nýggj andlit at síggja, og serliga var hugaligt at uppliva ein virknan og initiativtakandi ungdóm, sigur Suni Vinther. Formaðurin greiðir frá, at alskyns uppskot vóru uppi at venda, og Reyði Krossur skuldi [...] fundinum, og sambært Suna er longu avgreitt millum Reyða Kross og landsstýrið, at milliónin skal sendast avstað. - Hóast eykajáttanin ikki formliga er samtykt, hava vit fingið ábyrgdina av henni, og hon verður [...] vera um ein positivan fund, og fleiri uppskot vórðu viðgjørd. 25 fólk møttu til fundin. Virkin ungdómur Suni Vinther frøddis serliga um, at fleiri yngri kreftir luttóku og vóru sera initiativtakandi. -
sambandi er áhugavert at hoyra, hvørjar framtíðarhugsanir- og ætlanir politikarar, almennir myndugleikar og onnur hava viðvíkjandi arbeiðs- og pensiónsviðurskiftum hjá heilsuliga skaddum her á landi. Arbeiði [...] meining og innihald. Politikarar, almennir myndugleikar, Almannastovan, fakfeløg, arbeiðsgevarar, og arbeiðspláss sum heild mugu taka arbeiðsumstøðurnar hjá heilsuliga skaddum til viðgerðar og skipa soleiðis [...] heilsuliga skaddum ? tað tey í grannalondunum nevna »hin rúmliga arbeiðsmarknaðin« og »sosiala ábyrgd á arbeiðsplássum« ? og hava vit heldur ongan skipaðan almennan sjúkrapolitikk. Harafturímóti hava vit eina
sá seg føra fyri at spæla, og í staðin mátti taka sæti við síðuna av Daniel og Ioanau Rápa á beinkinum. Undir øllum umstøðum gjørdi hetta fortreytirnar verri undan dystinum, og leingi var eisini líkt til [...] snøgt sagt eitt vet betri enn hjá heimaliðnum, og so við og við fánaði spælið hjá Stjørnuni. Agne Masenaite megnaði ikki einsamøllat stnda ímóti trýstinum, og so skrædnaði seinastu løtuna, tá VÍF eitt langt [...] í ár. Longu tvær ferðir hetta árið hava tær tapt landskappingardyst, og tað er sum so meira, enn tær hava tapt seinatu tvey árini, og tí var talan í nógvar mátar um ein avgerandi dyst fyri VÍF, skuldi sambandið
telvara nakrantíð og heimsins bestu talvteldu, var 2-2. Og í farnu viku blivu seinastu tvey talvini leikt í hesum sera áhugaverda dysti. Fimta og sætta talv endaðu við javnleiki, og tískil bleiv støðan [...] 12.Kg3 (Kg1? Fh4) 12...Fg5 13.f4 Fh5 14.Bd2 (rókasamband og besti leikur) 14...Fh2+ 15.Kf3 Fh4 (og kasparov fór nú nærum í koma. Hugsaði _ tíma og valdi at "baila" út) 16.Bxh7+ [Kasparov hugsaði um hesar [...] meta ikki nakran hava betri møguleikar enn júst Kasparov og Kramnik. Dysturin í New York vakti stóran ans. Allir miðlar fylgdu væl við Kasparov og hansara roynd at knekka telduna. Ikki minst vórðu inter
Tilfar er farið at ganga undan og einki verður keypt. Eftir páskir rokni eg við, at einki tilfar er eftir í nógvum lærugreinum, serliga í træsmíð, hondarbeiði, og evning, og tá mugu lærararnir hvør í sínum [...] skulu ikki at hava umsjón og røkt av amboðum um hendi, rudda høli, skáp, samskipa innkeyp av tilfari, fylgja við í, hvat vantar av tilfari og so framvegis. Stendur ein skúlin og vantar tilfar til næmingarnar [...] skúlunum kring landið, letur til at virka. Hóast skúlastjórar og -leiðarar á ein hátt eru forlongdi armurin hjá sínum arbeiðsgevara, Mentamálastýrinum, og hava skyldu til at geva næmingunum ta undirvísing, teir
bilurin, sum kom til Føroya, og var tað ein 6 volt skipan, sum skuldi syrgja fyri elektriskari orku til tendriproppar og tvær lyktir framman ? onki við at hava høg og lág ljós ? og eina aftan, so sjálvandi [...] ímillum bensinið og luftina skuldi samsvara, men eisini skuldi ansast eftir tendringstíðini. Til hetta vóru hantak ella knarvar tøk inni í bilinum. Úr 6 voltum til 12 ? og nú til 42 Dynamo og startara hevði [...] upp á aftur hjólini, og vóru hesar mekaniskar, t. v. s. at stengur vóru samanbundnar frá fótpedali aftur í hjólini. Her er neyvan neyðugt at viðmerkja nakað. Gearini vóry tvey fram og eitt aftur, skiftið
avgerandi Tað eru serliga norðoyingar og fólk í Lorvík, sum eru viðskiftafólk í Norðoya Sparikassa, og hetta er eitt økið, sum er sera tætt tengt at fiskivinnuni ? bæði á landi og sjógvi. At fiskivinnan hevur havt [...] Stórur partur av okkara kundum fáa sína løn í framleiðsluvinnuni, og tí er gongdin hjá okkum tengd at hesi vinnu. Tað er uppá gott og ilt, og í løtuni kenna vit tað frá tí góðu síðuni, sigur Eyðfinn Reyðberg [...] meðan vøksturin í ár bert er góðar 20 milliónir. ? Vit broyta ikki útlánspolitikk frá einum ári til annað, men vit halda tað er hóskandi, at útlánini eru millum 80 og 90 prosent av innlánunum, sigur Eyðfinn
dupultfløgu við bestu løgum teirra, og at henda fløga seinastu tíðina hevur herjað á tónleikatindarnir kring allan knøttin. Í løtuni eru teir í Týsklandi og spæla, og hava teir ikki færri enn 14 framførslur [...] frammi í heili 36 ár, og vórðu teir ivaleyst teir fyrstu, sum av álvara gjørdu fólkatónleikin til eina fólkaogn. Ikki bara í Írlandi, men so sanniliga út um allan heimin. Bæði røddir og tónleikur teirra er [...] einum flokki fyri seg, og fleiri av løgunum, sum teir framføra, eru við árunum vorðnar til sannar landaplágur. Flestu okkara munnu kennast við tónararnar frá, Wild Rover, Alive Alive O og There?s Whiskey In
, har eisini spurningurin um landspartamenning og útjaðarapolitikk kemur inn í myndina. Málið snýr seg um at vita, um olja og gass er í undirgrundini. Og er svarið játtandi, hvussu skulu hesi ríkidømi [...] umhvørvið og samfelagið, og hvussu tryggja vit okkum, at býtið av ríkidøminum verður so rættvíst sum gjørligt ella sum tað verður sagt á oljumáli - ?a win to win situation?, tvs. at bæði eigarin og íleggjarin [...] slag er tað umráðandi, at tingmenn bera seg skilagott at og viðgera málið í tí álvara, sum tað hevur uppiborið. Tá hugsað verður um, hvussu stórt og gott forarbeiði er gjørt av okkara oljumyndugleikum í samstarvi
Stuðul fyri barnapening og hjúnarfelagagjald missa stuðul. Úrslitið: Tann sum rindar missir, og tann sum móttekur fær minni. Barnið er taparin. Fyri serlig bútilboð hækkar leigan við 20% 1. mai 2025 Kostur [...] Hvørji eru tey, sum veruliga fáa lættar frá samgonguni? Og hvørji eru tey, sum fáa rokning og/ella eyka gjøld? Hvørji eru tey, sum samgongan raðfestir? Spurningar, sum fleiri hava sett sær seinastu tíðina [...] hjá fólki flest at liva. Jørgen Niclasen hevur ómakað sær og skrivað niður, allar tær rokningar ella eykagjøld, sum samgongan hevur sent borgarum og vinnu. Samstundis hevur hann skrivað niður, hvørji tey