27. februar. Leander, deyður umleið ár 600. Biskupur í Sevilla. Hann var harður mótstøðumaður av ariansku ranglæruni. Grikst navn, samansett av orðum, ið merkja gleði og menskur.
10. september. Burchhardt, deyður umleið ár 754. Munkur úr Wessex í Onglandi. Hann fór seinni sum trúboðari til Galliu og endaði sum biskupur í Würtzburg í Týsklandi.
20. mars. Gordius, deyður umleið 300. Rómverskur hermaður, sum gjørdist kristin og varð tikin av døgum. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
24. apríl. Albertus, deyður umleið ár 997. Biskupur í Prag. Týska navnið merkir ediligur ella lýsandi. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
10. mai. Gordianus, deyður í umleið 362. Heiðin rómverskur embætismaður, sum gjørdist kristin og varð hálshøgdur. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
4. mai. Florianus, deyður umleið ár 300. Rómverskur heryvirmaður og embætismaður, sum royndi at bjarga kristnum fólki, ið vórðu forfylgd, men hann varð sjálvur tikin og fyribeindur.
20. juni. Sylverius, deyður ár 537. Hann var sonur pávans Hormisades og gjørdist seinni sjálvur pávi, men av politiskum grundum varð hann skjótt frákoyrdur. Navnið merkir skógarbúgvi.
Dagurin eitur Florianus, deyður umleið ár 300. Rómverskur heryvirmaður og embætismaður, sum royndi at bjarga kristnum fólki, ið vórðu forfylgd, men hann varð sjálvur tikin og fyribeindur.
4. mai. Florianus, deyður umleið ár 300. Rómverskur heryvirmaður og embætismaður, sum royndi at bjarga kristnum fólki, ið vóru forfylgd, men hann varð sjálvur tikin og fyribeindur.
20. juni. Sylverius, deyður í 537. Hann var sonur pávans Hormisades og gjørdist seinni sjálvur pávi, men av politiskum grundum varð hann skjótt frákoyrdur. Navnið merkir skógarbúgvi.