Ein er deyður og 23 mugu flytast av brennandi farmskipi í Hollandi

Ein persónur er deyður, og fleiri máttu bjargast av brennandi skipi nærindis hollendsku strondina.

 

Ein persónur er deyður, fleiri eru særd, og tilsamans 23 av manningini eru bjargað av farmaskipinum »Fremantle Highway«, sum eldur kom í í nátt nærindis hollendsku strondina.

Tað upplýsir hollendska sjóverjan í tíðindaskrivi.

Sambært sjóverjuni eru fleiri bjargingarbátar hjá skipinum. Nøkur av manningini kundu siglast frá brennandi farmaskipinum í bjargingarbátur, meðan onnur máttu flytast við tyrlu.

Sjóverjan upplýsir ikki, hvussu álvarslig støðan hjá teimum skaddu er. Heldur ikki er greitt frá í smálutum um tann persónin, sum er deyður.

Enn er ikki greitt, nær ella hvussu eldur kom í. Sjóverjan skrivar, at tey fingu boðini á midnátt.

– Manningin royndi at sløkkja eldin, men tað eydnaðist ikki. Eldurin spreiddi so, og so var einki annað at gera enn at fara av skipinum, skrivar sjóverjan.

»Fremantle Highway« er sambært sjóverjuni lastað við 2857 bilum, har av 25 teirra eru elbilar.

Skipið legði sambært skipaeftirlitstænastuni marinetraffic.com úr havn í Bremerhaven í Týsklandi klokkan 16.45 seinnapartin í gjár.

Sambært marinetraffic.com hevði skipið kós ímóti Port Said við egytisku miðarhavsstrondina.

Skipið sigldi undir panamaflaggi.

/ritzau/