økið er flutt til Vørn, verður Arbeiðs- og brunaeftirlitið umskipað og fer frameftir at eita Arbeiðseftirlitið. Arbeiðsumhvørvi verður høvuðsvirksemið hjá stovninum. Endamálið við broytingini er sambært [...] raðfestast hægri, hugburðurin á arbeiðsplássum skal broytast, og vit skulu hava eina nullhugsjón, tá tað kemur til arbeiðsvanlukkur, sigur hon. Broytingarnar fáa gildi 1. september 2026.
svensku deildini vann greitt 33-23. Í steðginum var Karlskrona bert á odda við einum máli, 16-15. Tað hoyrir tó við til søguna, at Anderstorp slapp at skjóta seks brotskøst undan dystarbyrjan, og trý av [...] Arnór Viðarssyni toppskjútti hjá Karlskrona. Teir skutu sjey mál hvør. Tróndur skoraði trý mál. Enn er ikki greitt hvørjum HF Karlskrona møtir í áttandapartsfinalunum.
Arktisk Kommando sigur, at leitingin eftir einum 49 ára gomlum manni í Grønlandi nú er steðgað - tíverri uttan úrslit. Tað var seinnapartin leygardagin, at leiting varð sett í verk, eftir at ein maður varð [...] Men, í gjárkvøldið upplýsti Arktisk Kommando yvirfyri Sermitsiaq, at leitingin er steðgað, og at hin 49 ára gamli framvegis er saknaður. - Tey avvarðandi hava fingið boðini, verður lagt aftrat.
at prógv eru fyri, at ætlanin við dronuni á flogvøllinum í Leipzig var at útloysa eina spreinging. Tað var týskvøldið, at funnið varð fram til eina dronu á flogvøllinum, og dronan bar spreingievni. Týsku [...] kanna nú tilburðin sum eina pofessionella hybrid-hóttan móti undirstøðukervi landsins. Men, hetta er ikki einasta hending, sum hevur rakt flogvøllin í Leipzig hesa vikuna. Seint týskvøldið noyddist eitt [...] veit ávísin Bild at siga. Tá flogfarið var á leiðini einar seks kiilometrar frá flogvøllinum varð tað rakt av onkrum ókendum luti, leggur ávísin aftrat. ##med2##
samstarv í míni tíð sum bæði landsstýrismaður og løgmaður. Tað eru fáir almennir stjórar, sum sita í sama sessi í fleiri áratíggju, og ber tað boð um tað álit, sum miðfyrisitingin og politiska skipanin hava [...] í verk nýggjar skipanir og mannagongdir, so tað almenna bleiv effektivari at reka. Kjarnin í hesum var Búskaparskipan landsins, sum tryggjar, at tað altíð er yvirlit yvir almenna búskapin. - At hugsa nýtt
Vágunum, og 2. plássið hjá Bergtór er somuleiðis nokk so trygt, nú bert ein etapa er eftir. Tað eru hálvur fjórði minuttur millum 2. og 3. plássið. Onki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt, verður tikið til, men [...] etapu. Vinnur hann tann dystin, so er ikki óhugsandi, at samlaða støðan kann broytast. Súkkling er ikki bara at traðka og venja, tað er eisini taktikkur. Meðan Bergtór er úr súkklufelagnum í Klaksvík, Norðstrok [...] plássið, og var tað Bergtór sum kom á mál bert 1 sekund frammanfyri Kostas. Ongin Kaspar og ongin Jaspar, men ein Jónatan Gekk tað gott hjá unga strandinginum á Sandoynni, so gekk tað enn betur í dag.
skuldi koyrast, var somuleiðis sannførandi. Hálvur minuttur var á muni í dag, og hóast tað ikki ljóðar nógv, so er tað nógv í súkkluhøpi. Tilsamans bleiv munurin góðar seks minuttur aftur til nummar tvey [...] Leif Mohr Kring Føroyar er av á hesum sinni. Ein kann kanska ikki siga, at kappingarárið er hálvrunnið, men Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon, SST, hevur í ár goymt tað besta til síðst, kann ein [...] móti Jákup Petur, og var tað so tætt millum teir báðar, at báðir fingu somu tíð. Aftur ein sponn á muni. Ella eitt hálvt súkkluhjól, sum onkur tók til. Pauli samlaður vinnari Tað bleiv til fýra sigrar hjá
ella Koper lurtaðu eftir góðu ráðunum og áminningunum, og tað mundi gingið galið við at halda tíðini til dystirnar. Hepnið vilda tað soleiðis, at tað gekk akkurát at fáa leikararnar til Føroya, og at fáa dystirnar [...] ynskið, at dysturin millum KÍ og Lech Poznan verður fluttur til fríggjadagin. Tummas staðfestir, at tað er nakað sum gongur illa upp við trongu dystarskránni hjá KÍ, har dystir í Meistaradeildini eisini eru
siga meira um, hvussu hon er komin fram til møguligu kelduna, tí fleiri vitni skulu avhoyrast. ##med2## – Vit mugu tosa við vitni, áðrenn vit úttala okkum meira, tí annars kann tað órógva kanningarnar, sigur [...] til avkoyringina til Syðrugøtu, sum var stongt hesar umleið fýra tímarnar. Løgreglan vísir á, at tað ikki neyðturviliga skulu nógvir litrar av olju til fyri at skapa stórar trupulleikar. Hevur ein stórur
føroyskar rávørur, skapanarevni, fakligan dugnaskap og sjálvandi smakk. Á tann hátt er AYC meira enn ein kokkakapping. Tað er ein pallur, har ungir kokkar kunnu kanna okkara matmentan og tilfeingi og við hugflogi [...] Tíðindaskriv: Arctic Young Chef (AYC) er ein norðurlendsk kokkakapping fyri ungar kokkar úr Føroyum, Íslandi, Norra og Grønlandi. Endamálið er at menna næstu ættarliðini av kokkum og samstundis seta fokus [...] møguleikan at hitta og kappast móti ungum kokkum úr øðrum londum í Arktis. Kappingin er eisini ein møguleiki at seta sjóneykuna á tað tilfeingi, vit hava í Føroyum. Nógvar føroyskar rávørur eru enn undirnýttar