84 ára gamli pápi Mary drotning er deyður

– Hjartað er tungt og tankarnir gráir. Elskaði pápi mín er deyður, sigur Mary drotning.

Pápi Mary drotning, John Dalgleish Donaldson, er deyður eftir at "hava verið alt meira merktur av aldri sínum " í longri tíð.

Tað skrivar kongshúsið í tíðindaskrivi í morgun.

Hann var 84 ára gamal.

– Hjartað er tungt og tankarnir gráir. Elskaði pápi mín er deyður, sigur drotningin í fráboðanini.

– Men eg veit, at tá sorgin minkar, fara minnini at ljóma, og tað, sum sterkast fer at standa eftir, er kærleikin og takksemi fyri alt, hann gav mær og lærdi meg.

Hon vitjaði pápa sín seinast í mars. Í fráboðanini verður sagt, at tey høvdu "nógvar góðar og næverandi løtur saman" á vitjanini.

Kongshjúnini vitjaðu í mars í Avstralia í sambandi við eina seks daga statsvitjan.

Upprunaliga var ætlanin, at tey skuldu venda aftur til Danmarkar, men tey valdu at vera verandi í heimlandinum hjá henni.

John Dalgleish Donaldson var professari í nýtslustøddfrøði og varð føddur í Skotlandi 5. september 1941.

Familjan hevur gjørt av, at ein privat minningarhald verður seinni, skrivar kongshúsið í tíðindaskrivinum uttan at vera meira nágreiniligt.

 

/Ritzau/