FIRTNI
Skiparin á verksmiðjutrolaranum Norðborg, Jón Rasmussen, er sera harmur um, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, ikki heldur tað, sum hann í fjør heyst lovaði felagnum. 
	Av makrelkvotuni, sum Norðborg átti í 2009, lógu tilsamans 2800 tons eftir, sum skipið ikki fiskaði. 
Jacob er firtin
- Tá norðmenn søgdu, at teir fóru at flyta makrelkvotu, sum ikki var uppfiskað í 2009, yvir til 2010, segði Jacob Vestergaard, at kvota, sum føroysk skip áttu eftir í 2009, eisini fór at verða flutt til 2010.
	Jón Rasmussen, skipari á Norðborg, sigur, at nú vil landsstýrismaðurin ikki loyva teimum at fiska hesa kvotu, sum hann annars hevur givið lyfti um.
	- Líkt er til, at landsstýrismaðurin er vorðin fornermaður og vil einki gera, so leingi sum makrelmálið ikki er endaliga loyst.
	Spurdur, um drálanin hjá Jacobi Vestergaard hevur nakað við tað at gera, at Felagið Nótaskip ikki hevur stuðlað honum í at áseta Føroyum eginkvotu fyri 2010, sigur Jón, at lítið man vera at ivast í, at so er.
	- Okkara felag hevur mælt landsstýrismanninum til at halda fram við samráðingunum við Noreg og ES og soleiðis royna at vinna Føroyum ein frægari kvotupart av makreli.
Mugu gevast
Nú vit tosaðu við Jón Rasmussen fyrrapartin í dag, vóru teir júst á veg til lands við Norðborg eftir ein góðan túr, har teir hava umleið 1300 tons av frystari sild og skráskornum og heilfrystum makreli.
	- Veiðan hevur verið blandað á hesum túri, sild og makrelur, og líkt er ikki til, at makrelur kann fiskast uttan uppíblanding í løtuni. Viðhvørt eru nøgdirnar av sild størri, og viðhvørt er meiri av makreli í tóvinum.
	Skiparin sigur, at hetta er ein rímiliga góður túrur hjá skipi og manning, og lastin hevur eitt søluvirði upp á einar 10 miljónir krónur.
	- Vit hava havt loyvi at fiskað 520 tons av makreli, men nú eru hesi tonsini við at verða uppi, og hetta fer at gera tað trupult hjá okkum at gera nýggjan túr, soleiðis sum støðan er í løtuni, sigur hann.
Stórt virði
Av veiðini á hesum túri, sum nú er lokin, eru umleið 450 tons av makreli, sum kann seljast fyri í miðal einar 8-10 krónur fyri kilo.
	Jón Rasmussen vísir á, at um teir høvdu skilt hin størra makrelin burtur úr og heilfryst hann fyri seg, høvdu teir fingið heilt upp í einar 12-14 krónur fyri kilo.
	- Vit eru sera harmir um, at landsstýrismaðurin ikki heldur orð og letur okkum sleppa at fiska hesi 2800 tonsini, sum liggja eftir av kvotuni frá 2009. Vit duga ikki at síggja nakra sum helst orsøk til, at Jacob Vestergaard ikki vil lata okkum fiska hesa kvotu, ið hann áður hevur givið okkum lyfti um.
	Jón Rasmussen sigur, at hesi 2800 tonsini av makreli hava eitt virði, sum svarar til einar 20 miljónir krónur.
	- Líkt er til, at landsstýrismaðurin er vorðin firtin, og tí vil hann einki gera, so leingi sum makrelspurningurin enn liggur óloystur, sigur skiparin á Norðborg, sum er ógvuliga harmur um støðuna.
Tryggu leiðina
Skiparin vísir á, at sjálvandi kundi tað givið pelagiska flotanum í Føroyum og møguliga øðrum skipum við hópin av inntøkum, um Føroyar ásettu sær eginkvotu av makreli fyri 2010.
- Men spurningurin er, um hetta ikki hevði verið løtuvinningur, og upp á longri sikt halda vit ikki, at hetta er rætta leiðin at ganga, sigur Jón Rasmussen.










