sølu í desember og nakað eftir ársskiftið verða fyrstu nøvnini kunngjørd. – Tað plaga vit at gera, tá vit eru komin út í februar ella marsmánað, sigur Erik Biskopstø. Tá atgongumerkini verða sett til sølu [...] leingi vit sleppa at brúka tann ovara bøin til tjalding, so gera vit tað, sigur Erik Biskopstø. Hann sigur, at festivaløkið fer eisini at brotoyast næsta ár. – Mentanarhúsið skal útbyggjast, og vit fara [...] byggipláss har, og tí kann vera, at vit mugu broyta og tillaga økið til næsta Summar Festival. – So hetta var faktiskt tann seinasti festivalurin, soleiðis sum vit kenna hann, har alt er sum tað altíð
hjá Bjørgfinni: - Vit umskipa alt lagrið beint nú. Veggirnir skulu málast, og ymiskt annað skal eisini gerast. Eg havi eisini gingið runt í handlinum og lagt onkra vøru umaftur. Vit leggja dent á at hava [...] stór kapping við handilin á Strondum og handlarnar hinumegin fjørðin. Vit fáa ikki keypt so nógv inn, sum til dømis Bónus, men vit royna at hava ein rímiligan prís, sigur Bjørgfinnur. Hann letur væl at [...] at nýggju starvsfeløgunum hjá sær. - Starvsfólkini í handlinum eru røsk, og tey eru sera fitt. Tey hava tikið væl ímóti mær, og tað ger eisini mína uppgávu lættari. Arbeiðsuppgávurnar hjá Bjørgfinni umfata
fiskin umborð. Felagið Thor í Hósvík eigur tvey risastór frystiskip, Athenu og Poseidon, sum nú eru komin í føroyskan sjógv í sambandi við hesar nýggju møguleikar og royndir. Avtala um samstarv er gjørd [...] hesi kvotu. Aðrir skipabólkar fingu nú eisini lut í einum minni parti av kvotuni, og millum hesar eru partrolarar og lemmatrolarar, sum kunnu søkja um loyvi at sleppa at fiska av eini felagskvotu upp á [...] og Smaragd, sum dóttirfelag hjá P/F Christiani í Grótinum í Klaksvík eigur. Hóast hesar royndir enn eru á byrjunarstigi, vísa tær kortini longu nú, at tað ber til hjá ísfiskatrolarum at partrola eftir makreli
Gásadal, mugu vit leita eini 25 ár aftur í tíðina. Um hetta mundið byrjaði hon at vitja regluliga í einum húsum í bygdini. Her var talan um eini vøkur hús í sunnari síðu. - Síðani tá eri eg komin sera nógv [...] seg Tá ein tekur eitt so stórt stig og haraftrat hevur fýra børn, er neyðugt at øll eru við uppá hugskotið. Tey eru úr 4 upp í 19 ár. - Jú, eg havi sjálvandi spurt børnini, hvat tey hildu um hetta. Og [...] her í Gásadali. Nú verður hann umsíðir veruleiki, sigur hon í samrøðu við Sosialin. Hósdagin hittu vit hana á grundøki hennara. Í næstum verður farið undir at grava út fyri nýggjastu sethúsunum í bygdini
landsvegnum. - Jú, teir siga at tað er í fínasta lagi. Vit eru klárir at fara um fimm minuttir, svarar Karl henni á sínum eyðkenda vágamáli. Løtu seinni eru vit klárir at leggja til brots. 1700 metrar Tað er liðið [...] - Ja, teir frá Sosialinum eru her. Hmm, til Kollfjarðardal?! Eg skal spyrja. Bíða við! Vit eru staddir inni í einum av húsunum í Gásadali - hjá tí 61 ára gamla Karl Mikkelsen, postmanni og bónda í bygdini [...] Gásadali eru rættiliga eyðsýnd. Í fyrsta lagi standa tey ovast í bygdini - ella rættari: vestast, og í øðrum lagi eru tey reyðmálað. Her er tí lætt at finna vegin fram til høvuðspersón okkara í dag. Vit hava
hevur fingið atfinningar fyri at hava farið illa við fólkum, sum eru komin um markið frá Turkalandi. Nakrir asylsøkjarar siga, at teir eru tvungnir at fara umaftur marki, afturhildnir ella álopnir. /ritzau/AFP [...] var til, at fleiri doyðu. – Sambært fyribils upplýsingum okkara eru tey kvald. Tað vóru ov nógv fólk á ov lítlum plássi, sigur hann. – Um vit hugsa um talið av deyðu , so er tað tann hendining við migrantum [...] embætismaður, at tað vóru 52 migrantar »krógvaðir undir timbri í lastbilinum« 34, sum vóru á lívi, eru flutt á sjúkrahús til viðgerðar. Sambært einum ákæra, Borislav Safarov, vóru migrantarnir úr Afganistan
Úrslitini tala fyri seg. Vit hava loyst hvønn dag. Vit eru nærri teimum frælsu Føroyum enn nakrantíð. Vit eru nærri fíggjarligum sjálvbjargni og haldførum búskapi enn nakrantíð. Vit eru nærri einum samhaldsføstum [...] so nógvum fólki í heiminum. Hóast vit ikki eru fræls og fullvalda tjóð enn, so mugu vit í øllum, sum vit gera, hugsa sum eitt fullveldi og virka sum eitt fullveldi. Vit mugu bara gera tað: Taka alla ábyrgd [...] alt landið. Vit hava munin styrktan vinnupolitikk. Vit hava stórar batar á almanna- og heilsuøkinum og í vælferðartænastum. Vit hava týðandi framstig í skúla-, útbúgvingarmálum og gransking. Vit hava nógv
og avbjóðandi í nógvar mátar. Vit vóru noydd at flyta og útseta partar av útbúgvingunum, men sum heild gekk væl. So eingin ivi um, at vit nú eru sera fegin um at vera komin á mál við bæði A- og B4-útbúgvingunum [...] B4-útbúgvingunum. – Tað er tí eisini ein góð kensla, at vit nú kunnu ynskja teimum øllum tillukku við venjaraprógnum og góða eydnu víðari á venjaraleiðini, sigur Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF. Næsta
til venjing. Ikki eru stundir til nógv annað, men vestmannagentan hevur havt eitt annað ítrív, ið er hornblástur, men tað verður ikki gjørt so nógv við nú. Kappingin stuttligari Tá ið vit spyrja Jacklin, [...] krevst eisini, at umstøðurnar eisini eru har, sigur Jacklin at enda. Dysturin millum menninar hjá Kyndli og VÍF er fyri góðari løtu síðani farin í gongd aftur, men áðrenn vit sleppa evnaríka hondbóltsleikaranum [...] sær rættuliga vónbrotin út, nú Yngd hittir hana ein góðan hálvan tíma eftir, at dysturin er lokin. Vit fara eitt sindur til síðis og fáa okkum eitt prát um, hvussu tað er hjá einari 18 ára gamlari gentu
árini eru 1800-1900 skip komin og farin um árið. Tað svarar til eini 5 skip hvønn einasta dag í árinum. - Árini eru eitt sindur ymiskt, men gongdin seinastu árini hevur verið hon, at skipini eru vorðin [...] Lamhauge, og umsjónarmenn eru Petur á Roykheyggi og Hjalmar Lamhauge. Mánamorgunin, tá ið Sosialurin vendi sær til Havnaskrivstovuna, var havnameistarin burtur í ørindum, men vit fingu eitt fitt prát við [...] talið fer at liggja rundan um tey 1800-1900. Størri skip - Tað eru fleiri størri skip, sum koma higar í dag enn áður. Green-skipini, sum eru heimahoyrandi í Bergen og sigla yvir til Ameriku, steðga her.