millum føroyameistararnar frá árinum í fjør og steypavinnarnarnar. Liðini sum møtast í ár, eru tey bæði Víkingur og KÍ, sum vóru tey bæði ovastu liðini í fjør, og sum vunnu hvør sítt steyp. Rás 2 sigur beinleiðis [...] beinleiðis frá dystinum, meðan vit eisini eins og vanligt, siga beinleiðis frá við teksti á in.fo. Kringvarpið stroymir eisini dystin beinleiðis, og til ber at síggja hann her. Víkingur – KÍ 2-1 1-0 Gunnar [...] leiklok. Samanumtikið var talan um ein javnan dyst, sum bylgjaði nógv aftur og fram. KÍ legði betur út í fyrra hálvleiki, og var omaná tann fyrsta hálva tíman, meðan Víkingur tók yvir seinasta kortertið
áhugafelagið hjá motorsúkklufjepparum í Føroyum, MC-Føroyar, og rekur hann eisini fyritøkuna AD-Import, sum innflytir og selur motorsúkklur og prutl. Endamálið við áhugafelagnum var sambært Agnari at fáa [...] møtt illvilja frá løgreglu og fúta, og treytirnar, teir settu fyri skipaðari koyribreyt, vóru sera órímiligar. Tað manglaði bara, at vit skuldu hava 4 metra høgt elektriskt hegn og tak omaná hesi koyribreytini [...] koyrt. - Men løgreglumenn hava eisini brúk fyri at spæla, eins og vit onnur, og tað er møguliga ein orsøk til, at teir valdu skilaleyst og ábyrgdarleyst at fara at jagstra ein motorsúkkluførara, í staðin
sum t.d. vatnbyrgingunum í Vestmanna og ymiskum byggiarbeiði í Havn og á Tvøroyri. Mamman, Sonja Åkesson Filholm er dóttir ein svenskan innflytara, Albin Åkesson og Mathilde Mortensen, ættað av Tvøroyri [...] Åkesson kom úr Svøríki í byrjanini av 1900-talinum og arbeiddi í kolanámum og upp á veg í Suðuroynni. Hann var við til at byggja vitarnar í Akrabyrgi og í Mykinesi. Familjan flutti til Danmarkar, tá Bjarni [...] Bjarni gekk í skúla og bleiv studentur í 1972. Hann lærdi til bókavørð á Danmarks Bibliotekshøjskole og bleiv útlærdur í 1976. Síðan hevur hann arbeitt sum bókavørður. Seinastu meira enn 20 árini hevur hann
har teir hava umleið 1300 tons av frystari sild og skráskornum og heilfrystum makreli. - Veiðan hevur verið blandað á hesum túri, sild og makrelur, og líkt er ikki til, at makrelur kann fiskast uttan [...] Viðhvørt eru nøgdirnar av sild størri, og viðhvørt er meiri av makreli í tóvinum. Skiparin sigur, at hetta er ein rímiliga góður túrur hjá skipi og manning, og lastin hevur eitt søluvirði upp á einar [...] er. - Okkara felag hevur mælt landsstýrismanninum til at halda fram við samráðingunum við Noreg og ES og soleiðis royna at vinna Føroyum ein frægari kvotupart av makreli. Mugu gevast Nú vit tosaðu við
í Kommununi. Sandvíkar eru lirkaðar og lumpaðar, við góðum og ringum, til at gerast skjótivøllur at skjóta til máls á! Plássi er einasta deiliga fjøra her á leið og sum var brúkt av fólki sum sálarbótaøki [...] í 1989. Og skrivað stendur at í hesi tíð skal felagið finna sær annað pláss! Eisini skuldi bóndin fáa 2500 krónur í leigu árliga, eins og væl skuldi farast um! Onki av tí hendi! Ongin rudding og ongin leiga [...] seg orduliga og hevur nú samtykt einmælt – bæði í fólkavalda býráðnum, og helst ikki minni í embætisverkinum at brúka tíggju miljónir av skattakrónum fyri at stuðla sjálvtøku, náttúruoyðing og plastikkeitring
Klaksík vóru havnarmenn og vestmenningar fremstir, meðan klaksvíkingar vóru beint í hølunum, hálvt stig aftanfyri. Klaksvíkingar manglaðu eins og vestmenningar fasta mannin á 2. borði og lagt var tí upp til [...] høvdu vunnið seg fram á eina 2-0 leiðslu. Samson Højgaard vann á Willa Olsen. Talvið var fløkt og eitt skifti sá tað svart út hjá Samsoni, men hann reið ódnuna av sær og vann loksins. Jákup á Rógvi Andreasen [...] djúpd, fínteknikki og royndunum hjá Rødgaard. 3-1 til vestmenningar. Úrslitið svíðir ivaleyst hjá klaksvíkingum, tí teir hava neyvan ráð til stórtap. Longu nú hava teir tapt tveir dystir og kravið hjá kla
Startdómararnir og høvuðsdómararnar høvdu møguleika undir friðarligum umstøðum og uttan tann spenningin, sum er í luftini, tá tað snýr seg um kapping, at tosa við og greiða róðrarfólkunum frá, og so svaraðu [...] skuldi starta, og til síðstu bátarnir komu á mál. Allir partar vóru á einum máli um, at hetta skuldi ikki endurtaka seg. Fundur var millum lokalu fyrireikararnar og Róðrarsambandið, og formaðurin í RSF [...] fast, veldst um ættina. Tá tað verður rópt klárir, og skotið brestur, skal stýrimaðurin sleppa gummibeininum, sum hann heldur í, og so er leyst. Vit vóna og rokna við, at hetta fer at betra um fasta startin
reingerð og ymist annað verður spart vekk, í sera stórum vanda fyri tey veiku og útsettu í samfelaganum. Tí at óvitandi politikkarir hava sett sparingar, sum stórstu neyðugu loysn í Føroyum. Og tað uttan [...] Framdar ósamhaldsfastar broytingar? Aðrar skipanir eru eisini. Als, Heilsutrygd, heilsu- og almannaverk, Barsilsskipan, og ymiskt annað. Eru hesar skipanir broyttar? 1) ALS: Inngjaldið hækkað, men verður tað [...] samfelaganum. So nógv fyri solidaritet. Og hví skal ein straffast í 10 karensdagar, tí at ein er uppsagdur? 2) Heilsutrygd: Mánaðarliga gjaldið er hækkað við 20,- kr, umframt at egingjald er hækkað við
Manningarnar á liðunum hjá HB og GÍ, sum í morgin skulu spæla á Tórsvølli, eru bæði ein staðfesting av, at skiftingarnar millum feløgini eru nógvar, og av at bæði GÍ og HB hava verið og eru í einum ættarliðsskifti [...] teir VB av. Ta ferðina var Sunvard Joensen málverji, og harafturat vóru Pauli, Magni og Henning Jarnskor og Rúni Justinusen ímillum teir fyrstu ellivu, og Jóan Petur Olsen kom á vøllin síðsta korterið.e;i [...] á Lag, Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe og Andrew av Fløtum. Tríggir aðrir, sum vórðu skiftir inn ta ferðina, eru eisini við hesa ferð: Jóhannes Joensen, Rói Árting og Ingi Rasmussen. Málverjin Bárður Johannesen
havið. Men tað eydnaðist ikki at fáa skip og bátar at taka livur í nógv stóran mun. Tí gekk virkið ikki og í summar gjørdi eigararnir tískil av at lata aftur og heldur royna at endurskipa tað. Ætlanin var [...] aftur og steðgaði á. Stjórin sigur, at teir allarflestu lemmatrolararnir lata livur til virkið. Men tað gleðiliga er, at nú eru eisini nakrir partrolarar farnir at taka livur. Vestminningur og Fram og Grímur [...] meiri partapening til virkið og tað hevur nú eydnast, soleiðis at partapeningurin er hækkaður 800.000 krónur. Samstundis er tað eydnast at útvega rakstrarfígging, eins og tað eydnaðist at fáa avtalur við