ólavsøku og í Føroyahúsinum. Ofta hava skjaldrini verið skrivað til høvið og nýggj eru komin afturat alla tíðina. Í annaðkvøld fer Carl Jóhan Jensen so fyri fyrstu ferð at lesa skjaldrini upp í síni heild [...] ivasamt, hvat orðini í grundini merkja, sigur Carl Jóhan Jensen. Sum dømi nevnir hann kenda skjaldrið »Rura, rura barnið«, har reglan 'tak um legg og slá í vegg' oftast verður fatað sum ein í so harðligur máti [...] tekstum, men klókur av royndum frá eitt nú upptøkunum til fløguna við upplestri av yrkingunum í »September í bjørkum, sum kanska eru bláar«, vil hann nú hava áhoyrarar at vera til staðar undir upptøkunum
serstakt og innihalda orðið »Post«, sigur Sofus Clementsen. Sera nógv nøvn vóru frammi: men eitt navn skaraði framúr, nevniliga Posta. Navnið kann verða nýtt í navnhátti: »at Posta eitt bræv«, í boðshátti: »Posta [...] handan úr hond í hond, sigur Sofus Clementsen. Privat um trý ár Hendan tilgongdin, sum hevur staðið við í trý ár, skal laga Posta til nýggjan og broyttan marknað. Fyritøkan hevur havt hall í 2007 og 2008 [...] mál, men samleikaskiftið er ein varði í hesari tilgongd, sigur Sofus Clementsen, stjóri. Posta er ein nútímans fyritøka, ið tillagar seg til alsamt skiftandi tørvin í samfelagnum, og gamli »Postverk Før
Líkningarráðið og Tollstovan vóru løgd saman. Umleggingin byrjaði í september 1992 og var í høvuðsheitinum liðugt á sumri 1993. Broytingin kemur ikki í næsta mánað Spurdur um borgararnir fara at merkja munin, nú [...] annars dámar honum sera væl at arbeiða í urtagarði sínum. Enn er óvist nær Petur Alberg Lamhauge fer til verka í nýggja starvinum, men væntandi verður tað 1. oktober í ár. [...] Týsdagin var seinasti aðalstjórin settur, í samband við almennu bygnaðarbroytingarnar. Tað er Hans Alberg Lamhauge, sum tekur við sum aðalstjóri í fíggjarmálastýrinum. 48 ára gamli Petur Alberg Lamhauge
Toronto-rørslan spælir við eld í dupultum týdningi og á ein hátt, sum lætt kann gerast guðsspottan. So avgjørdur er danski professarin í guðfrøði við Unirversitetið í Århus, Johannes Aagaard. Hann er eisini [...] , sum stendur sum innbjóðari til Torontofundirnar í Havn, er Lívsins Orð. Johannes Aagaard, leiðari á Dialogcentret í Århus, ávarar Toronto-rørsluna í móti at hava nakað við samkomuna Lívsins Orð, ella [...] et í Århus, Johannes Aagaard. Fólk flenna og gráta, detta ella láta sum kríatúrini, uttan at vita, hví tey gera tað. Tú skalt ikki spæla við eld Heilaga andans, sigur Johannes Aagaard. »Eg ivist í, um
fara í býin og uppliva býarlívið, drekka meg fulla. Harumframt vil eg uppliva gamla býarpartin í Havnini, greiður kendi danski sexologurin Joan Ørting frá, tá vit hitta hana á orðið um vitjanina í Føroyum [...] Føroyum seinni í hesum mánaðinum. Tað er lætt, at hoyra at Joan gleðir seg til at vitja, hetta landið í Norðuri, orðafloymurin er skjótur og øgiligur. 3 føroyskir sexologar - Eg gekk í flokki við einum føroyskum [...] nakrar dagar í Føroyum. Eg vil fegin uppliva landið og fólkið, sum har býr. Eg kundi t.d. hugsað mær at sloppið til døgurða heima hjá onkrum eldri føroyskum pari, gjarna einum pari, sum í veruleikanum
grøn, og Rani Nolsøe hevði eitt skriv í nevnd, sum mælti til at allur bøurin varð grønur. Men í politiska spælinum valdu tey bæði at stuðla tilmælinum frá meirlutanum í Byggi- og Býarskipanar nevndini, sum [...] i vórðu samtykt. Í staðin fekk hvør partur sítt grøna øki, meðan Føroya Keypssamtøka onki fekk. Politiska telvingin endaði sum ein tekniskur spurningur, tí tilmæli frá meirilutanum í Byggi- og Býarski [...] sveimaði hugflogið víða undir viðgerðini. Jákup Mikkelsen samanbar Gerðabø við Hyde Park í London og Central Park í New York, og Rani Nolsøe tosaði um at branda Klaksvík við Gerðabøi, og at Gerðabøur kundi
fantastiskt at arbeiða saman við mest viðurkendu kokkunum í Norðurlondum. Leif Sørensen hevur arbeitt í fýra dagar út í eitt, tá Sosialurin fær orðið á hann eftir ráðstevnuna, og hann er móður, men fegin. [...] ikki himprast við at fari í holt við at gera norðurlendskar uppskriftir í sátt við norðurlendsku dogmurnar. Men enn hevur tað ikki eydnast Leif at finna nakað hóskandi høli í Havnini, og hann arbeiðir [...] hetta skal førast út í verki, er tað av stórum týdningi, at opinleiki er millum kokkarnar. - Eg upplivi ofta fordómar millum kokkarnar í Føroyum, sigur Leif. Hann heldur at kokkar í Føroyum eiga heldur
styrki, segði Óli Breckmann teskandi í fartelefonina. Løgmaður hoyrdist í bakgrundini, har hann greiddi frá støðuni síðstu dagarnar. Løgmann sjálvan fingu vit ikki orðið á, men sostatt skuldi allur ivi verið [...] til val. ? Eg havi altíð hildið, at seks vikur er í so langt tíðarskeið til eitt valstríð. Í Danmark eru tað bara tríggjar vikur, og tá brenna tey alt av í fullum dampi. Her merkja vit ofta eina linking, [...] fullveldismálið aftur til fólkið. Í 2001 var fólkaatkvøðan tikin frá okkum, og tískil endaði sjálvstýrismálið aftur í tí partapolitiska spælinum, sum tað altíð hevur ligið í. Vit fara til val uppá, at Grundlógin
vísir uppgerðin, at í løtuni eru 330 fulltíðarstørv í sjálvari miðfyrisitingini. Tilsamans skjýtur samgongan upp at játta næstan 138 milliónir til tey ymsu aðalstýrini næsta ár. Í 1998 var játtanin til [...] fremja umfatandi sparingar fyri 200 milliónir komandi ár. Tað er formaðurin í fíggjarnevndini, Óli Breckmann, sum førir orðið vegna samgonguna og sparingarnar, sum hann hevur givið boð um, fara at raka [...] starvsfólk. Vanliga hevur verið sagt, at í miðal ganga fýra starvsfólk upp á hvørja millión. Skal samgongan so spara 200 milliónir komandi ár, soleiðis sum ætlað, fer tað í ringasta føri at kosta útvið 800 fólkum
fyri, og tað vóru menninir í fremstu røð, sum høvdu avgerandi orðið at siga, tá VB megnaði at spæla seg í hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið. Toftamenn snorksvóvu, tá álopsmenninir hjá VB vóru [...] hálvleiki. Í 67. minutti legði Jón Pauli Olsen VB framum 2?1. Skjótt álop í vinstru og tvær skotroyndir, sum Magnus Poulsen hevði hálvbjargað, skulu til, áðrenn miðvallarin í triðju atløgu skoraði. Og [...] útgangsstøðuna, og Jákup Djurhuus, sum spældi fyri fyrstu ferð í ár, var góður í miðverjuni. Serliga Jákup Eli Olsen, sum var ytstur á miðvøllinum í vinstru, var grammur og legði fleiri fínar bóltar innfyri