Jóan Petur í Soylu, sigur, at tá motorurin brotnaði, helt hann í fyrstari, at tað var eldur í maskinrúminum. - Men so var ikki. Tað hoyrdist, at okkurt hendi við motorinum, men tað virkaði ikki so ógvusligt [...] fyrstu viku í apríl í ár, og nú motorurin brotnaði, høvdu skipini gjørt tilsamans 9 túrar við fullari last. Jóan Petur í Soylu sigur, at veiðan higartil í ár hevur verið góð, og soleiðis var eisini í vertíðini [...] vertíðini í fjør. - Nú er gulllaksavertíðin knappliga hálvrunnin, men greitt er, at Eysturbúgvin kemur ikki til fiskiskap aftur í hesi vertíðini, leggur hann aftrat. Í fjør gjørdist veiðan í gulllaksavertíðini
gamal, valdi eg at tekna meg sum lim í Norðoya Fólkafloksfelag. Longu til kommunuvalið hin 8. november í 2016 varð Beinir Johannesen biðin um at stilla upp. - Orsøkin til, at eg játtaði, var, at eg sjálvur [...] Johannesen vísir á, at higartil í hesi setuni hevur fiskivinnulóggávan verið til viðgerðar í vinnunevndini, og hann heldur, at hetta var ein sera spennandi og lærurík tíð. Kendist tað stórt at gerast løgtingsmaður [...] Johannesen vísir á, at tær avgerðir, sum tiknar verða á Føroya løgtingi, røkka inn í øll heim í Føroyum, bæði so og so. Tískil er hetta eitt sera stórt álit, og hetta álit ynskir hann at liva upp til. Hvat
in var í stoypiskeiðini. Hann sigur, at maðurin, sum átti lesarabrævið, hevur verið framsíggin. Nú, eini 40 ár seinni, er hetta veruleiki. - Tað er rættiliga óveruligt, at nú fer at bera til at fara til [...] Havnar at fáa sær kaffi. Róin Clementsen vísir á, at í 1970-unum var strævið at spæla fótbólt og búgva í Sandoynni. Tá vóru útróðrarbátar úr Skopun mangan álitið, serliga tá komast skuldi aftur í oynna [...] skuldu suður í vikuskifti. Hann sigur, at her var ein blíður og fryntligur stjóri, Jóhan Restorff, sum ofta tók sær av at stempla fríbilettirnar. - Ofta plagdi eg at reka framundir at fáa Rituna at sigla seinni
frítíðarferð fáar tímar seinni, men hetta sær nú út til at fara í vaskið, segði hann. Stóri Birmingham-framherjin segði, at nú trongdi hann harðligani til at taka sær av løttum í nakrar vikur, tí kroppurin var [...] ferð í fyrra hálvleiki dømdur fyri rangstøðu, og tað var hann ikki heilt nøgdur við. Tað einu ferðina setti hann bóltin í netið, men linjuverjin hevði veittrað fyri rangstøðu: - Eg haldi ikki, at tað var [...] Linjuverjin hevði hug til at hyggja ov nógv eftir bóltinum og ikki, hvussu áleypararnir runnu, soleiðis at hann sá, hvar vit lógu, tá ið avleveringin fall, segði Clinton Morrison. Noyðist at útseta frítíðarferð
ella hevði ikki klárað seg væl í skúlanum frammanundan. - Her sá eg, at øll høvdu ikki nakað brek, men høvdu kanska brúk fyri einum skumpi at koma víðari, ella bara fyri at fáa ein hægri karakter í onkrari [...] fyri hana var hetta samstundis byrjanin til eina positiva vend í lívi hennara. Hon hevði frammanundan gingið í barnaskúla í heimbygdini Kollafirði og síðani í framhaldsdeild í Eysturskúlanum í Havn. Nú skuldi [...] og tá eg so fekk at vita, at hetta var í lagi, var eg ordiliga ordiliga glað. Hetta var simpelthen tað besta sum kundi henda fyri meg. - Tað var sera gott at koma her á skúlan. Tað var ordiliga “yes” fyri
íløgur í garanterað virðisbrøv. Fyri Schlüter er eingin ivi um, at stórur framburður er at síggja í føroyska samfelagnum. Og hetta fer eisini at hava sína ávirkan í framtíðini. - Nógvir útlendskir íleggjarar [...] gavst í politikki, og hóast hann verður 78 ára tann 3. apríl í ár, fylgir hann framvegis við tí sum hendir í Føroyum. Hann er sannførdur um, at tað gongur ótrúliga væl í tí føroyska búskapinum í løtuni [...] ávirkan í dag, so staðfestir hann kortini at nógvir møguleikar eru fyri at gera íløgur í Føroyum. - Tá tað gongur so gott við føroyska búskapinum, so freistar tað útlendskar fyritøkur at gera íløgur í Føroyum
streymurin var nakað harður at byrja við. At Sonni ikki er farin til útróðrar fyrrenn í gjár kemur av, at báturin í roynd og veru hevur verið á sleipistøð. Tað vóru "flapsirnir" í stevninum sum vóru farnir [...] var hetta fingið í rættlag, og í góðveðrinum í gjár var so eitt gylt høvi at leggja frá landi aftur. Góður fiskiskapur Hóast Sonni hevur mist fleiri góðar dagar, so kann hann kortini fegnast um at fáa [...] egnir í morgun. Tað er heldur ikki neyðugt við fleiri egnarum, tí hann er í ferð við tann seinasta stampin í morgun. Fleiri strandingar liva av útróðri, og á Heygsstøð hava teir góðar umstøður at fremja
einki uttan um meg, og eg visti, at eingin vón var um bjarging. At hetta var mín seinasta løta, var eg ikki í iva um. Tilvildin Magnus sigur, at tankarnir mólu í klingur í høvdinum ? um familjuna og tey [...] avgjørdi at halda meg til fanglínuna og bátin. Spurdur, um hann væntaði, at luftin, sum sat í húsinum, fór at hvørva, soleiðis at báturin fór til botns, sigur Magnus: - Eg visti, at húsið lak ikki, men var [...] meðan eg sigldi inneftir. Hóast vánaligu líkindini, helt eg ikki, at tað fór at bila. Eg helt ikki, at vandi var á ferð, men sá, at neyðugt var at ansa eftir, tá ið sjógvarnir komu. Norðstjørnan hevur verið
síðan tað gjørdist greitt, at hann læt seg stilla upp? - Nei, ikki beinleiðis. Og tó. Tá tað var greitt, at eg fór at stilla upp, fekk eg at vita frá formanninum, at eg skuldi ikki taka telefonina á skrivstovuni [...] vænti ikki, at eg eri í starvi her eftir 1. februar næsta ár, tá eitt nýtt formansskeið byrjar, men hetta havi eg einki fingið at vita um enn. Hetta er sjálvandi ein spurningur, sum formaður ikki avger [...] óhugnaliga nógvan pening til olju, og hetta fer slett ikki at bera til. Tað fer heldur ikki at bera til, at línumenn skulu rinda gjald fyri reiðskap. Menn rýma í heilum av føroyskum skipum og fáa sær kjans
Hvør verður framtíðin hjá Suðuroynni, um oyggin ikki fær fast samband við meginøkið? - Tað er bara at hyggja at støðuni í Suðuroy í dag, og tað verður nokk ikki betur. Hevur tú eitt boð uppá, nær ein undi [...] Suðuroynni, og øll vita, at meðan alt veksur aðrastaðni, so fáa vit ikki lut í vøkstrinum. Borgarstjórin velur at trúgva, at tað verður betur við føstum sambandi og fleiri møguleikum – til tey, sum búgva her [...] vónir hevur tú um, at Suðuroyggin fer at fáa fast samband við meginøkið? - Eg velji at hava góðar vónir. Tað kostar einki. Men, so vil eg eisini vera realistiskur, og tá ivist eg stórliga í viljanum hjá teimum