiri.

Í teirri longu tíðini tað er at bíða eftir einum røktarheimsplássi, taka tey næstu sær av tí dementa. Og hesi avvarðandi hevur Marjun Smith mangan í telefonini.

- Tey eru í eini syndarligari støðu. Øll familjan verður ávirkað, og nógvar familjur sindrast, tí tey eru so ovbyrjað. Akutti bíðilistin er 1-2 ár, og tá hava tey kanska bíðað fleiri ár framman undan. Upptøkunevndin metir um, hvør verður fluttur av tí vanliga listanum yvir á akutta listan. Og tað er í mun til tørv og støðuna viðkomandi er í. Tá ið tann dementi ikki hevur nakran avvarðandi, er støðan sjálvsagt upp aftur verri.

Leiðarin á Lágargarði harmast um, at sambýlið í Hoyvík, sum lat upp fyri stuttum, ikki varð gjørt til dement sum upprunaliga ætlað.

- Tað er so átrokandi at fáa nøkur pláss, og tí átti hetta heimið at verið ætlað teimum. Mær vitandi er einki heim í Havn í umbúna til dement.


Fløskuhálsur

Tað var avgjørt eitt framstig, tá ið nýggja deildin lat upp á Landssjúkrahúsinum, ið skal sjúkuútgreina tey dementu. Trupulleikin er kortini, at tey dementu sleppa ikki víðari, tá ið tey koma inn til sjúkuútgreinan. Hava tey ikki framman undan eitt heim at búgva í, er ringt hjá teimum at sleppa inn til sjúkuútgreinan.

- Verður demensur staðfestur, áttu vit beinanvegin at kunna bjóða ta serrøkt og umsorgan, sum tørvur er á, antin tað so er í egnum heimi ella á stovni, sigur Marjun Smith.

Støðan í Føroyum er nógvar ferðir verri enn í øðrum Norðurlondum. Sosialu lóggávurnar í øllum Norðurlondum innihalda reglur um, hvat amt og kommunur eiga at bjóða teimum dementu. - Eg havi spurt meg fyri alla staðni eftir lógum og reglum at arbeiða út frá, men har er einki. Vit brúka ta donsku, men meðan føroyingar, ið hava demens, verða ómynduggjørdir, kemur tað als ikki uppá tal í Danmark.

Sokallaðu integreraðu skipanirnar hava ikki víst seg verið hóskandi í Danmark, og Marjun Smith heldur, at vit eiga at læra av mistøkunum, ið eru gjørd í Danmark.

Danir niðurløgdu nógv seingjarpláss og røktarheim fyri nøkrum árum síðani, men hava síðani verið noyddir at útvega nýggj. Seinnu árini hava teir verið noyddir at gera vardar eindir í verandi røktarheimum og annars at bygt ella útvegað smærri búfelagsskapir til tey dementu.

- Royndir siga, at besta tilboðið til dement er at vera heima sum longst, men við neyðugari professiónallari hjálp frá heimarøktini við døgnvaktarskipan.


Ráðstevna um demens

Í sambandi við Eldradagarnar 1999 í Norðurlandahúsinum, ið byrja í dag, verður ráðstevna um demens. Hon verður í morgin, og tvær serkønar innan demens halda fyrilestur um evnið. Onnur er Birthe Hansen, stjóri innan eldraøkið í Frederiksund kommunu, og hin er Tove Vestergaard, ið er demens-samskipari í Slangerup Kommunu. Um kvøldið vera almennir fyrilestrar um demens, røktartørvskanning og virðislig ellisár.

- Vit vóna, at burtur úr hesum kemur ein eldrapolitikkur, sum eisini umfatar tey dementu. Vit áttu eisini havt ein demens-samskipara í Føroyum, sum fer út í heimini og metir um, hvussu støðan er hjá teimum dementu, á hvørjum dementstigi tey eru á og hvønn tørv tey hava, sigur Marjun Smith.